mánadagur 11. juni 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 109 - 11. juni 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Nú havi eg spælt í Føroyum í fýra ár, og tí havi eg vant meg
við veðurlagið her. Í dag var tað næstan, sum spældi eg aftur
í Serbia
Nenad Stankovic, NSÍ
Tað hevur skapt stóra
øsing, at frásøgumað
urin hjá SkySports
sendi nøkur minni
heppin orð í luftina,
tá hann umrøddi dyst
in millum Føroyar og
Skotland, og helt at
mikrofonirnar vóru
sløktar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Daft little ground, silly
game. Fuck off.
Soleiðis ljóðaðu seinastu
orðini frá frásøgumanninum
hjá
SkySports,
Richard
Keys, tá teir vóru lidnir at
senda frá dystinum á Svan-
gaskarði millum Føroyar
og Skotland.
Sjálvur helt Keys, at mik-
rofonirnar vóru sløktar, tá
orðini fóru í luftina, men
prátið millum hann og Jam-
ie Redknapp, sum eisini var
við til varpingina.
Leiðslan í SkySports var
alt fyri eitt úti við eini trey-
taleysari
umbering
fyri
hendingina.
- Talan var um eitt tekn-
iskt mistak, sum bar við
sær, at off-air viðmerkingar
av óvart komu við. Ein og
hvør, sum hevur hoyrt okk-
ara umrøðu av dystinum, er
ikki í iva um, at vit fult og
heilt stuðla skotska liðnum.
Viðmerkingar komu at enda
í eini seks tíma langari frá-
søgn, og vit vilja sjálvandi
geva eina treytaleysa umbe-
ring til allar hyggjarar, sum
tóku sær tikni av hesum,
segði ein talsmaður fyri
SkySports.
Klippið við orðunum hjá
Keys er sjálvandi at finna á
netinum, og er slóðin her
http://www.whoateallthepi-
es.tv/2007/06/skys_ric-
hard_ke.html
Hendingin minnir ikki
sørt um hana, sum fyri
fáum árum síðani kostaði
Ron Atkonson starvið sum
fótbóltsviðmerkjara. Hetta
tá hann tosaði niðrandi um
Chelsea spælaran, Marcel
Desailly, tá Big Ron annars
helt, at mikrofonirnar vóru
sløkar.
Richard Keys missir tó
ikki starvið, verður sagt á
SkySports. Sum føroyingar
kunnu vit so bara ímynda
okkum, hvussu orðini høv-
du ljóðað, um okkara menn
sendu onkrar av møguleik-
unum í dystinum í kassan.
Tað er eingin ætlan
í meistaraliðnum
at siga venjaran úr
starvi, eftir at liðið
aftur hesa ferð heil
kiksaði
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
HB hevur tað ikki gott. Tað
varð enn eina ferð staðfest
sunnudagin. Venjarin sigur
inni á ítróttarsíðunum, at
tað hevur verið púa vónleyst
at venja og fyrireika seg til
ferðina suður til Sands.
Mest sum allir spælararnir
hava verið upptiknir av a-
landsliðnum og U-21 lands-
liðnum. Tað hevur darvað
venjingarnar.
HB hevur tapt fýra ferðir
í ár – tvær ferðir ímóti GÍ
og tvær ferðir ímóti B71.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at øll tapini hava verið
ímóti feløgum, sum spæla í
gulum troyggjum og bláum
buksum. Á B71 heimasíðuni
vilja tey vera við, at HB
hevur fingið gulsótt!
Einki tema
Higartil eru fýra av tíggju
venjarum í Formula deildini
farnir úr starvi. Venjararnir
hjá KÍ, AB og VB/Sumba
eru sagdir úr starvi, og B71
venjarin segði seg úr starvi.
Enn hevur B71 ikki sett
nýggjan venjara. Eli Hentze
tekur sær av venjingunum
og taktikkinum, og tað tyk-
ist ganga sum eftir ánni.
HB plagar at vinna nógv
og ofta. Tí er tað ikki at und-
rast á, at tað ikki bara er far-
ið aftur við borðinum, at
HB hevur tapt fýra ferðir,
nú kappingin ikki er hálv-
runnin.
Tosið um at skifta venjara
hevur verið at hoyrt, men
tað er ikki eitt tema millum
tey, sum hava ábyrgd í meis-
tarafelagnum.
