Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 109 - 11. juni 2007 Donsk parta- brøv í fríum falli Lækkingin er neyv­ an endað enn, rokna serfrøðingar við. Mikudagin, hósdagin og fríggja­ dagin raplaðu kursirnir niður PARTABRØV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vandin er stórur fyri, at vit ikki eru komin á botn enn, meta serfrøðingar. Danski partabræva­ marknaðurin í indeksin­ um »C­All« er lækkaður við 4%, svarandi til heil­ ar 73 milliardir, seinastu fáar dagarnar. Tað veit danska blaðið Politiken at siga. Hetta er ein korrektión, ið leingi hevur verið væntandi. Marknaðurin hevur verið sum klæddur við teflon mótvegis ring­ um tíðindum og hevur einans tikið tey góðu tíðindini til sín. Nú hevur marknaðurin endiliga valt at fokusera upp á stóru rentuhækkingarnar, og tí fáa vit hesi stóru tapini, sigur partabrævaser­ frøðingurin Morten Kongshaug við Politiken. Tað, at íleggjarar síggja heldur ljóst upp á veruleikan ger, at roknast skal við fleiri og størri korrektiónum, heldur hann. Nú skal hetta sjálvandi ikki síggjast sum ein beinleiðis ávirkan á før­ oyska partabrævamarkn­ aðin. Tí hóast danski partabrævamarknaðurin merkir eitt fall í kursin­ um, so bendir alt fram­ vegis á, at keyp av parta­ brøvum í Føroya Banka framvegis er ein góð íløga. Bilfríur Bryggjubakki Bryggjan undir Bryggjubakka, tað sum fólk vanliga nevna Vágsbotn, verður stongd fyri allari bilferðslu frá nú og til 15. august. Tórshavnar kommuna hevur fingið umsókn frá eini matstovu í Havn um at sleppa at hava sonevnda “fortovscafé” á bryggjuøkinum undir Bryggju­ bakka. Tekniska nevnd hevur samtykt at ganga umsóknini á møti og hevur gjørt av at steingja økið beinanveg. Hetta merkir, at als ikki er loyvt at koyra við bili út eftir bryggj­ uni, har sum fiskasølutorgið er, og stuttleikabátarnir plaga at leggja at. Svartkjafturin minkar Í seinastuni hava svartkjaftatrolararnir roynt á Íslandsrygginum íslendsku megin markið, men fiskiskapurin hevur verið heldur misjavnur. Trý svartkjaftaskip hava verið á Fuglafirði teir seinastu dagarnar. Fagraberg hevði 2930 tons, Jupiter 1900, og Høgaberg landaði umleið 2000 tons. Prísurin á svartkjafti hevur verið fallandi orsakað av viknandi mjølmarknaði og er nú á veg niður um eina krónu fyri kilo, verður sagt á Havsbrún. Áhugin tykist ógvuliga stórur fyri partabrøvunum í Føroya Banka. Sum útlitini eru, er ikki ósannlíkt, at talan verður um eina yvirtekning PARTABRØV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tekning av partabrøvum í Føroya Banka læt upp í morgun, og tað er nógv sum bendir á, at áhugin millum fólk er rættiliga stórur at ogna sær lut í bankanum. Fyribils tillutingin er soleiðis, at 20% av útbodnu partabrøvunum eru ætlað teimum sonevndu smáu íleggjarunum. Verður roknað við einum enda­ ligum kursi á mesta marki, svarandi til 189, so geva tey 6,6 milliónir partabrøvini eitt virði áljóðandi 1,25 milliardir krónur. 20% av hesum svarar tískil til einar 250 milliónir krónur. Fólk hava frá í dag møgu­ leika at tekna seg fyri parta­ brøvum í Føroya Banka, og til smáu íleggjararnar verð­ ur roknað íleggjarar, ið seta minni enn tvær milliónir í kursvirði í bankan. ­ Fyri hesi er galdandi, at verður talan um eina yvir­ tekning, fer ein lutfalsligur niðurskurður fram í parta­ brøvunum. Men vísir tað seg, at áhugin millum smærru íleggjararnar er ovurstórur, so ber til at broyta tillutingina soleiðis, at prosentparturin til smáu íleggjararnar verður hækk­ aður, sigur Johnny í Grót­ inum, íløguleiðari í Føroya Banka. Hann sigur, at sama er at frætta frá øllum deildum bankans í morgun. Har hava verið nógv fólk inni á gólvinum, og starvsfólkið hevur havt meiri at gera enn vanligt er. ­ Men tað hevur kortini ikki verið soleiðis, at trupulleikar hava verið at avgreitt kundarnar, sigur Johnny í Grótinum. Bjóða upp á kurs Íløguleiðarin heldur, at fólk hava skilt, at øll fáa somu viðferð, antin tey so tekna seg fyri partabrøvum nú ella seinni. Eingin fær fyri­ mun av at vera fyrst, og tey, sum tekna seg fyri parta­ brøvum mikudagin hava somu møguleikar sum tey, ið hava nýtt høvi at tekna í morgun. Í tillutingini er ætlað, at umleið 40% av útbodnu partabrøvunum skulu seljast stóríleggjarum í Før­ oyum, meðan tey seinastu 40% verða seld stór­ íleggjarum uttanlands. Men prosentsatsurin kann sum nevnt broytast. Við stóríleggjarar verður roknað teir persónar ella fyritøkur, sum vilja keypa fyri fleiri enn tvær milliónir í kursvirði. Men fyri hesar stóríleggjarar er galdandi, at teimum stendur frítt at bjóða upp á kursin. Tað merkir, at onkur kann bjóða sær at keypa, men bara til kurs 162. Endar samlaði kursurin omanfyri hetta, eitt nú á 175, so fellur boðið upp á kurs 162 burtur. Tað verður so í síðsta enda hesi boðini, ið fara at avgera endaliga kursin. Og endaligi kursurin verður hin sami fyri øll parta­ brøvini, og størri áhugin er, meiri sannlíkt er, at talan verður um yvirtekning. Og tað vil so alt annað líka trýsta kursin uppeftir. Men verður yvirtekning, so verður eisini talan um ein lutfalsligan niðurskurð í teknaðu partabrøvunum. ­ Tað er tó altíð so, at tekningin skal vera reel. Tað ber ikki til at tekna partabrøv fyri 200.000 krón­ ur, um tú bert hevur ráð at gjalda fyri 100.000. So tað ber ikki til á tann hátt at verja seg móti lutfalsligum niðurskurði vegna yvirtekn­ ing, sigur Johnny í Grót­ inum. Fyribils hava fólk so minst tríggjar dagar at tekna partabrøv til mikudagin kl 16.00. Verður tað ikki yvir­ tekning, heldur sølan av partabrøvum fram heilt til 19. juni. 250 milliónir frá smáum íleggjarum Johnny í Grótinum, íløgustjóri í Føroya Banka, váttar, at áhugin fyri partabrøvum er sera stórur