mánadagur 11. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2007
19
tíðindi
ad and the ugly
Mítt Asfalt: Arni Zachariassen
er 23 ára gamal. Hann er í
tónleikahøpi best kendur sum
gittarleikari í Braquet og Iam.
Til ber at vitja Arna á myspace
profili hansara:
myspace.com/arnizach
so vítt, eg dugdi at síggja, gjørdi
hesi øll eitt gott arbeiði. Men við
eftirliti meini eg við eftirlit við
pallarnar sjálvar. Tá ið Petur
Pólson endaði sína konsert á Tjóð
pallinum við einum friðar og
inniligum lagi, sum, fyri mítt við
komandi, lyfti konsertina á eitt
veruliga høgt og vakurt støði, var
friðurin knappliga órógvaður av
einum fullum dreingi, sum fleiri
ferðir rópti hart eftir Peturi og
sum ikki tagnaði og fór út, fyrrenn
hansara líka fulli, men eitt sindur
betri skikkaði, vinmaður hálaði
hann út (einamest tí konsertin var,
sambært teimum, “rodin”). Um
ordiligt eftirlit var á staðnum,
slapp hesin dreingurin ongantíð
inn og konsertin kundi hildið á,
órógvað. Ein líknandi hending,
sum var uppaftur meira pínufull,
hendi tá ið Gulli Johansen, undir
heitinum Nanoscopic, spældi á
Margarinfabrikkini. Ímillum tveir
sangir fór ein drongur uppá á
pallin til Gulla og byrjaði at róta
ímillum streymleidningarnar hjá
honum, við tí úrsliti at digitala
útgerðin hjá Gulla sløknaði.
Drongurin rýmdi so eftir hetta, og
vit sótu øll pinnastill í eina góða
løtu og bíðaðu eftir, at teldan hjá
Gulla skuldi tendra aftur – tað
vardi nokk bara var 5 minuttir,
men tað føldist sum ein tími. Slíkt
kloddarí má ikki henda og var
veruligt eftirlit við allar pallarnar,
so hevði tað heldur ikki hent.
Annars helt eg tað vera eitt sind
ur løgið, at ikki so mikið sum ein
pylsuvognur var á festivaløkinum.
Eg haldi meg hava hoyrt, at Asfalt
ikki vil stjala kundar frá handlum
í miðbýnum, men tað kann ikki
vera rætt, at festivalgestirnir noyð
ast at ganga allan vegin niðan í
Steinatún, bara at keypa eina
Jolly.
Umframt hetta, so haldi eg
eisini, at tað skal lógarfestast at
oyraproppar skulu verði býttir út
til allar konsertir og øll tiltøk, har
larmurin fer uppum eitt ráðiligt
desibellmark. Øll skuldu fingið
einar útflýggjaðar, tá ið tey fingu
armbond og allar vaktir skuldu
havt fullar lummar.
Tað ræðuliga
Til seinast vil eg siga eitt sindur
um tað ræðuliga. Hetta hevur
einki beinleiðis við Asfalt at gera,
men er heldur tónleikaumstøðurnar
í Havn. Asfalt verður og varð av
fyrstan tíð gjørt fyri at betra um
umstøðurnar hjá tónleikinum í
Føroyum, serliga í Havn. Sum
øllum kunnugt er einki stað, ið
burturav er spælistað í Havn.
Norðurlandahúsið er for stórt,
Kaggin og Margarinfabrikkin eru
for lítil. Tónleikarar í øllum Før
oyum hava brúk fyri einum spæli
staðið, sum kanska kundi mint
eitt sindur um Mentanarhúsið í
Fuglafirði (ella kanska slett ikki),
har umstøðurnar eru serliga veitt
ar til tónleikin og tónleikin eina.
Tað er gott, at Asfalt setur ljós
kastaran á hendan ómetaliga stóra
trupulleika – sjálvt um talan
kanska er meira um eina lumma
lykt enn ein ljóskastara. Í fjør fór
yvirskotið frá festivalinum í ein
grunn, sum skuldi (partvíst?)
fíggja eitt spælistað. Hetta yvir
skot man ikki hava verið serliga
stórt, tí í ár er onnur, longu part
víst útgreinað, leið stungin út í
kortið. Føroya Banki hevur, sum
høvðusstuðul, lovað at latað 3000
krónur í Asfaltsgrunnin fyri
hvønn bólk, ið spældi á ársins
festivali. Umleið 50 bólkar spældu
í ár og 50 ferðir 3000 er 150.000.
Hetta er fragari enn einki og, sum
man tekur til á enskum, so kunnu
biddarar ikki vera kræsnir, men
for hundin! 150.000 er einki! Í
Havn fært tú kanska grundstykki
til ein pylsuvogn fyri 150.000.
Serliga í miðbýnum. Men hetta er
tíverri als ikki stórsti trupulleikin.
Føroya Banki hevur rós og tøkk
uppiborið fyri teirra stuðul – veru
ligi trupulleikin, elefanturin í
rúminum, tað, sum øll síggja,
men eingin sigur, at trupulleikan
við
einum
spælistaðið
átti
Tórshavnar kommuna longu langt
síðan at havt loyst. Jú, gamaní,
kommunan stuðlar eins og Føroya
Banki Asfalt, men eg sakni eina
veruliga loysn á hølistrupulleika
num. Tórhavnar kommuna hevur
í nógv ár hildið tónleikin fullkomi
liga fyri gjøldur. Raðfestingin hjá
Tórshavnar kommunu av tónleiki
num hevur og er, fyri at siga tað
pent, bæði katastrofal og frek,
serliga samanborin við ítróttin, og
sum úrslit er ein grundleggjandi
partur av trivnaðinum hjá einum
stórum parti av borgarunum í
Havn fullkomiliga ignoreraður og
burturtagdur. Hetta er av sonnum
ræðuligt – ræðuliga vánaligt og
ræðuliga ørkymlandi. Sum eitt
tiltak, ið vísir fram tað spennandi,
livandi og framúr feita, ið liggur
og fýsir undir tónlistarliga loki
num, skuldi Asfalt, um rættvísi er
til, víst politikarunum longur nið
an gøtuni, at hesin manglandi vilji
og yvirfloymandi illvilji er full
komiliga og syndarliga absurd og
í veruleikanum embætismisrøkt.
Ársins Asfalt spældi, í mínari
meining, væl av. Sjálvt um stramm
að kundi verið upp í støðum, so er
tiltakið sum heild gott, hugnaligt
og, serliga, spennandi. Í teimum
góðu, hugnaligu og spennandi
løtunum varpaði Asfalt ljós á
bæði tað góða og tað ringa í før
oyskum tónlistarligum høpi – og
tað ræðuliga í lokalpolitiskum
høpi.
Fólk var komið saman at hugnað sær á Asfalt, men musikkskúlalærarar n‡ttu høvið at vísa sína ónøgd við sína støðu.
mynd: Jens Kr. Vang