mánadagur 11. juni 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Helga Einarsson, Tvøroyri, vanliga nevndur
Lilleba, fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi í kvøld kl.
18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar Kirkju týsdagin kl. 13.
Hans Jacob Sigvardsen lærari, ættaður frá Gjógv, búsit
andi á Argjum, andaðist sunnudagin 10. juni, 68 ára gam
al. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Samulina Jensen, Skála, ættað av Strondum, andaðist á
Landssjúkrahúsinum 8. juni, 93 ára gomul. Jarðarferðin
verður týsdagin kl. 14 úr kirkjugarðskapellinum í Tórs
havn. Sungið verður úr sálmabókini.
Kistan við Ragnar Antoniussen í Fuglafirði kemur í Siloa
í dag kl. 16. Jarðarferðin verður í morgin 12. juni kl. 14.
Leif Nielsen, sonur Poul Morell Nielsen og Ruth Smith,
andaðist fríggjadagin 8. juni, 60 ára gamal. Jarðarferðin
verður leygardagin 16. juni úr Lille Kapell, Vestre kirkegård
Århuus.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæra
mamma, omma og vermamma
Jytta Palma Sofía Schrøter
Hvalba
andaðist og varð jarðað.
Takk til Jette Paarup, prest, fyri góð orð í kapellinum
og í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar og sangarar.
Takk til tykkum øll, ið hjálptu so væl til við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir, uppringingar og
peningagávur til eldrasambýlið í Hvalba.
Ein serstøk takk til starvsfólk og búfólk á
eldrasambýlinum í Hvalba.
Takk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Maja, Judi, Mami og Róin
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu , tá kæra
mamma, omma, vermamma og langomma okkara
Maria Olsen
(vanliga nevnd Mia)
Sandavágur
andadist og fór til gravar.
Tøkk til Ellisheimið fyri tíðina hon var har.
Tøkk til Ingu Dam, prest, kirkjutænarar, sangarar
og gravarar.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til í samband við
jarðarferðina. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til
við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
Sandavágs kirkju.
Tøkk til tykkum øll , sum fylgdu mammu til hennara
seinasta hvíldarstað her á fold.
Familjunnar vegna
Sólrún, Oddvør, Jógvan, Jóhan, Sigrún,
Rannvá og Petur
Nú nærkast tíðin, tá fram
sýningin av millum og real
skúlanæmingum hjá Jórunn
Dánjalsdóttir fer av bakka
stokki um ólavsøkumundið.
Framsýningin
verður
í
Kommunuskúlanum í Havn
og letur upp við eini kvøld
setu tann 23. juli kl. 19.00
har fyrrverandi næmingar
koma at hugleiða um tíðina,
tá tey gingu í skúla.
Hendan myndin er av
millum og realskúlaflokk
unum í 1959. Marsjerað var
gjøgnum býin og niðan á
“tennisplenuna”. Tað var
fimleikalærarin
Martin
Holm, sum skipaði fyri hes
um tiltakið.
Klaverið hjá frú Holm
(Kirsten Holm, kona Martin
Holm) varð “bugserað” nið
an á tennisplenuna og stóð í
einum horni, har hon sjálv
spældi til fimleikaseriuna,
sum var framførd.
Tennisplenan er har, sum
Svimjihøllin í Gundadali er
í dag. Leggið til merkis hús
ini og bilarnar, tveir Morris
Minor lastog vørubilar, ein
Austin vørubilur og fremst
er ein Ford Consul persón
bilur (í tveimum litum).
Húsini á høvdini, har orgul
byggjarin Verland Johansen
hevði verkstað og Drama
verkstaðurin er í dag, er ein
asta húsið sum er har í dag.
Jórunn eftirlýsir í hesum
sambandi nakrar myndir,
sum vóru sýndar fram í
sýnisglugganum í handl
inum hjá Andori Eirikstoft í
Magnus
Heinasonargøtu
(har sum Manhattan er í
dag). Myndirnar vóru frá
hesum
tiltakinum
á
tennisplenuni.
Annars sigur Jórunn, at
henni vantar enn fleiri real
skúlamyndir, serliga frá
síðst í 50unum og fyrst í
60unum. Tíðarfreistin til at
koma við myndum var sett
til 10. juni, og vónar hon at
fáa allar myndirnar til høld
ar.
Adressan
hjá
Jórunn
Dánialsdóttir er Sílagøta 3,
FO100 Tórshavn. Tel.
316024 ella 226024. Mynd
irnar kunnu eisini latast inn
”navnmerktar” í Wrangler
Shop í N. Finsensgøtu 23
(tel. 314710).
Myndaeigari: Ásvør Sandoy
Færøernes Mellem- og Realskole:
Fimleikur á »tennisplenuni« í 1959
Dagurin
12. juni. Basilius. Helst til minnis um Basilius tann
Stóra, sum var biskupur í Kesarea. Hann doyði í 379.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi og
abbi okkara
Olfert Fossaberg
Stykkið
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Hera Joensen, prest, kirkjutænarar, sangarar
og tykkum, ið hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og til tykkum, ið
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Margith, Lis og Gudny
Óli Mikkelsen 80 ár
Í dag, mánadagin 11. juni,
fyllir Óli Mikkelsen, lækni, í
Tórshavn, 80 ár. Í blaðnum í
morgin hava vit eina heilsan
til Óla.
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma og omma okkara
Sylvia Gunnarsson
Tórshavn
andaðist leygardagin 9. juni, 83 ára gomul.
Farið verður úr Heiminum við Vallalíð týsdagin kl. 17.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin kl. 14.
Familjunnar vegna
Eirikur, Ingunn, Randi og Victor
Tey, ið vilja minnast Sylviu, kunnu lata eina gávu til Zarepta.
Kontur í peningastovnunum.