Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 109 - 11. juni 2007 - Fólk kunnu gerast sjúk við leysum lívi og spýggisjúku, um e.coli bakteria er í vatninum, sigur Leila Jacobsen á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni oljudálking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í seinastuni hava vit frætt, at ikki so fá fólk liggja við spýggisjúku og summi við leysum lívi. Faroe Seafood í Havn hevur á síni kanningarstovu staðfest, at vatnið úr Villing­ ardali og Havnadali er fongt við e­coli bakteriu og entero­ kokkum. Hetta hevur gjørt, at fel­ agið noyðist at brúka meira klor í síni framleiðslu. Tá ið vatnið, sum Faroe Seafood hevur fingið úr Villingardali og Havnadali, er fongt við hesum bakteri­ um, sum í báðum førum stava frá skarni, er ikki óhugsandi, at spýggjusjúka og leyst lív í ein ávísan mun kunnu stava frá slíkum bakterium. Leila Jacobsen á matvøru­ deildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni váttar, at hesar bakteriur kunnu elva til spýggisjúku og leyst lív. ­ Um staðfestast skal, at hetta veruliga er orsøkin til sjúkuna, er neyðugt, at tú fyrst hevur sýnið hjá sjúklinginum. Hon vísir á, at e.coli bakt­ erian eisini verður rópt ein ábendingarbakteria og ein av bakteriunum, sum vit kunnu síggja í kjalarvørr­ inum, er salmonella. ­ Men salmonella bakteria nýtist ikki at vera í vatnin­ um, hóast e.coli bakteria er staðfest, leggur Laila Jacob­ sen á matvørudeiildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstov­ uni aftrat. Kunnu gerast sjúk av skitnum vatni - Um staðfestast skal, at e.coli bakteria er orsøk til sjúku, er neyðugt, at tú fyrst hevur sýnið hjá sjúklinginum, men fólk kunnu saktans gerast sjúk av dálkaðum vatni, sigur Laila Jacobsen Javnaðarflokkurin nýggjan næstformann Randi í Jógvansstovu tók 8. juni við sum næstformaður í Javnaðar­ flokkinum eftir Helenu Eliasen, sum hevur sagt seg frá eftir trý ár sum næstformaður. Randi í Jógvansstovu hevur verði virkin í komm­ unal politikki og er vald tvær ferðir í Leirvíkar bygdarráð, har hon nú situr í sínum øðrum valskeiði. Harumframt stillaði hon upp til løg­ tingsvalið í 2002. Randi hevur verið aktiv í fakfelagsarbeiði og hevur verði formaður í Leirvíkar arbeiðsmannafelag. Fakfelagsarbeiði legði hon tó frá sær til fyrimunar fyri arbeiðið í bygdaráðnum. Vónin byggir høll Trolvirkið Vónin hevur søkt Fuglafjarðar kommunu um eitt øki til at byggja eina stóra trolhøll á. Ætlanin hjá Vónini er at byggja eina høll til flótitrol. Høllin verður 100 metrar long og 16 metrar breið, skrivar Vikublaðið. Hæddin verður umleið 7,5 metur upp til syllina. Vónin ætlar at byggja høllina soleiðis, at tað ikki eru meiri enn 12 metrar til bryggjukantin, og at tað skal bera til at byggja ein bygning við síðuna av høllini. Økið skal eisini hava parkeringspláss til einar 25 bilar. - Vit kunnu ikki hjálpa kommunum við sjálvum reinsi- anlegginum, men vit kunnu vera til hjálpar um, hvørji stig kommunur kunnu taka og koma við góðum ráðum, sigur Laila Jacobsen á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni Vatn Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstov­ uni hava tey ikki frætt um, at trupulleikar aftur eru við drekkivatninum í Tórs­ havnar kommunu. Laila Jacobsen sigur, at trupulleikar saktans kunnu vera, sjálvt um matvøru­ deildin ikki hevur fingið eina slíka fráboðan. ­ Ein kommuna, sum bið­ ir um, at vatnið verður kann­ að á kanningarstovuni, rind­ ar fyri hetta, og síðan er tað upp til kommunua at lata okkum vita um úrslitið. Hon sigur, at tá kommunur hava fingið staðfest, at vatnið er dálkað, kann tað vera skilagott at tosa við Heilsufrøðiliga Starvs­ stovuna. ­ Vit kunnu ikki hjálpa teimum við sjálvum reinsi­ anlegginum, men vit kunnu vera til hjálpar um, hvørji stig kommunan kann taka – ella koma við góðum ráð­ um, sum hon tekur til. Ábendingar bakteria Mest vanliga bakterian, tá omanávatn, sum tað verður rópt, er dálkað, er e.coli bakteria, sum er ein sonevnd ábendingar bakteria. ­ Tá e.coli bakteria er í vatninum, er hetta tekin um, at vatnið er dálkað við skarni, sum kann stava frá eitt nú seyði, fugli ella menniskjum. Laila Jacobsen vísir á, at í fjør heyst vóru trupulleikar við vatninum, sum Tórs­ havnar kommuna fær úr byrgingini í Villingardali. Hon sigur, at trupulleikar­ nir við vatninum standast av, at reinsiskipanin ikki megnar at reinsa vatnið til fulnar. ­ Er vatnið skitið at síggja til, klára filtrini ikki at reinsa vatnið nóg væl, og tá vatnið síðan fer um UV­ strálirnar í reinsiskipanini, sum skulu treingja ígjøgum vatnið, megna hesar heldur ikki at beina fyri øllum bakteriunum. Eykatrygdin Leila sigur, at summar komm­ unur og fiskavirkir klora eisini vatnið fyri at minka um talið av bakterium. ­ Hetta er ein eykatrygd. Klorið reagerar fyrst upp á organiska tilfarið í vatninum – og síðan upp á bakteriur­ nar Hon vísir á, at jú betri rá­ vatnið er, tess reinari er vatn­ ið, tá tað fer úr reinsiskipan­ ini og víðari til brúkararnar. ­ Vatn úr byrging er soleiðis nógv støðugari og reinari enn áarvatn, ið kann taka nógv við sær, tá áarføri er, sigur Laila Jacobsen á mat­ vørudeildini hjá Heilsu­ frøðiligu Starvsstovuni. Eru til reiðar við góðum ráðum Hóast omaná-vatn vanliga er nógv reinari enn áarvatn, eru aftur trupulleikar í Tórshavnar kommunu við drekkivatninum – bæði í Villingardali og Havnadali