mánadagur 11. juni 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 109 - 11. juni 2007 ]
Skotar dyrgja eftir spælara
Skotski landsliðsvenjarin Alex McLeish ætlar at gera eina roynd at fáa
álopsspælaran Gabriel Agbonlahor at spæla fyri skotska landsliðið.
Agbonlahor spælir fyri Aston Villa í Onglandi, og hann hevur spælt
U21 landsdystir fyri Ongland. Mamma hendan Agbonlahor, sum er
gávuríkur álopsspælari, er úr Skotlandi, og tí heldur McLeish tað
verða eina roynd vert, at fáa hann at skifta til skotska landsliðið.
Agbonlahor kann eisini spæla fyri Nigeria, haðani pápi hansara er
ættaður.
Dýrur Beckham
David Beckham verður dýrur í drift hjá enska
fótbóltssambandinum, um hann skal spæla á
enska landsliðnum, samstundis sum hann
spælir fótbólt í USA. The Sun hevur roknað
út, at tað fer at kosta fótbóltssambandinum
260.000 krónur at flúgva Beckham heim til
landsdystir restina av hesum árinum. Ongland
hevur seks landsdystir eftir at spæla í EM-
undankappingini.
Spark heldur enn
spæl, nógvur vindur
og eitt nokkso
tilvildarligt mál
beint fyri leiklok.
Tað er tað, sum
stendur eftir dystin
millum norðasta og
sunnasta fótbóltsliðið
í landinum, har øll trý
stigini vóru verandi í
Suðuroy
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Eftir níggju tap og ein javn-
leik eydnaðist tað loksins
VB/Sumba at fáa trý stig
aftur. Við tepra eittmáls
sigrinum á KÍ, hevur VB/
Sumba nú hálað seg upp á
sjey stig, og samstundis
stytt um fjarstøðuna til liðið
omanfyri
niðurflytingar-
markið, sum er netupp KÍ.
VB/Sumba spældi sín
møguleika og vann fyri aðru
ferð í ár. Dagsins hetja var
Jón Krosslá Poulsen. Eins
og 1. apríl, tá VB/Sumba
vann 1-0 á AB, var hann
maðurin aftanfyri sigurin, tá
hann fekk prikað bóltin í
málið stutt fyri leiklok.
Tað var eftir innlegg frá
Evrard Ble í høgru, at Jón
Krosslá Poulsen við hand-
aru stong setti høvdið á bólt-
in. Hesin rakti verjuleikara,
og so var Jón kvikur á leysa
bóltinum og prikaði hann
inn.
Tá restaðu fimm minuttir
av dystinum, og seinasta
løtan tóktist óendaliga lang
hjá suðuroyingum. Men tá
so bríkslað var fyri seinastu
ferð, kókaði alt kring vøllin.
Tað var við at vera absolutt
seinasta útkall hjá VB/
Sumba – nú eru teir fram-
vegis við.
Vánaligur dystur
Dysturin var annars lítið at
rópa hurrá fyri. Nógvur vind-
ur var og hetta tóktist órógva
spæli. Í hvussu so er var
meiri sparkað enn spælt
dystin ígjøgnum. Av upp-
løgdum møguleikum var
heldur ikki nógv at koma
eftir. KÍ kom nakrar ferðir
aftur til baklinjuna, men so
hendi heldur ikki meir. Tann
annars altíð vandamikli Paul
Clapson varð væl ansaður
av Dimitri Jankovic, so hann
formáddi
sær
lítið
sunnudagin, og varð eisini
skiftur út, tá tað restaðu
smáir tíggju minuttir. VB/
Sumba hevði heldur ikki
heilt so nógv at bjóða upp á
frameftir. Eini tveir rímiliga
stórar kjansir høvdu teir,
men hesir góvu ikki mál.
Battaríini lødd
Í Suðuroy kom frívikuskiftið
væl við. Tað er tungt at
tapa, ikki minst tá talan er
um níggju tap á rað. Áðrenn
henda dystin spældu teir
javnt móti AB, so kom var
frívikuskiftið, tá landsliðið
spældi, áðrenn tørnað varð
til aftur í gjár. Steðgin hava
suðuroyingar brúkt at løða
battaríini, sum vóru við at
vera fult uppbrúkt. Og eins
og eftir vetrarsteðgin, so
vunnu suðuroyingar. Fyri
teir er bara at vóna, at batt-
aríini ikki eru fullkomiliga
uppbrúkt beinanvegin aftur,
soleiðis at tað aftur skulu
ganga tíggju dystir, áðrenn
næsti sigurin kemur til
høldar.
Hjá klaksvíkingum sær
tað ikki serliga gott út. Tað
byrjaði annars væl eftir
venjaraskiftið, og menninir
hjá Eyðun Klakstein vístu
frálíkan hugburð móti B36.
Henda høvdu teir fullkomi-
liga gloymt eftir í Klaksvík,
so stríðsandin og viljin at
kempa fyri stigunum, var
ikki til staðar. Tað er neyð-
ugt, um tú ætlar at fáa stig
úr dystum, har spælið ikki
koyrir. Eisini tá mótstøðu-
liðið eitur VB/Sumba.
Stórt rós til verjuna
Jón Krosslá Poulsen var skilliga ein serstakliga fegin
maður í gjár. – Hetta er faktiskt super, og vit høvdu
alvorliga brúk fyri stigunum, staðfesti einsamalli
málskjúttin sum tað fyrsta, tá vit fingu orðið á hann
eftir dystin. Jón Krosslá heldur seg eisini vita, hvat tað
var, sum gjørdi munin í dag. – Verjan koyrdi ótrúliga væl,
ja allur verjuparturin koyrdi sum hann skuldi. Stórt rós til
teir! Tað hevur tað ikki gjørt annars í ár, men tá hann
riggaði, so vísti tað seg eisini at rigga frameftir vøllinum,
sigur Jón Krosslá Poulsen. – Vit sóu hetta sum eitt síðsta
útkall og vildu vinna. Eisini høvdu vit nakað at hevna
síðani síðst. Møguliga undirmetti KÍ okkum eisini eitt
sindur, heldur Jón Krosslá Poulsen, sum eisini sigur, at tað
var fult uppiborið, at øll trý stigini vóru verandi í
Suðuroy.
Investera ikki nokk
Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ, heldur ikki, at støðan
er kritisk í Klaksvík. Heldur ikki nú lið hansara tapti
fyri VB/Sumba. – Tað er rætt, at vit hava brúk fyri stigum
nú, men støða okkara er ikki kritisk á sama hátt sum hjá
liðunum, sum liggja fimm stig aftanfyri okkum. Vit skulu
gjarna hála okkum upp eftir stigatalvuni, og vit hava nú
fýra dystir eftir fyri summarsteðgin til vinna okkum
nøkur stig, sigur hann. Eyðun Klakstein metir, at umstøð-
urnar at spæla fótbólt í Vági sunnudagin vóru ringar. –
Tann nógvi vindurin hevði við sær, at hvørki av liðunum
kláraði at fáa spælið at ganga. Dysturin var rættiliga rótut-
ur, og eitt tilvildarligt mál fimm minuttir fyri leiklok
avgjørdi dystin. Vit investeraðu ikki nóg mikið í seinna
hálvleiki til at kunna vinna dystin, sigur KÍ-venjarin.
VB/Sumba – KÍ 1-0 (0-0):
Sparkaðu sigurin heim
Fagnaðurin var stórur, tá tað loksins
aftur eydnaðist hjá VB/Sumba at vinna
dyst í Formula-deildini
Mynd: Áki Bertholdsen
KÍ
VB/Sumba