Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 11. juni 2007 21 tíðindi Mítt Asfalt v/ Elin Mariu Ó. Olsen Elin Maria er 16 ár og úr Streymnesi. Tað ber til at vitja Elina Mariu á hennara myspace profili: myspace.com/sic4ever num, var tað kul. Sjálvt um summi mistu áhugan av tí, vóru fjepparir, ið flippaðu út allan vegin ígjøg­ num, og tað var skinku feitt. Stuttligt barnatiltak Fríggjakvøldið var eitt gott kvøld, men leygardagurin var eisini kulur. Eg hevði ikki ætlað at farið á barnatiltakið, men eg endaði við at fara og tað var faktiskt stuttligt. Tað var kulur tónleikur tey høvdu har. Til dømis var bólkurin úr Margarinfabrikkini feitur. Tey spældu “Another Brick In The Wall” og “Zombie”, og tað er feitur tónleikur. Tey dugdu eisini væl at spæla og syngja, so tað var kul. Tá barnatiltakið var liðugt var aftur nokkso manntómt, men líka sum fríggjadagin mentist tað sum dagurin leið. Har var alskyns tónleikur, og tað var ringt at velja hvat var best at lurta eftir, so tað ráddi bara um at fáa sum mest burtur úr, so har vóru ikki nógvar av konsertunum, har eg fekk alt við, men har var tó onkur inn í millum. Synarchy var ein av teim­ um fáu bólkunum har eg hoyrdi alla konsertina, og tað var kul! Teir spældu yvirfeitan tónleik, og tað rulaði. Tað einasta keðiliga, var, at teir spældu úti og tað var ljóst. Skuffandi dreymar Ein skuffandi bólkur á Asfalt, var The Dreams. Teir byrjaðu konsert­ ina við at siga, at hetta var næst­ seinasta konsertin hjá teimum, har teir spæla løg av fløguni Tazy, og tøkk og lov fyri tí. Nú er næstan eitt ár síðan The Dreams góvu út fløguna, og síðan tað havi eg, um eg yvirhøvur havi hoyrt nakað, hoyrt heilt fá av teirra egnu løgum. Ja eg havi illa nokk hoyrt nakað annað enn tað, ið er á Tazy. Men tað er løgið nokk tað, nógvum øðrum dámar, tí at áhoyrararnar vóru alvorliga við uppá tað, sjálvt um tað var moderna fyri einum ári síðani. Man skuldi trú, at tað einaferð fór at fella til jørðina, men so letst ikki at vera. Í kvøld spældu teir tó 2­3 løg, ið ikki eru á fløguni, og tað var kul. Teir spældu líka væl, sum altíð, og framførdu enn betur enn van­ ligt, tað var ein feit framførsla, men sum nevnt omanfyri, tørvar teimum nýtt tilfar. Aftan á The Dreams, skuldu Sic spæla, sum síðsti bólkur á hes­ um festivalinum, og tað var ein endabrestur teir góvu okkum. Teir spældu løg av fløguni hjá sær “Pandemonium”, coverløg og eisini okkurt nýtt lag hjá teimum. Tað var yvirfeitt, og teir rockaðu totalt. Tað vóru tey flestu, sum flippaðu út til teirra ógvusliga trash metal tónleik. Tað var ein so kul konsert. Tað var ein hóskandi endi. Sum man sigur “Tá endin er góður er alt gott”. Tey minnu kendu Sum heild, var Asfalt eitt mega feitt tiltak. Tað er feitt, at har bara vóru Føroysk nøvn við, av tí, at til hinar festivalarnar, eru tað um­ framt útlendskir bólkar fyri tað mesta bara teir kendastu bólkar­ nar, ið sleppa at spæla. Men á Asfalt, spældu eisini minni kend nøvn, ið av sonnum eisini vóru líka góð, sum tað, øll kenna framman undan. Eitt nú dámdi mær sera væl Anniku Vang, sum eg ongantíð havi hoyrt fyrr. Hon sang væl, og tekstir hennara eru sera bindandi. ∆ t, eitt sakin tiltak The Dreams spældu vanligu spæliskránna næst seinastu ferð mynd: Ólavur Frederiksen Annika Vang var eitt av spennandi ungu nøvnunum, ið fór á pall á Asfalt Mynd. Jens Kr. Vang Sic syrgdu fyri einum góðum enda á eitt gott tiltak Mynd: Ólavur Frederiksen