Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 109 - 11. juni 2007 tíðindi Elin Maria Ó. Olsen Sum ein ung genta dámar mær sera væl at fara í býin at dansa, hava tað stuttligt, vera saman við vinunum ella bara at hoyra onkran kulan bólk spæla. Til Asfalt fekk eg høvi til øll hesi tingini, og nógv afturat. Tað var ein feitur festivalur, har nógvur góður tón­ leikur var. Har var tónleikur til øll, og alla tíðina onkur bólkur, ið var verdur at hoyra. Skráin var eisini løgd soleiðis, at millum tey meira “rockara­ligu” nøvnini, har tú kundi hoppa, dansa og bara flippa út, var okkurt sum tú kundi lurta eftir, meðan tú prátaði við vinirnar og slappaði av. Tað var kul. Turt er kul At byrja við var ikki so nógv fólk, men tað var hugnaligt kortini. Eg sá nógv kend andlit, og tað var stuttligt at heilsa uppá tey, eg ikki havi sæð leingi. Veðrið var hampu­ ligt, so fólk kundi hoyra tonleik úti uttan at blíva ígjøgnum (tað er ikki ofta tað er soleiðis í Føroy­ um). So líðandi komu fleiri fólk sam­ an, og tá Boys In A Band skuldu spæla, vóru tey nógv. Tað var kul. Teir hava so kulan tónleik, og so er hann eisini øðrvísi enn alt hitt, ið er her í Føroyum. Lagið var so gott, og ein konsert er altíð nógv betur, tá stemningurin er soleiðis. Dundrandi industrial techno Tá Side Effect skuldu spæla var heilt nógv fólk, komið saman at lurta, og flippa út. Teir eru jú ein tann kendasti bólkurin og kulasti live­bólkurin, vit hava her í Føroy­ um. Teir spældu mega gott og tað var kul at standa fremst og flippa út til teirra dundrandi industrial techno. Hóast tað, at keyboardið hjá keyboardspælaranum Bryn­ jolfi á Heygum sløknaði í hátalaru­ Asfalt bjóðaði, við meira enn 50 ymiskum framførslum, til hópin av ymiskum tónlistarligum upplivilsum, ið vóru av ymiskari tónlistarligari góðsku. Her er, í mínari meining, tann besta og tann versta framførslan. Arni Zachariassen The Ghost er ein spildurnýggjur bólkur, ið millum annað er mann­ aður av Filip Mortensen, sum er kendur úr The Story Ends. Filip er ein serstakliga charmerandi ungur maður, sum eg leingi havi hildið verið millum teir feitastu sangararnir, sum eru aktivir í før­ oyska rokk umhvørvinum í dag. Hann hevur eina snjalla og klæna rødd, sum skilir hann úr rúgvuna og hevur, í Mínari meining, havt potentiali at lyfta hann á eitt heilt egið støði. Fríggjakvøldið rakk hann so fyri mítt viðkomandi hetta støði. Hann minti onkuntíð um Prince, sum hann stunaði, and­ aði og gneggjaði (og sang, sjálv­ andi!) og við sínum fima dansi og ófantaliga gittarspæli, vísti Filip seg bæði sum ein fyrstafloks undirhaldara og listamann. Urbanus Olsen, sum næstan goymdi seg aftanfyri teldu og ljómborð, var nærum fullkomni mótsetningur Filips. Hann líktist mest einum fortaptum flogviti, sum als ikki treivst á pallinum, men noyddi seg sjálvan upp fyri tónleiksins skyld. Og hesin tónleikur var eisini feitur! Hann var bæði framsíggin og nýskapandi í føroyskum høpi, meðan hann als ikki stóð aftanfyri tónleik av sam­ an slag runt í heiminum. Minimal­ istiski elektro indiepoppurin tran­ senderaði ófeitu umstøðurnar í Margarinfabrikkini og minti øll á, at føroyingar ikki nýtast at leita sær íblástur í kvæðamentan og illveðri fyri at vera feitir. Nú, tað vóru nógv á Asfalt, ið spældu og sungu verri enn Jens Lisberg og Bergur Godtfred. Nógv dugdu verri at stemma og trilvaðu meira á røddini. Men tað, sum, fyri mítt viðkomandi, gjørdi konsertina hjá Jens og Bergi tí verstu á Asfalt var heilt einfalt munurin ímillum góðskuna, eg væntaði mær og ikki­góðskuni, eg fekk. Eg havi hoyrt Jens Lisberg fyrr og havi eg leingi hildið hann havt eina serstakliga góða og úttryksfulla rødd, ið ser­ liga kann gera sálmasang feitan. Jens virkar eisini sum ein fittur maður, ið er niðri á jørðini og charmerandi uppá mátan, bara suðuroyingar kunnu vera tað. Men konsertin leygarkvøldið var heilt einfalt ein ófyrireikaður hurlivasi, sum man skuldi trúð var langt niðanfyri ein mann við tí rutinu, ein maður sum Jens átti at havt. Tá ið hann og Bergur sungu og spældu tyktust teir fullkomiliga bundnir av nótunum, teir høvdu frammanfyri sær, ið sendir sera óprofessionell signal. Ímillum sangirnar komu teir við tilvildar­ ligum viðmerkingum ,og fortaldu teir skemtisøgur, harav onkrar vóru hálvfúlar og allar óstuttligar. Sum heild var hetta, sum sagt, óprofessionelt og vísti eina mangl­ andi virðing fyri áhoyraranum. Kanska mínir forvæntningar vóru úrslit av Johnny Cash­syndromi­ num, har fólk kring allan heimin eftir víðagitnu tónlistarligu endur­ føðingina hjá Johnny Cash á gamalsaldrinum fóru at leita í sínum egna nationala sangskatti eftir gomlum, andaligum country­ abbum, tey kundu gera til teirra egna man in black. Kanska er tað eg, sum eri dummur, men eg væntaði heilt erligt, at eitt sindur meira Johnny Cash var yvir Jens Lisberg, tá ið eg trein inn í Tjóð­ palshølið leygarkvøldið. Eg bleiv skuffaður – fullkomiliga. Tað er eitt hárfínt mark ímillum nostalg­ iskum og feitum kitsch og heilt einfalt vánaligum og kiksaðum tónleiki. Hóast konsertin hjá Jens Lisberg og Bergi Godtfred ikki var púra vánalig og kiksa, so var hon, tíverri, skeivu megin markið. ∆ Tað besta og tað versta Asfalt Bergur Godtfred og Jens Lisberg Mynd: Ólavur Frederiksen Við síni snjøllu og klønu rødd skilir sangarin Filip Mortensen úr Ghost seg úr rúgvuni Mynd: Jens Kristian Vang