mánadagur 11. juni 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 109 - 11. juni 2007 ]
Stjørna rýmir úr Juventus
Franski landsliðsspælarin David Trezegeut er so fortørnaður inn
á seinasta sáttmálauppskotið hjá italska felagnum Juventus, at
hann nú vil sleppa burtur frá felagnum. Trezegeut hevur spælt í
Juventus síðani 2000, og seinastu tíðina hava partarnar samráðst
um ein nýggjan sáttmála. Tá ið Juventus so legði eitt uppskot á
borðið, helt Trezegeut tað vera so vánaligt, at hann vil sleppa
burtur frá felagnum.
Figo heldur fram í Inter
Portugisiski fótbóltsspælarin Louis Figo ætlaði sær til
miðeystur at spæla fótbólt seinni í ár, men ósemja um
sáttmála hjá honum hevur nú við sær, at hann dregur í land.
Figo hevur vent felagnum Al-Ittihad bakið, og hann ætlar
sær at spæla eitt ár afturat fyri italska meistarafelagið Inter.
Ætlanin er, at Figo næsta summar skal í annað starv í
felagnum.
KÍ er nú í niðurflyt
ingarvanda, og NSÍ
tykist betri fyri í
kappingini um FM,
enn felagið nakrantíð
hevur verið
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eftir steðg í knappliga tvær
vikur fór Formula deildin á
rull aftur sunnudagin, tá ið
12. umfar var á skránni. Nú
verður ikki helmað í aftur
fyrrenn sunnudagin 8. juli,
tá ið 16. umfar er á skránni.
Tá verður summarsteðgur
fram til vikuskiftið 4./5.
august.
Inntil 8. juli verður nógv-
ur fótbóltur á skránni. Týdn-
ingarmiklar
uppgerðir
verða á skránni fleiri ferðir
um vikuna. Fyrru hálvfinal-
urnar í kappingini um Løg-
manssteypið verða nú miku-
kvøldið, tveir dystir í 13.
umfari verða leygardagin
og tríggir sunnudagin, miku-
kvøldið í komandi viku
spæla KÍ og HB í Klaksvík,
og annan leygardag fær
VB/Sumba á Jóansøku vitj-
an av NSÍ.
EB/Streymur telist mill-
um toppliðini. Tilfarið tyk-
ist vera gott, men tað gong-
ur
striltið.
Leygardagin
verður
stevnudystur
í
Streymnesi, tá ið KÍ fer at
vitja. Hvussu tað hilnaðist,
tá ið KÍ seinast vitjaði EB/
Streym er óneyðugt at
minna á!
Sjáldsama soltið
Mest merkisvert fyri 12.
umfarið var tað, at úrtøkan
hjá høvuðsstaðnum var so
lítil. At HB og B36 tilsaman
fáa eitt stig burturúr einum
dystardegi kemur ógvuliga
sjáldan fyri. Nú var samlaða
úrtøkan fyri høvuðsstaðin
tvey stig, tí AB, sum hevur
gjørt av at byrja av nýggjum,
megnaði at skava eitt stig til
sín á útivølli.
Í AB eru teir nøgdir við
úrtøkuna, hóast tað eina
løtu sá út til, at argjamenn
skuldu fara úr Gøtu við øll-
um stigunum. Í B36 siga
teir seg kunna liva við 1-1
ímóti NSÍ. Kurt Mørkøre
kennir seg ikki hóttan í
sessinum av teirra orsøk.
B36 er jú oddalið.
Meiri ivasom er støðan í
norðaru lonini í Gundadali.
Hóast talan var um fyrsta
B71 heimasigurin á árinum
hjá B71, so er eingin ivi
um, at tað kann koma fyri
hjá øllum at tapa á Sandi.
Men úrtøkan hjá HB hev-
ur verið so mikið vánalig
tað, sum farið er av hesum
árinum, at tað skal ikki
undra, um onkur radikal frá-
boðan fer at koma heilt
skjótt. Tað er framvegis
møguleiki fyri, at HB skal
vinna bæði meistaraskapin
og steypakappingina, sum
teir á hvørjum ári dyrgja
eftir. At HB hvørki verður
steypavinnari ella meistari
við hugburðinum, sum varð
vístur á Sandi, ivast einki
av viðhaldsfólkunum hjá
teimum svørtu og reyðu í.
