Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 109 - 11. juni 2007 Enn eru nøkur pláss eftir til countrytúrin við Norrönu og sum heild er skipið somikið stórt, at pláss eru á øllum farleiðum, hóast føroyingar nú eru farnir at bíleggja í góðari tíð. Country­ túrurin hesaferð satsar uppá dygd og rættiligt cowboy­ huglag, siga sam­ skipararnir ferð Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Longu nú eru bíleggingarnar sum heild frammanfyri árið í fjør, ið var mettár, verður sagt á Smyril-Line. - Men skipið er stórt, og nøkur pláss eru eftir á øllum farleiðum, eisini Danmarkar- leiðini, ið er mest umbiðin. Men føroyingar eru farnir at bíleggja í góðari tíð, so kanska tey seinastu ikki fáa júst tað, ið tey biða um, men hetta merkir ikki, at pláss ikki eru eftir, sigur Jákup Sverri Kass á Smyril- Line. Norrøna ger aftur í ár væl- umtókta countrytúrin, men hesaferð eru broytingar gjørdar, so at dygdin er í hásæti. - Nú eru bert góð nøvn á skránni. Vit hava áður havt nógv nøvn á lepanum, men í ár valdu vit at satsa uppá dygd og at velja út. Vit hava eitt høvuðsnavn og so nøkur góð føroysk nøvn afturat, Umframt verður skipað fyri tiltøkum umborð, so sum line-dansi og kareokee kapp- ing. Túrurin er betri skipað- ur og fólk fáa eina skrá, tá tey koma umborð, sigur Jákup Sverri Kass. Bjøro Håland Høvuðsnavn á tí, ið fyrireik- ararnir kalla best fyriskipaða countrytúrin nakrantíð, er norska countrystjørnan Bjøro Håland, ið føroyingar kenna væl. Harafturat fara Karl Mart- in Samuelsn og Eyðun Nolsøe (hann úr Hjarnum, blðm.) at framføra tónleik hjá The Eagles og Magni Christiansen framførir tón- leik hjá Allan Jackson. Driv og Countrybólkurin úr Klaksvík syrgja fyri dansi- tónleiki langt út á náttina. Tað verður Áshild Kjærbo, ið skipar fyri line-dansi og line-dans undirvísing umborð á Norrønu í døgu- num 25. til 27. juni. Fleiri havnir Norrøna fer úr Havnini 25. juni og siglt verður bæði til Bergens og via Scrabster. - Hóast tey fyrstu bíløgdu longu í januar, so eru enn nakrir ferðaseðlar eftir til countrytúrin. Tað stuttliga er, at tey út- lendsku ferðafólkini eisini seta dám á túrin. Men sjálv- sagt seta føroysku gestirnir dám á og fleiri vitja aftur ár eftir ár á countrytúrinum. Og stuttligt at at merkja sær, at hetta eru fólk úr øll- um Føroyum og hetta er alt slag av fólki – høg sum lág. Alt countryfjepparar, sigur Jákup Sverri Kass frá Smyril-Line. Serliga fegnast hann um, at countryfjeppararnir eru fólk, ið veruliga duga at hugna sær og sum eru sámu- lig. - Og vit fara eisini at skapa countryhuglag um- borð, tí umframt tónleikin og line-dansin og annað, so verður til dømis texas-steak at fáa, siga tey á Smyril- Line, har tey eru spent uppá countrytúrin, ið nú er strammaður upp, so dygdin er í hásæti. Country umborð á Norrönu Fyrstahjálp í KSF Kommunusamskipan Føroya, KSF, og Suðuroyar Skeiðstænasta hava gjørt avtalu um fyriskipan av fyrstuhjálparskeiðum fyri øll starvsfólk og allar stovnar í limakommununum. Við avtaluni hava limakommunurnar í KSF møguleika á skipaðan hátt at veita starvsfólkum og stovnum fyrstuhjálparskeið umframt uppfylgjandi dygdartrygging soleiðis, at førleikarnir í fyrstuhjálp støðugt verða endurnýggjaðir. Avtalan fær gildi beinanvegin. Limakommunurnar í KSF eru Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Vágs kommuna og Sands kommuna. Tvey við botulismu Herfyri gjørdust tvey fólk gjørdust sjúk av botulismu. Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at hetta helst er íkomið orsakað av, at kjøtið, tey ótu, hevur hingið ov heitt teir fyrstu dagarnar eftir fletting. Hesi bæði fólkini koma nú spakuliga fyri seg. Sjúkutekinini vóru í hesum førum ikki so umfatandi, at mótevni var neyðugt. Botulisma er annars ein sera álvasom og lívshættislig sjúka. Tó verða botulimsutilburðir sjáldan staðfestir. Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at tað er umráðandi at fólk, ið kenna sjúkutekin frá botulinumeitri, tað vil siga at nervalagið verður ávirkað, koma undir læknahond skjótast gjørligt. Hey pedagogar, lærarar, sálar­ frøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsusystrar, sosialráðgevar, læknar og øll onnur áhugaði Fyrilestur við Karen Glistrup verður í Læraraskúlahøllini mánakvøldi 18.06.07 kl. 19.00 – 22.00 Evni: »Børn og foreldur í familjum við sálarligum trupulleikum« • Vit ynskja at verja børnini, men ístaðin verða tey møtt við tøgn..... • Hvussu skapa vit eitt mál við respekt fyri bæði børnum og vaksnum ? Øll hjartaliga vælkomin Kostnaður er 150,- kr., goldið verður við dyrnar. Eru spurningar kunnu til ringja til Onnu Mariu 228826 Eitt sindur um Karen Glistrup, hon er familjuráðgevi og arbeiðir hjá Århus Kommune, og hevur drúgvar royndir innan hetta økið. Hon hevur eisini skriva bókina »Hvad barnet ikke ved, har det ondt af« ein sera góð og viðkomandi bók. Norska countrystjørnan, Bjøro Håland (v.m.), er høvuðsnavnið á countrytúri við Norrönu