Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 109 - 11. juni 2007 Óbroytt oljunevnd Vinnuhúsið skrivar á heimsíðu sínari, at nevndin í Oljuvinnufelagnum er so at siga óbroytt, eftir at aðalfundur var herfyri. Fyri vali stóðu Gunnbjørn Joensen, Árni Joensen og Jákup Mikkelsen. Árni Joensen bar seg undan afturvali, og í hansara stað var Anja Jacobsen vald. Árni Joensen varð ístaðin valdur til tiltakslim. Nevndin í Oljuvinnufelagnum hevur ikki skipað seg enn, men sær nú soleiðis út: Magni Arge, Líggjas Joensen, Gunnbjørn Joensen, Jákup Mikkelsen og Anja Jacobsen. Árni Joensen er tiltakslimur. Visjónsbók handað Í morgin verður sokallaða Visjónbókin handa løgmanni Jónnes Eidesgaard. Bókin ber heitið “Mál og vegir” og í henni er arbeiðið við Visjón 2015 savnað. “Mál og Vegir” inniheldur 13 grundarsteinar, sum umboða hvørt sítt samfelagsøki. Gjørd eru uppskot til mál og strategiir fyri grundarsteinarnar alheimsgerð, útbúgving, gransking, íverksetan, kunningartøkni, tilfeingi, samfelagsbygnaður, infrakervi, umhvørvi, mentan, arbeiðsmarknaður, vælferð og sjálvstýri. Umboð fyri strategibólkarnar handar løgmanni og landsstýrismonnunum “Mál og Vegir” á móttøku klokkan 15 í morgin. Hetta verður í nýinnrættaða kjallaranum í Skansapakkhúsinum í Tinganesi. Faroe Seafood í Havn hevur staðfest e.coli bakteriur og enterokokkar í vatninum í Havn, bæði úr Villingardali og Havnardali. Hetta er frustrerandi, staðfestir Guðrið Andórsdóttir, góðskustýringsleiðari hjá Faroe Seafood dálking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Næstsíðsta fríggjadag stað­ festu tey á kanningarstovuni hjá Faroe Seafood í Havn, at e.coli bakteriur og entero­ kokkar eru í vatninum, sum fiskavirkið fær úr vatn­ goymslunum hjá Tórshavnar Kommunu. Bæði sløgini av bakterium stava frá skarni frá seyði, fugli ella menniskjum. ­ Vit hava ein laborant á okkara kanningarstovu og gera javnan okkara egnu kanningar. Vit hava tosað við Tórshavnar Kommunu um trupulleikan, men halda ikki, at kommunan hevur gjørt nóg mikið til tess, at loysa málið. Tað sigur Guðrið Andórs­ dóttir, sum er góðskustýr­ ingsleiðari hjá Faroe Sea­ food. Meira klor Hon vísir á, at fiskavirkir vanliga tilseta klor til vatn­ ið, sum eina eykatrygd, men tá ið bakteriur eru stað­ festar í vatninum, sum slett ikki hoyra heima har, noyð­ ast virkini at brúka meira klor. ­ Tað er einki behagiligt, tá ið klorroykur er í fram­ leiðsluhøllini, tí vatnið ikki er fongt við bakterium. Guðrið sigur, at ótrygg­ leiki ræður, tá dygdin á vatninum ikki er í lagi, men enn hava tey ikki staðfest bakteriur í virkaðu vøru­ num. ­ Støðan er als ikki hald­ góð. Kanningarnar eru tíðar­ krevjandi, og tær skapa okk­ um nógv eyka stríð og ótta, leggur hon aftrat. Góðskustýringsleiðarin vísir á, at umframt at tey regluliga kanna vatnið sjálvi, sendir Faroe Seafood eisini royndir til kanningar­ stovuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og til kann­ ingarstovu í Danmark. Alt dálkað ­ Vit fingu vatn úr vatn­ goymsluni í Villingardali fram til næst síðsta