fríggjadagur 8. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 • 8. juni 2007
Vikuskifti 17
Den grimme ælling og mig
er um ein ljótan dunnuunga. Tað
er ikki ofta, at ein danskur teknifilmur
kemur fram. Filmurin ”Den grimme ælling
og mig” er gjørdur við 3D animatión
og er bara heilt góður. Eg haldi ikki, at
søgan í ”Den grimme ælling og mig” er
so original. Filmur er verdur at hyggja
eftir, men endar tó við for nógvum rópi
og skráli. Sum heild er hann tó verdur at
síggja.
4 stjørnur av 6
Sprængfarlig Bombe vísir, at
kommersielli
filmídnaðurin
í Danmark
eisini farið at
skemta sær við
at gera grin vil
filmleikstjórum.
Ulrich Thomsen
spælir hin
sálarliga sjúki
Tony, ið júst er sloppin úr fongslinum.
Hann fer í biograf við børnunum, men
missur tamarhaldið, tí filmurin er so
vánaligur. Filmurin er gjørdur av kenda
Claus Volter (Nikolaj Lie Kaas). Børnini
hata filmin, og Tony vil hava peningin
aftur. Hann vil hava tær 471 krónurnar
aftur, ið hann hevur brúkt. Tony endar við
at leita eftir hesum Volter og hetta kemur
mangt skemtiligt út av.
3 stjørnur av 6
Rocky Balboa er hin seinasti
filmurin í røðini um boksaran Rocky.
Fyrsti Rocky-filmurin frá 1976
endaði, sum so nógvir filmar frá
sjeytiárunum, sum ein klassikari.
Stallone spælir væl í filminum.
Hetta er ein sera góður endi á allari
røðini, nógv betur enn II, III, IV og
ikki minst V. Eingin stórur filmur,
men gott undirhald.
4 stjørnur av 6
Í Fearless spælir Jet Li høvuðsleiklutin í hesum
aktion og ”martial arts-filminum”, ið byggir á
veruligu søguna um kinversku legenduna Huo
Yuanjia, sum í byrjanini av 1900’talinum bardist
móti útlenskum veldi. Fearless er var ein stóru
filmur í biografunum kring heimin, nú er hann so
komin sum DVD.
3 stjørnur av 6
Scoop er ein av hesum
nógvu Woody Allen
filmunum, sum ikki eru
ja, ”ordiligir” Woody
Allen filmar. H hann
ger 1) álvarsligar/
stuttligar filmar, og so
2) hesar løgnu komediu/
krimifilmarnar, sum eg haldi
eru ræðuliga skuffandi í mun til 1´arnar, sum
er veruliga filmlistin hjá manninum. Allen gav
okkum Manhattan, Annie Hall, Zelig, Interiours
og onnur meistaraverk, í mun til hesar er hetta
bara ordiliga keðiligt, javnt og líkamikið.
2 stjørnur av 6
filmar
Quentin Tarantino er ímyndin av
b-filminum og av postmodernaða
leikstjóranum, sum altíð fer at
blanda lágmentanina í sjálva
æðraskipanina á hágmentanini.
Tarantino hevur altíð arbeitt við
tí skitna (Pulp), við tí harðliga (Kill
Bill, Resoir Dogs), og altíð møtast
tað skitna og tað harðliga í einum
løgnum estetiskum og tí nærum
óetiskum heimi, fullkominliga
hinumegin alla realismu og ikki
minst sosialrealismu.
Í filminum Death Proof skal
Jungle Julia, sum er plátuvendari,
í býin við sínum vinkonum í
Austin í Texas. Tær møta tó tí
svaka mordarinum Stuntman
Mike, sum er eftir teimum í sínum
ógvusliga dreparabili.
Retro og klisje
Sum ein 90’ara postmodernaður
leikstjóri, so elskar Tarantino alt,
sum er retro, super ironiskt og
er á tremur við ávísingum hvørt
triða sekund til onkran løgnan og
kitsjkendan ræðufilm, sum eingin
kennur longur ella hevur áhuga
fyri.
Vit eru við hesum filminum
farin inn í ein Grindhouse biograf
í 1974, har tey vístu óendaligar
ringar filmar 24 tímar non-stop.
Tónleikurin er eitt tað besta í
hesum filminum.
Sum ein teknirøð
Kurt Russell spælir hesin
mordarin, kallaður nakað so
kulørt og tekniseriukent sum
Stuntman Mike. Filmurin er fullar
av ørum biljaktum, sum vit kenna
tær frá øllum hesum elendigu
”bil-jakt filmunum” frá 70’unum.
Søgan er ótrúliga tunn, og alt
lívir líkasum í hesum 70’ara retro
og í postmodernaðu ironisku
frástøðuni, sum alt skal síggjast í,
sum hesin ummælarin er ótrúliga
troyttur av.
Tað eru 13 ár síðani, at Pulp
Fiction kom út, og kanska skuldi
Tarantino flutt seg eitt vet. 90’ini
eru væl og virðiliga liðug, men
Tarantino ætlar sær ikki at koma
úr slasher og b-film videokioskini,
har hann er vanur við at síggja
filmar um amazonurnar hjá Russ
Meyer.
Filmurin er verdur at síggja,
men skuffar tó, tí hann er so lítið
sigandi.
Tað er torført at finna meiri
vælumtóktar menn enn hesar
Danny Ocean (George Clooney),
Rusty (Brad Pitt), Linus (Matt
Damon), Virgil (Casey Affleck)
– at koyra allar í eina filmrøð má
vera ein sikkur uppskrift til eitt
brak.
Tað eru ikki bert Clooney,
Pitt, Damon og Garcia, men
við í filminum eru eisini fólk
sum Al Pacino.Í 2001 kom so
endurinnspælingin Ocean´s
Eleven og í 2004 kom Ocean´s
Twelve.
1959-2007
Fyrstu Ocean´s Eleven filmurin
er frá 1959 við originala RatPack
manningini - Frank Sinatra, Dean,
Martin, Sammy Davis Jr., Peter
Lawford og Joey Bishop - sum
skuldu gera eitt rán í Las Vegas
á eitt Casino. At so Dean Martin
og Frank Sinatra í veruleikanum
heldur gjørdu innbrot í hvørt
barrskáp og runnu eftir konufólki,
er ein onnur søga.
Søgan er hin vanliga, hesuferð
er hevur Willy Bank (Al Pacino)
snýtt Danny Ocean (George
Clooney). Teir fara at hevna
seg allir við at stjæla pening
frá heimsins mest tryggu
vaktarskipan.
Fínt undirhald, so er tað sakt,
meiri er ikki at koma eftir.
Death Proof
- Nýggja Tarantino-røðin er ein heilsan til 70’ara b-filmin
Ocean´s 13
- Clooney, Pitt, Damon aftur á ferð
Danny Ocean
George Clooney
Rusty Ryan
Brad Pitt
Linus Caldwell Matt Damon
Terry Benedict Andy Garcia
Willy Bank
Al Pacino
Abigail Sponder Ellen Barkin
Leikstjóri Steven Soderbergh. 122
minuttir. Frumframsýndur
í Havnar Bio frá 8. juni.
Death Proof GrindHouse Vol. 1
Kurt Russell
Stuntman Mike
Sydney
Tamiia Poitier
Jungle Julia
Jordan Ladd
Shanna
Vanessa Ferlito
Arlene
Leikstjóri Quentin Tarantino.
112 minuttir.
Framførdur í Havnar Bio
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com