mánadagur 11. juni 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 109 - 11. juni 2007 ]
Fyrstu trý korterini
hevði B36 allar
kjansir at avgera
dystin. Tað eydnaðist
tó ikki at punktera
NSÍ, sum eftir steðgin
stríddi seg upp á javnt
Fótbóltur
Jákup Mørk
B36 hevur neyvan spælt
betri í ár, enn teir gjørdu
fyrra hálvleik í Gundadali
sunnudagin. Í góðveðrinum
varð NSÍ snøgt sagt sópað
av vøllinum, tá væl upp
løgdu heimamenninir nýttu
bæði breidd og dýpd í álops
spælinum, eins og teir við
einum krútsterkum miðvølli
vunnu mest sum allar retur
bóltar.
At tað ikki eydnaðist
teimum at fáa meira enn
tað eina málið, kunnu teir
bert takka sær sjálvum fyri.
Bæði Bergur Midjord og
Sylla áttu sínar møguleikar,
eins og talan í fleiri øðrum
førum varð um heilar og
hálvar kjansir.
Einsamalla málið mátti
Jens Martin Knudsen taka á
sín kappa. Hann metti
skeivt, tá hann fór út eftir
longum bólti, og tá Hanus
Thorleifsson var fyrri á hes
um, noyddist veteranurin at
toga mótspælaran niður.
Einasta merkisverda við
dóminum
var,
at
Jens
Martin ikki fekk kort fyri
hendingina.
Lyklaspælarar fóru út
Brotssparkið setti Mikkjal
Thomassen í netið við ein
um dundurskoti, og so søkti
heimaliðið eftir næsta máli
num. Neyvan hevði nakar
mótmælt, um Fróði Benja
minsen fekk brotsspark, tá
hann varð feldurí gjøgnum
brotsroynd, men eins og í
dystinum annars, so var tað
nær við og næstan hjá B36.
Og tað kostaði dýrt, at
B36 ikki fekk tikið av møgu
leikunum. Gjøgnum seinna
hálvleik royndi NSÍ miðvíst
at arbeiða seg alt meira inn
í dystin. At ein útlúgvaður
Sylla noyddist av vøllinum
dróg nógvar tenn úr kontra
spælinum hjá B36, og tá so
Fróði Benjaminsen varð
skumpaður niðan, samstund
is um Mikkjal varð skiftur
út, fekk NSÍ brádliga tak
um miðvøllin.
Sæð í so væl kenda bak
speglinum, so er einki at
ivast í, at B36 bakkaði ov
langt eftir hæli seinastu løt
una. Møguliga var orkan
eisini farin at ganga undan í
nógva hitanum, og í øllum
førum gekk meira og meira
fyri seg framman fyri máli
num hjá Jákupi Mikkelsen.
Serstakliga var talan í
fleiri førum um vandamiklar
deyðbóltar, og upp á ein av
hesum eydnaðist eisini NSÍ
at javna. Eitt mál, sum Ják
up Mikkelsen mundi eiga
sín lut í.
Lykladystur í Runavík
Javnleikurin bar við sær, at
bæði liðini løgdu seg ájavnt
EB/Streymi í oddinum á
talvuni. Og hetta kunnu
runavíkingar helst vera best
nøgdir um. Eisini hóast teir
kansku kundu tikið alt, var
hepnið av álvara við teim
um. Men teir mundu tó
fegnast um, at Fróði Benja
minsen rakti skeivu megin
stólpan
einar
tríggjar
minuttir inn í yvirtíðina.
Higartil hevur tað fyri tað
nógva eydnast hjá vespu
num at halda taktina við
hini oddaliðini, og megna
teir at taka trý stig, tá teir
fáa vitjan av HB komandi
vikuskiftið, fer tað at síggja
heilt spennandi út.
Hjá B36 mundi tað hin
vegin kennast, sum høvdu
teir tapt tvey heldur enn
vunnið eitt stig. Gaman í
lyfti javnleikurin teir upp á
oddasessin, men ivaleyst
munnu
teir
svørt/hvítu
hugsa meira um, at teir við
sigri kundu leggja seg einsa
mallar á odda.
Ivaleyst fer Kurt Mørkøre
eisini at seta skotvenjing á
skránna komandi vikuna.
Tí við somikið stórari yvir
vág eigur effektiviteturin
hjá einum oddaliði at vera
størri.