fríggja­ dag. Síðan skiftu vit til vatn úr Havnadali, men har var skilið uppaftur verri, stað­ festir Guðrið Andórsdóttir. Hon fýlist á, at Tórshavnar Kommuna enn ikki hevur loyst henda trupulleika, so sleppast kann undan dálkað­ um vatni. ­ Sum eg havi skilt, hevur kommunan ikki reinsað rørini, sum vatnið kemur ígjøgnum, í samfull 19 ár, hóast hetta fleiri ferðir hev­ ur verið upp á tal, tá trupul­ leikar hava verið. Í fjør heyst vóru trupul­ leikar við vatninum úr goymslum í Havn. ­ Vit hava ongar trupul­ leikar havt síðan tá, men nú næst seinasta fríggjadag var aftur galið, tá kanningar hjá okkum vístu nevndu bak­ teriur. Frustrerandi støða ­ Hetta er ein ógvuliga frustrerandi støða hjá okk­ um sum matvøruframleið­ ara, leggur góðskustýrings­ leiðarin dent á. Hon heldur, at Tórshavnar Kommuna avgjørt átti at lagt størri dent á vatnið, sum kommunan veitir sín­ um borgarum og virkjum. ­ Tað skuldi verið ein sjálvsøgd vissa, at vatnið er í lagi. Guðrið Andórsdóttir vísir á, at hóast drekkivatnsøkið í størst møguligan mun skal verjast sambært kunngerð um umhvørvisreglur, hava tey hoyrt søgur um, at børn sigla á vatninum við flakum og onkur svimur. ­ Um hetta er so, vita vit ikki, men er tað rætt, er hetta heilt burtur við, sigur hon. Hon vísir á, at fólk sjálv­ andi ikki gera slíkt av ill­ vilja, men hon heldur, at Tórshavnar Kommuna í minsta lagi týðiliga kundi gjørt vart við, at talan er um drekkivatn og tí ikki skal brúkast til slíkt. ­ Tað minsta, vit mugu kunnu krevja, at skil er í tingunum, sum Guðrið Andórsdóttir tekur til. Drekkivatnið í Havn er dálkað - Ivin hevur gjørt, at vit hava valt at boða Landssjúkrahúsinum og stovnum, har eldri fólk eru, frá, at bakteriur møguliga kunnu vera í vatninum, sigur Viggo Christiansen, vatnmeistari hjá Tórshavnar kommunu dálking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vatnmeistarin hjá Tórsahvnar Kommunu, Viggo Christiansen, sigur, at kommunan hevur fingið ábendingar frá Faroe Seafood í Havn um, at e.coli bakteriur kunnu vera í vatngoymslunum hjá kommununi. Hann sigur, at kommunan brúk­ ar eina norska mannagongd, tá soleiðis er. ­ Hendan merkir, at tá orsøkin til bakteriur ikki eru kendar, verða nýggjar kanningar gjørdar, sum betur kunnu staðfesta orsøkina og støðuna við vatninum annars. Vatnmeistarin greiðir frá, at tá ið trupulleikar seinast vóru við vatninum úr Villingardali, var orsøkin hon, at ein gravmaskina hevði grivið kaðalin av, sum førir streym til vatnverkið. ­ Vit eru í iva um, hvørt bakteri­ ur eru í goymslunum ella ikki. Hetta hava vit ikki fingið endaliga staðfest. Kanningar í morgun vísa, at eingir enterokokkar eru í vatninum, og spurningurin er, um onkur einstøk e­coli bakteria er ella ikki. Viggo Christiansen sigur, at Tórshavnar Kommuna hevur latið Landssjúkrahúsið og stovnar, har eldri fólk búgva, vita, at ivi er um vatnið í løtuni. Eru í iva um bakteriurnar - Hetta er ein ógvuliga frustrerandi støða hjá okkum sum matvøruframleiðara, sigur góðskustýringsleiðarin hjá Faroe Seafood, Guðrið Andórsdóttir