mánadagur 11. juni 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 109 - 11. juni 2007
Skrivstovan hjá Før
oya Kommunufelag
flutti í fjør til Kvívíkar,
og fríggjadagin 1. juni,
í sól og góðum veðri,
hevði felagið móttøku
í nýggju hølunum fyri
limunum og øðrum,
sum hava samskifti
við felagið
Móttøka
Tekst/myndir: Sveiney
Sverrisdóttir
Fríggjadagin 1. juni hevði
Føroya Kommunfelag mót
tøku í nýggju hølunum í
Kvívík, har skrivstovan hjá
felagnum flutti í fjør.
Í røðu sum Rósa Samuel
sen formaður í felagnum
helt fyri gestunum, greiddi
hon frá viðurskiftunum við
víkjandi felagshúsinum í
Kvívík, sum vóru teknað av
Palla Gregoriussen arkitekti
fyri Sparikassan í sínari tíð.
Neyðugt var at umbyggja
húsini, fyri at nøkta tey krøv
sum felagið setti, millum
annað at brekað skulu kunna
ferðast í bygningnum.
Felagið hevur fingið eitt
gott fundarhøli, har stýrið
heldur sínar fundir. Hølini
hóska eisini væl til minni
fundir fyri limunum.
Skrivstovuhølini eru inn
rættað sum opið umhvørvi,
har tey tvey starvsfólkini
hjá felagnum og starvsfólkið
hjá “Agenda 21 Stovuni”
halda til. At arbeiða í opnum
umhvørvi dáma starvsfólk
unum sera væl.
Felagið hevur gjørt avtalu
um at seta eitt fólk í vart
starv og royndarrtíðin byrj
ar innan summarfrítíðina.
Borgarstjórin í Kvívík,
Boje Christensen, bjóðaði
felagnum
vælkomið
til
Kvívíkar og helt at felagið
hevði valt ein góðan stað at
hava sítt felagshøli. Kvívík
liggur væl fyri landafrøði
liga, og hetta eigir at gera
tað lætt hjá limunum at
vitja felagið. Hann ynskti
felagnum alt tað besta í
framtíðini.
Kommunufelag í Kvívík
Føroya Kommunufelag og Agenda 21-stovan halda til í hesum
bygninginum í Kvívík
Starvsfólkini
hjá, Føroya
Kommunufelag
(FKF), Kommunala
Arbeiðsgevara-
felagnum (KAF)
Barnaverndar-
stovuni og Agenda
21 Stovuni, f.v.:
Rósa Samuelsen,
formaður í FKF,
Marin á Brúnni,
KAF, Bergmann
Finnsson, Agenda
21 Stovan, Eyðun
Christiansen, FKF,
Anita KAF, Anna
Dam, Hallbjørg
Lamhauge og Jendis
Gærdbo, Barna-
verndarstovan og
Sveiney Sverrisdóttir
FKF
Regin á Lofti frá Sandavágs Kommunu og Asbjørn Djurhuus
frá Sunda Kommunu
Poul Arni Jacobsen frá SEV, Boje Christensen, borgarstjóri í
Kvívíkar Kommunu, og Jákup Suni Lauritsen borgarstjóri í
Sørvágs Kommunu
Rósa Samuelsen, formaður í Føroya Kommunufelag og Boje
Christensen, borgarstjóri í Kvívík
Bergmann Finnsson á Agenda 21stovuni saman við pápanum
Bjørn Finnsson, sum býr í Kvívík
Eyðun Christiansen, Bjarni Heinesen, skúlastjóri í Kvívík,
Bárður Larsen og Bergmann Finnsson
Kommunupolitikarar nýta veðrið,
f.v.: Júst Poulsen borgarstjóri í
Hvannasunds Kommunu, Boje
Christensen borgarstjóri í Kvívíkar
Kommunu, Johan Christiansen,
Leirvíkar Kommunu, Karl
Olsen borgarstjóri Vestmanna
Kommunu, Rósa Samuelsen,
formaður FKF, Bergmann
Finnsson Agenda 21 Stovan og
Olaf á Stongunum, skrivari hjá
Kvívíkar Kommunu
nøvn