Hóast hann í heimlandinum,
Serbia, ofta man hava spælt í
nógvum hitastigum, so puffaði
Nenad Stankovic hjá NSÍ um
hitan, sum var sunnudagin.
Tað var ov heitt hjá okkum at
spæla. Nú havi eg spælt í Føroy
um í fýra ár, og tí havi eg vant
meg við veðurlagið her. Í dag var
tað næstan, sum spældi eg aftur í
Serbia, helt hann fyri.
Um dystin sjálvan helt miðvall
arin, at tað var nøktandi hjá NSÍ,
at teir fingu ein javnleik burturúr.
Hetta var ein sera týðandi
dystur fyri okkum. Og kanska
ávirkaði hetta eisini nervarnar
hjá okkum í fyrra hálvleiki, har
vit einki fáa at hanga saman.
Men tit megna kortini at venda
gongdini. Hvat broyttu tit eftir
steðgin?
Vit fóru longur fram á vøllin.
Vit vóru aftanfyri, og tí noyddust
vit fram. Og eg haldi eisini, at
hetta vísur eina ávísa styrki á lið
num hjá okkum. Eg haldi, at
hetta er fjórða ferðin í ár, at vit
koma aftur, hóast vit hava verið
aftanfyri.
Komandi vikuskiftið skulu tit
spæla móti HB. Tað er væl ein
dystur, sum er eins týðandi hjá
tykkum?
Sjálvandi. Men tað er so ein
nýggj uppgáva, sum vit tá fara
undir. Men sjálvandi vilja vit eis
ini royna at fara eftir sigrinum í tí
dystinum.
-mørk
Fróði Benjaminsen var als ikki
nøgdur um, at tað ikki eydnaðist
B36 at vinna dystin móti NSÍ.
Teir liggja afturi á vøllinum í
bíða, men so leingi sum vit halda
ferðini uppi, sita vit á øllum. Eg
haldi ikki, at teir skapa ein tann
einasta møguleika í 60 minuttir.
Men tá teir fáa drigið ferðina nið
ur, gongur galið hjá okkum.
Tit komu undir stórt trýst sein
astu løtuna. Bakkaðu tit ov
nógv?
Tað gjørdu vit kanska. Tað
gevur teimum pláss at koma long
ur fram á vøllin, og tað fáa teir so
gjørt sær dælt av at enda. Men
tað er irriterandi, at vit bert fingu
javnt, tá vit høvdu allar kjansir at
punktera dystin í fyrra hálvleiki.
-mørk
Henrik heldur fram
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, veit nú, hvat hann skal takast
við næsta árið. Henrik hevur verið venjari hjá Køge í næstbestu deildini seinasta
árið, og nú er sáttmáli skrivaður um samstarv í eitt ár afturat. Á vøllinum gekk tað
ógvuliga væl undan vetrarsteðginum. Tá var Køge millum feløgini, sum kappaðust
um uppflytingarplássini. Í vetur var stórur fíggjarligur turbolensur í og kring
felagið, sum var um reppið at fara á heysin. Ein loysn varð funnin á trupulleikunum,
so felagið slapp undan húsaganginum. Eitt tíðarskeið sást fíggjarliga órógvið aftur á
vøllinum. Men nú hevur aftur gingið væl í eina tíð. Í dag vann Køge 20 á
heimavølli ímóti HIK, sum er aftast við 23 stigum – eitt stig aftanfyri Fremasd
Amager. Hóast turbolensin í vetur og í vár er Køge nummar seks við 44 stigum.
Nógvar Føroyamyndir
á Eurosport.com
Eurosport er spakuliga við at gerast ein av bestu
ítróttarmiðlunum á alnetinum eftir at vera farin í
samstarv við Yahoo. Eisini Føroyar fær gott pláss á
síðuni Á eurosport.com liggja ikki færri enn 38 myndir
frá dystinum millum Føroyar og Skotland á
Svangaskarði. Myndasavnið liggur á: eurosport.yahoo.
com/ph/?p=scotland+faro
B36-NSÍ 1-1 (1-0):
B36 tók ikki av
NSÍ
B36
Skuldu avgjørt dystin
Ov heitt
Hjalgrím Elttør var ein av
spælarunum, sum veruliga
spruttaði, tá NSÍ legði trýst
á. Her er hann í nærdysti við
Klæmint Matras
Mynd: Álvur Haraldsen