Rættiligur avbjóðari
NSÍ hevur ongantíð vunnið
FM. Í 2002 vann felagið
silvur krónur, sum teir
tryggjaðu sær á seinasta
leikdegi. Tá høvdu teir tó
frammanundan – við tapi á
heimavølli ímóti HB - spælt
sær av við møguleikan at
vinna meistaraskapin.
Í ár er tað ikki bara dreym-
urin, men eisini málið hjá
NSÍ at gerast meistari. At
tað eftir trongan fyrsta tíma
í Gundadali sunnudagin
kortini eydnaðist at koma
undan við einum stigi,
boðar frá, at NSÍ skal takast
sum týdningarmikil avbjóð-
ari í kappingini um meist-
araheitið.
Sunnudagin varð tað tikið
til, at tað er ikki á hvørjum
ári, at NSÍ fær stig í Gunda-
dali. Tað er ikki rætt. Í fjør
spældi NSÍ tvær ferðir á úti-
vølli ímóti B36. Heimaliðið
vann annan dystin 2-1, og í
hinum var úrslitið 1-1. Í
2005 vitjaði NSÍ tvær ferðir
B36. Aðru ferðina vann
B36 2-0, og hin dystin vann
NSÍ 1-0!
Burturúr fimm teimum
seinastu umførunum hevur
NSÍ fingið 13 stig. Eftir
fýra sigrar á rað megnaðu
teir 1-1 í Gundadali, hóast
teir leingi vóru niðurspældir.
Tað
boðar
frá
góðum
stima.
Leygardagin fara meistar-
arnir úr HB av vitja við
Løkin. Tað verður rættiliga
áhugavert og avgerandi fyri
møguleikan hjá bæði NSÍ
og HB. Fyri stuttum vann
NSÍ 3-0 á heimavølli ímóti
B71, sum sunnudagin vann
2-1 á HB. Hetta nýtist kort-
ini einki at hava at siga fyri
fyritreytirnar leygardagin,
tá ið talan verður um nýggja
avbjóðing við púra nýggjum
fyritreytum!
Eldur í báðum endum
Tað er eldur í toppinum. Eft-
ir EB/Streyma tapið á Skála
liggja EB/Streymur, B36
og NSÍ borð um borð.
Hóast HB tapti á Sandi,
so eiga meistararnir sjálv-
andi ikki at verða avskriv-
aðir í toppstríðnum. Við
heimasigrum á tveimum av
teimum stóru vístu bæði
B71 og Skála, at tey eru før
fyri at vinna á øllum. Tað
ber við sær, at óvissan og
harvið spenningurin verður
sera stórur. Hóast tað hesa
ferð hálvkiksaði hjá GÍ, so
hava eisini gøtumenn víst,
at teir kunnu arga øll hini.
Bæði botnliðini lættu sær
á, og hjá KÍ var talan um
lyklatap í Vági. Tað ber við
sær, at møguleikin avgjørt
ikki kann avskrivast fyri, at
tað næsta ár fer at verða
leygardagsfótbóltur í Klaks-
vík. Tvær tær næstu ferðir-
nar eru mótstøðuliðini hjá
klaksvíkingum EB/Streym-
ur og HB. Mikudagin 4. juli
fer AB at vitja í Klaksvík.
Ikki minst úrslitið ta ferðina
verður avgerandi fyri, um
KÍ skal halda summarfrí á
plássi undir strikuni ella
ikki.
Sunnudagurin var besti
summardagur higartil. Í
søguligum høpi eru HB, KÍ
og B36 størstu feløgini.
Samlaða
úrtøkan
hjá
teimum var sunnudagin eitt
stig. Tað er lítið at tosa um,
tá ið hitin annars var 15
stig!
Tvey stig til høvuðsstaðin
Runavíkingar tykjast í føðingardagsárinum at biðla meira til gullið, enn teir nakran tíð áður hava gjørt
Mynd: Álvur Haraldsen