Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 109 - 11. juni 2007 tíðindi Tað er mánadagur, og vikuskiftið og ársins Asfalt, er av. Heilt hampu­ ligt av fólki var komið sam­ an í Vágsbotni at lurta eftir teimum umleið 50 bólku­ num, ið sloppu uppí part hesu ferð. Eg ummældi fyri Planet.fo og her eru mínir tankar um og aftaná festi­ valin Arni Zachariassen arnizach@kallnet.fo Tað góða Eg vil byrja við byrjanini og siga, at eg upplivdi festivalin og kanska serliga fólkini handan festivalin sum sera professionell og góð og løtt at hava við at gera. Kanska var tað tí, eg kendi tey áðrenn, men eg helt, tað vera bæði gott og deiligt, at festivalfyriskip­ ararnir vóru fyrikomandi og hjálp­ samir, og eg haldi, at hetta sást aftur í øllum festivalinum. Fyriskipararnir megnaðu at finna ta (nærum) fullkomnu balansuna ímillum professionalismu á høg­ um støði og gott, gamalt gesta­ blídni. Tjóðpallurin varð nokkso nógv forsinkaður leygardagin og, so vítt eg dugdi at síggja, var hetta júst tí, at festivalsins egni pall­ meistari (tann, sum syrgir fyri at alt er uppá pláss og koyrir sum tað skal) ikki hevði júst hendan pallin um hendi. So, tumlar upp frá mær fyri framúr góða festival fyriskipan. Karmarnar helt eg eisini vera góðar. Serliga Tjóðpallurin skar­ aði framúr, men allir pallarnir vóru góðir. Teir lógu tætt við hvønn annan, so tað bleiv tí ong­ antíð til nakað rennarí. Vágsbotnur er eisini stak hugnaligur. Har eru góð parkeringsviðurskifti og stutt er til bæði kafé, (grill)barr og sam­ komuhús. Asfalt hevur funnið full­ komna staðið til endamálið. Eg helt eisini, og havi eg hildið síðan Asfalt fyrstu ferð var í fjør, at grafiski parturin av festivalinum var á sera høgum støðið. Tað bláa og rundingurin, heimasíða og bannarar – alt var sera gjøgnumført og riggaði sera væl. Hesum við­ víkjandi liggur Asfalt frammanfyri allar hinar føroysku festivalarnar. Síðan til Asfalt­hugtakið, ella konseptið, sjálvt. Hugtakið, hug­ sjónin og hugskotið handan Asfalt er at veita ein pall bert til føroysk­ an tónleik. Fylgjandi hesi stevnu­ skrá vera (so vítt eg veit) allir áhugaðir føroyskir bólkar, sum søkja um at spæla, góðtiknir. Hetta hevur sínar vansur, sum eg sigi okkurt um seinni, men grund­ leggjandi haldi eg hetta vera gott. Asfalt virkar sum ein sýnisgluggi, ið vísir hvat gongur fyri seg í før­ oyskum venjingarhølum júst nú. Asfalt hevur sostatt tikið leiklutin, Prix Føroyar hevði, eitt sindur yvir. Hóast einki kappingarelement er í Asfalt, so tykist tað sum pall­ arnir í Vágsborni hava stóran áhuga, bæði millum tey meira etableraðu, men serliga ímillum tey nýggju. Fyri okkum, ið eru áhugaði í føroyskum tónleiki, er Asfalt, meira enn nakar annar før­ oyskur festivalur, staðið, har man fer at takað pulsin av føroyska tónleikapallinum. Og tá ið alt kemur til alt, so er føroyski tón­ leikapallurin sera spennandi og tí er Asfalt eisini spennandi. Hóast nógv skræpa var at vassa ígjøg­ num, so vóru fleiri orduliga góðir bólkar, harav summir vóru heilt nýggir. Asfalt er tann føroyski festivalurin, ið er best egnaður til júst hetta at hýsa nýggjum spenn­ andi bólkum, og skuldi tað ikki undrað meg um Asfalt líkasum bleiv barometri fyri hvørjir før­ oyskir bólkar sleppa at spæla á teimum størru festivalunum seinni í summar. The minni góða Stórsti trupulleikin hjá Asfalt í ár var mangulin uppá verulig høvuðs­ nøvn. Ja, Boys in a Band og Side Effect spældu fríggjakvøldið og The Dreams og Sic spældu leygar­ kvøldið, og vóru teir allir, so at siga, høvðusnøvn. Men tað var einki navn, ið veruliga skapti spenning millum fólk og, fylgj­ andi, fekk tey at keypa billettir. Tað var eitt sindur snópisligt at síggja relativt spjaddu manna­ múgvurnar, ið við næstan neyð og deyð funnu saman, tá ið bólkarnir omanfyri spældu. Kanska eru føroyingar heilt einfalt ikki nóg áhugaðir í føroyskum tónleiki til at møta fjølment upp til eitt bara­ føroyskt tiltak. Ein annar faktorur, ið kanska ger seg galdandi, er pen­ ingapolitikkurin hjá Asfalt. Eingin bólkur fekk nakað fyri at spæla, men heldur hevði Føroya Banki lovað seg at koyra pening, 3000 krónur fyri hvønn bólk, í ein grunn, sum skal forbetra um tón­ leikaumstøðurnar í Havn. Meira um hendan politikkin seinni. Kann tað hugsast, at nøvnini, ið draga fólk – Eivør, Teitur, til ein mun, Týr, kanska fløguaktuelli Eyðun Nolsøe, heilt einfalt ikki høvdu áhuga at spæla frítt, og at hetta so gjørdi sítt til at færri fólk møttu upp? Hvussu vendir og víkir, so haldi eg øll vóru samd í, at eitt ella tvey greið høvuðsnøvn manglaðu á Asfalt í ár. (Ein tanki, ið eg ikki tími so væl at hugsa, er at kanska rúsfríi politikkurin hjá Asfalt eisini gjørdi sítt til, at minni fólk legði leiðina framvið.) Ein annar trupulleiki, ið eg legði merki til, var manglandi eftirlit. Vaktir stóðu við inngongd­ irnar og gingu runt á økinum og, Asfalt – the good, the ba Kritiligi bólkurin Proclaim fór á pall í Margarinfabrikkini mynd: Jens Kr. Vang