Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 11. juni 2007 11 Stutt Sagt Fyri deyða- revsing 62 prosent av amerikanska fólkinum halda tað vera rætt at at hava deyðarevs­ ing, men kortini halda næstan 40 prosent, at tey høvdu sagt nei til at sita í einum nevningatingi, sum skuldi døma eitt fólk til deyða. Eygleiðarar tulka hetta sum eitt tekin um, at innast inni eru amerikan­ ararnir ikki so fegnir um deyðarevsingina, sum hildið verður. Hildið verður, at nógvir ameri­ kanarar eru farnir at ivast í deyðarevsing, eftir at fleiri deyðadømdir fangar hava víst seg at vera ósekir. Síðani 1973 eru 125 deyðadømdir fangar vorðnir fríkendir, eftir at DNA­kanningar og aðrar kanningar hava kolldømt tey gomlu prógvini. Slopnir leysir Tríggir finskir handils­ menn, sum vórðu tiknir í Iran í síðstu viku, sluppu í gjár úr varðhaldinum. Teir tríggir menninir vóru á handilsferð í Sameindu Arabisku Emiratunum, men tá teir fóru ein stutt­ leikatúr við einum báti, tók iranska sjóverjan teir. Sjóverjan vildi vera við, at teir høvdu verið innan fyri mark við oynna Abu Musa, men í gjár sluppu teir aftur til Sameindu Arabisku Emiratini, sigur fyritøkan Nokia, sum teir tríggir arbeiða hjá. Belgia til høgru Alt bendir á, at teir kristiligi demokraturin Yves Leterme fer at skipa stjórn í Belgia aftan á tjóðartingsvalið í gjár, sum tann liberali flokkurin hjá Guy Verhofstadt, for­ sætisráðharra tapti. Poli­ tiskir eygleiðarar í Brux­ elles siga, at uttanríkis­ politiskt fær stjórnar­ skiftið neyvan nakra stórvegis ávirkan, men at stjórnarskiftið fær størri ávirkan á innanríkis­ politikkin. Uttan­ríkispoli­ tiskt er tó greitt, at Yves Leterme heldur lítið um, at Turkaland skal sleppa upp í ES. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Hevði eg havt vald til tess, hevði eg stongt Guantanamo- fangelguna - ikki í morgin, men seinnapartin (Colin Powell) útlond Russland ætlar at útvega sær prógv fyri, at havbotnurin undir Norðpólinum er partur av russiska meginlandsstøðinum Russisku myndugleikarnir hava sent ein kjarnorku­ riknan ísbrótara á leiðina kring Norðpólin. Ørindini eru at útvega vísindalig prógv fyri, at havbotnurin undir Norðpólinum er ein partur av russiska megin­ landgrunninum. Eydnast tað russum at fáa slík prógv, kann Russland krevja ognar­ og nýtslurættin til møgulig tilfeingi á og undir havbotninum á Norð­ pólinum, skrivar Web­ avisen. Danir og grønlendingar hava leingi hildið uppá, at havbotnurin undir Norð­ pólinum er framhald av grønlendska landgrunni­ num, og eins og russar hava teir sett sær fyri at prógva tað. Kappingin um ríkidømið undir Norðpólinum er byrjað, tí russiski ísbrótarin er á veg til pólin. Fimm bulgarskar sjúkrasystrar og ein palestinskur lækni, sum eru dømd til deyða í Libya, verða helst latin leys í næstum Tey seks vórðu tikin fyri átta árum síðani, tí libysku myndugleikarnir vildu vera við, at tey tilætlað høvdu smittað fleiri hundrað børn við eyðkvæmi. Í desember í fjør fall dómur ímóti teimum. Hóast øll noktaðu seg sek, vórðu øll seks dømd til deyða. Kortini bendir ymiskt á, at tey sleppa úr fongslinum og úr Libya í næstum. ES og USA hava lagt stórt trýst á libysku myndugleikarnar fyri at fáa teir at lata tey seks leys. Týski uttanríkis­ ráðharrin, Frank­Walter Steinmeier, og ES­kommi­ serurin Benita Ferrero­ Waldner eru í Libya í hesum døgum, og í gjár høvdu tey fund við ein son Moammar Gaddafi, forseta um tey seks. Aftan á fundin segði Steinmeier, at málið verður loyst í næstum. Libya hevur fyrr kravt at fáa 75 mió. krónur í endurgjaldi til hvørt húski, sum hevur eitt av teimum smittaðu børnunum, men ES vil ikki gjalda. Har­ afturímóti hevur ES boðið Libya at senda tey 426 smittaðu børnini til Evropa, so tey kunnu fáa viðgerð her. Russar ætla sær Norðpólin Vón fyri deyðadømdum í Libya Russar og danir stríðast nú um rættin til ríkidømið undir Norðpólinum Tá George W. Bush, forseti, kom til Bulgaria í morgun, skuldi hann millum annað tosa við bulgarska forsetan, Georgi Parvanov, um tær deyðadømdu sjúkrasystrarnar í Libya Ísrael sendi í morgun ein njósnarafylgisvein í ringrás um Jørðina. Sambært út­ varpinum hjá ísraelska heri­ num hevur fylgisveinurin so góða myndaútgerð, at hann kann avmynda allar lutir niðri á Jørðini, sum eru størri enn 70 centimetrar. Njósnarafylgisveinurin, sum hevur fingið navnið "Ofek­7", skal ætlandi virka í minst fýra ár, og eyg­ leiðarar halda, at hann skal halda eyga við Iran og tí, sum fyriferst har. Ísrael njósnast í rúmdini