fríggjadagur 8. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 • 8. juni 2007
Vikuskifti 19
Sethús frá 1968, sum eru í tveimum
hæddum, umframt eitt loft, sum er
partvís innrættað.
Í miðhæddini, sum er 84 fermetrar,
er ein gongd, eitt baðirúm, ein køkur,
ein stova, trý kømur og ein hjallur.
Baðirúmið er gjørt av nýggjum. Takið
og ein partur av vindeygunum eru skift.
Køkurin er ikki stórur, men tó hugnaligur
og arbeiðsligur. Útfrá køkini er útgongd
til eina altan og víðari út í hjallin. Úti
á altanini hevur tú møguleika at hava
møblar standandi og njóta tær góðu
løturnar við sera góðum útsýni yvir
Nólsoynna og fjørðin.
Á loftinum er eitt stórt innrættað rúm
við tilhoyrandi vesi og eitt goymslurúm.
Loftsrúmið er vælegnað sum spælirúm
til børn, ella til tannáringar, sum hava
brúk fyri egnum høli.
Kjallarin hevur áður verið innrættaður
sum íbúð og er partvís undir umvæling.
Sostatt hevur tú góðar møguleikar,
at gera íbúð í kjallaranum við egnari
inngongd.
Húsini standa væl fyri í eysturbýnum.
Skúlin liggur beint við síðuna av
húsunum. Tá tú koyrir inn á gøtuna,
merkir tú beinanvegin, at her er eitt gott
umhvørvi við góðum grannalagi - og
hóast stutt er til miðbýin, handlar og
barnagarð, virkar alt so friðsælt.
Tú fært meira at vita um húsini við at
ringja til Skyn á tlf. 35 74 00.
Sethús
í eysturbýnum í Tórshavn
Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo
Fakta um húsini
Adr.:
við Gálgastein 7, Tórshavn
Byggiár:
1968
Hæddir:
2
Stødd innan: 168 fermetrar
Grundøkið: 514 fermetrar
Prísuppskot: kr. 2.500.000