- Beint nú iðri eg meg
mest um, at vit ikki fingu
minkað munin til oddin nið-
ur í tvey stig. Soleiðis sum
úrslitini lagaðu seg, so kost-
aði tað í grundini einki, at
vit taptu, men tað ger hin-
vegin iðranina um mista
møguleikan enn størri.
- Men spyrt tú um venjar-
an, so er hetta als ikki nak-
að, sum vit hava viðgjørt.
Vit hava ein týdningarmiklan
dyst nú mikukvøldið, tá vit
spæla hálvfinalu í steypa-
kappingini. Og vit vilja alt-
so heldur nýta orkuna til
hetta, heldur enn at tosa um
uppsagnir og venjaraspurn-
ingin.
- Mann fyri mann hava
vit eisini ein framúr góðan
spælarahóp, men enn hava
avrikini tíverri ikki verið
nóg støðug. Við fimm stig-
um upp til oddasessin er tó
langt ífrá víst, at vit eru úti
úr oddastríðnum. Higartil
hava fingið sjey av níggju
stigum móti teimum trim-
um, sum eru oman fyri okk-
um, og megna vit at halda
fast
um
ta
gongdina,
samstundis sum vit byrja at
vinna hinar dystirnar, so
sær nú ikki heilt galið út,
sigur
Steinfinnur
Mittelstein.
Richard Keys hevur í
drúgt áramál verið eitt tað
best umtókta andlitið á
skíggjanum hjá SkySports
Popczynski eigur fult álit í HB
Sunnudagin trygg
jaði Lyngby sær
uppflyting í super
liguna, meðan Frem
ad Amager tapti og
er illa statt
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var stórur fagnaður í
Lyngby tíðliga seinna-
partin. Við sannførandi
4-0 sigri á grannunum úr
Bagsværd, sum spæla í
AB, tryggjaði Lyngby
sær sess í superliguni
næsta kappingarár. Har-
við er tað greitt, at enn
ein føroyskur landsliðs-
spælari verður í superlig-
uni.
Christian
Lamhauge
Holst var millum teir
fyrstu ellivu á Lyngby lið-
num, og hann verður eisi-
ni í Lyngby næsta kapp-
ingarár.
Lyngby fór á húsagang
stutt fyri jól í 2001. Tá
varð liðið flutt úr bestu
deildini og niður í Dan-
marksseriuna, men nú
hevur Lyngby aftur trygg-
jað sær pláss í deildini,
har teir halda seg hoyra
heima.
Hjá Fremad Amager,
Toda Jónsson, Jónas Þór
Næs, Tem Hansen og
Andrew av Fløtum gong-
ur tað minni væl. Jónas
varð skiftur inn, og Tem
varð skiftur út. Todi og
Andrew spældu alla tíð-
ina, og Andrew javnaði
til 2-2, tá ið tað restaðu
átta minuttir. Í yvirtíðini
skoraði Aarhus Fremad
sigursmálið til 3-2 í Sund-
by Idrætspark.
Fremad Amager
er
næstaftast.
Harvið
er
støðan hættislig, men
enn er møguleiki fyri at
bjarga plássinum í næst-
bestu deildini.
Ein føroyingur aftur
at í superliguni
Á Laugardalsvøll
inum var Keflavík
frammanfyri við
tveimum málum,
áðrenn Valur javn
aði til 22
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast hann hevði verið
burturstaddur í meiri enn
eina viku í sambandi við
landsdystirnar ímóti Ital-
ia og Skotlandi, so var
Símun Samuelsen ímill-
um teir fyrstu ellivu, tá
ið Keflavík í gjár spældi
landskappingardyst
á
Laugardalsvøllinum
í
Reykjavík.
Mótstøðuliðið var sig-
ursvanda Valur. Í 1. hálv-
leiki gekk sum eftir ánni
hjá Keflavík, sum legði
seg á odda eftir fimm
minuttir og í 31. minutti
økti til 2-0. Eftir ein lít-
lan tíma minkaðu teir um
munin, og tveir minuttir
fyri leiklok javnaðu teir
til 2-0. Víkingur og
Breiðablik spældu hós-
kvøldið 1-1. Hinir dystir-
nir í 5. umfari eru á skrán-
ni í kvøld.
Valur hevur 9 stig og
Keflavík hevur 8 stig eft-
ir fimm umfør. Fleirfaldu
meistararnir í FH eru
oddalið við tólv stigum
fyri fýra dystir. Valur og
Keflavík eru undan úrslit-
unum í kvøld á øðrum og
triðja plássi.
Eitt stig til Símun
Gloymdu at sløkkja
mikrofonirnar