fríggjadagur 8. juni 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 108 - 8. juni 2007
tíðindi
asfalt
Fríggjakvøldið klokkan
20:00 og leygarkvøldið klokk
an 22:30 fara tíggju ung fólk
á pallin frammanfyri Marg
arinfabrikkina at framføra
eitt tiltak, ið tey sjálvi kalla
dansiteatur.
Í framførsluni verða brot
og løtur úr gerandisdegnum
lýstar í dansi, sjónleiki og
sangi. Har eru góðar og
vakrar løtur, men flestu løt
urnar eru merktar av harð
skapi, máttloysi og einsemi.
Evnið í leikinum er harð
skapur móti kvinnum ein
heimsumfatandi trupulleiki,
sum Amnesty International
Føroya deild, við hesum til
taki, ynskir at varpa ljós á.
Føroya deild hevur lut
tikið í altjóða átakinum
“Steðgið harðskapi móti
kvinnum”
síðani
2004.
Átakið snýr seg ikki bert
um at broyta paragraffir,
men eisini hugburð, fordóm
ar og siðvenju, sum viðvirka
til at harðskapur móti kvinn
um heldur fram kring allan
heimin.
Tiltakið á Asfalt er ætlað
sum eitt alternativt ískoyti
til at skapa tilvitan og kunn
ing um harðskap móti
kvinnum. Amnesty Føroya
deild
heitti
í
hesum
sambandi á Rúnu Aref, sum
áður hevur skipað fyri
dansiteatri, um at standa
fyri tiltakinum á Asfalt.
Rúna hevur í samstarvi við
Búa Rouch, Edith Dahl
Jakobsen og Tjóðhild Pat
ursson evnað til innihaldið
og koreografiina í leiki
num, sum hóast álvarsama
evnið eisini rúmar vón og
møguleikanum fyri betrað
um broytingum.
Til ber at lesa meira um
tiltakið á heimasíðuni hjá
Amnesty, www.amnesty.fo
<http://www.amnesty.
fo/> og á heimasíðuni hjá
Asfalt,
www.asfalt.fo
<http://www.asfalt.fo/>
Dansiteatur á Asfalt
Lærarastørv í
Kaldbaks skúla
Søkt verður eftir 2 lærarum
1 lærara í fast starv at seta frá 1. august 2007, og
1 lærara í tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið
2007/08 vegna avlopstímar og serligan tørv (um
18-20 tímar um vikuna).
Søkt verður eftir lærarum, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
• verða við áhaldandi at menna skúlan
• eru stundisligir og nærlagdir
Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær
at undirvísa í føroyskum, donskum, handaverk og
list, kristni og rokning.
Førleikakrøv:
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving.
Læraralesandi, sum lúka prógv í summar, kunnu
eisini søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv,
uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastu-
mannasettur lærari frammanundan. Størvini
verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lær-
arafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1 – 27.4.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avrit av prógvum og møguligum
ummælum, skulu vera fyrstalærara Ragnari J.
Magnussen, Hagagøtu 3 á Argjum, í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 22. juni kl. 12.00.
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til
Kaldbaks skúla tel 302520 ella 515398.
Kaldbaks skúli
180 Kaldbak
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Les meira á www.naerverk.fo / leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið
er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan,
Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk
starvast í Nærverkinum.
Starvslýsing
Søkt verður eftir pedagogi til Bústovnin
Børkugøta 1 til setan 1. juli 2007 ella eftir
nærri avtalu.
Talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðs-
tíðirnar eru skiftandi, og talan er um at
arbeiða dag-, kvøld-, døgn-, vikuskifti og
halgidagar. Setanarøkið er Nærverkið,
og tænastustaðurin er í løtuni
Børkugøta 1.
Á bústovninum búgva 6 menningar-
tarnað vaksin fólk, og fleiri teirra
hava likamlig brek. Endamálið er m.a.
at bjóða teimum góðar og tryggar
menningarkarmar. Tað pedagogiska
arbeiðið í gerandisdegnum verður
tilrættislagt eftir tørvinum hjá tí einstaka.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Sólrun Arabo, leiðara, á tlf.
311442 ella 229101.
Setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag. Um pedgogur, ið
frammanundan er tænastumaður,
verður settur í starvið, heldur
tænastumannasetanin fram, og
verður lønin sambært avtalu
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag.
Um eingin pedagogur søkir starvið,
verður starvið sett við hjálparfólki
sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Les meira um starvið á www.naerverk.
fo/leys størv
Umsókn:
Umsókn við próvskjølum, viðmælum og
C.V.skal sendast til.
Bústovnurin í Børkugøtu 1
100 Tórshavn
Stílað: Sólrun Arabo, leiðari
Umsóknarfreist: 25. juni 2007
Pedagogur til Bústovnin í Børkugøtu 1
Trivnaðartænastan
Søkt verður eftir frítíðarloysarum til
Bústovnin Børkugøtu 1 og Sundsveg 22
til setan skjótast gjørligt
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, morgun-,
kvøld-, døgn- og vikuskifti.
Á bústovninum Børkugøtu 1 búgva
6 menningartarnað vaksin fólk, og á
Sundsvegi 22 búgva 4 menningartarnað
vaksin fólk.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at
venda sær til Sólrun Arabo, leiðara, á tlf.
311442, 315626 ella 229101
Les meira um starvið á www.naerverk.
fo/leys størv
Umsókn:
Umsókn við próvskjølum, viðmælum og
C.V.skal sendast til.
Bústovnurin í Børkugøtu 1
100 Tórshavn
Stílað: Sólrun Arabo, leiðari
Umsóknarfreist: 25. juni 2007
Frítíðaravloysarar til
bústovnarnar Børkugøtu 1 og Sundsvegur 22, 100 Tórshavn
Trivnaðartænastan
Koreografi
og dansur:
Rúna Aref & Búi Rouch
Sangur: Edith Dahl
Jakobsen
Dansarar/leikarar:
Tjóðhild Patursson,
Turið Nolsøe, Heiða
Nolsøe, Kirstin Helga
dóttir, Anna Maria Slo
an, Hjørdis Mohr og
Bárður Ísheim.
Hár og smyrsl:
Marjun Olsen og Eydis
Næss (hjálparfólk)
FAKTA