mánadagur 11. juni 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 109 - 11. juni 2007 ]
Ófriður er eitt rák
Formaðurin fyri donsku Divisionsforeningen, Thomas
Christensen, heldur at ófriður í sambandi við
fótbóltsdystir í Danmark seinastu tíðina, kann verða eitt
óheppið rák, sum fer at gera um seg næstu tíðina. - Hetta
er sera óheppið, og tí skulu vit nú tosa um, hvussu vit fáa
frið og góða trygd á fótbóltsvøllunum í Danmark, sigur
hann við Politiken. Fleiri dømi hava verið um ófrið til
dystir í Danmark. Mest umtalað hendingin var í sambandi
við landsdystin millum Danmark og Svøríki.
Eriksson slapp ikki at keypa
Svenski fótbóltsvenjarin Sven-Gøran Eriksson, sum í fleiri ár var
venjari hjá enska landsliðnum, hevur ligið fram við eftir at keypa
suðurafrikanska fótbóltsfelagið Hanover Park FC. Eriksson stóð á
odda fyri einum bólki, sum vildi keypa seg inn í felagið, men
núverandi eigarin av felagnum vil ikki taka av tilboðnum, tí hann
roknar við, at felagið verður flutt og bert skal brúkast sum
talentvirki hjá Erikson og hansara fólki.
Jónsvein Thomsen hjá
B71 var fegin um, at tað
loksins eydnaðist B71 at
vinna á heimavølli.
- Hesa ferð skuldi tað
verða. Vit høvdu á leið
sama upplegg, sum til
dystin í Havn, og eisini
hesa ferð riggaði kontra-
spælið
væl.
Móti
endanum komu vit tó
undir eitt heilt stórt trýst.
Vit settu okkum tó fyri, at
hesa ferð skuldi ikki
gleppa, og tað eydnaðist
so tíbetur.
Um gongdina higar til
sigur Jónsvein, at teir á
Sandi
eru
heilt
væl
nøgdir.
- Vit høvdu sett okkum
sum mál, at vit skuldu
verað verandi í deildini,
og higar til hava so livað
upp til ta vónina. Um
orsøkina til hetta haldi
eg, at tað fyrst og fremst
er eitt sterkt kollektiv. Vit
stríðast sum ein maður til
hvønn tann einasta dyst.
Lagið til venjingarnar er
framúr, og yvir høvur
haldi eg, at vit allir hava
tað stuttligt á vøllinum.
Kanska eisini, tí vit ikki
spæla við rygginum móti
múrinum. Men fyrst og
fremst
er
tað
ein
kollektivur innsatsur, sum
hevur
borið
okkum
higartil, heldur Jónsvein.
-mørk
Standa sum ein
maður
Krzysztof Popczynski var
ógvuliga vónbrotin, tá
HB enn eina ferð hevði
tapt fyri B71.
- Leikliga var dysturin
ógvuliga líkur dystinum,
sum vit taptu í Havn. Vit
hava bóltin nógv, men vit
eru ikki nóg konsent-
reraðir, og tí verður tað
fleiri ferðir vandamikið,
tá vit missa bóltin í upp-
spælinum.
Avrikini hjá tykkum
hava verið ógvuliga óstøð
ug. Hvussu ber hetta til?
- Tað eru sjálvandi
fleiri orsøkir. Men hesa
ferð haldi eg, at lands-
dystirnir avgjørt høvdu
sítt at siga. Spælararnir á
A-landsliðnum vóru ikki
tøkir fyrr enn hósdagin,
men teir kundu ikki venja
hendan dagin. Og teir á
U21-landsliðnum komu
ikki til landið fyrr enn
fríggjadagin.
- Tað er sjálvandi gott,
at vit hava so nógvar
spælarar á landsliðnum.
Men fyri ein venjara er
tað ræðuligt. Vit høvdu at
kalla onga fyrireikandi
venjing til hesa uppgáv-
una, og møðin sat enn í
spælarunum. Bæði krops-
liga, men ikki minst
sálarliga.
Soleiðis, sum úrslitini
lagaðu seg í gjár, so mistu
tit tó einki í oddinum?
- Nei, og tað er sum so
tað einasta góða, sum
hendi í gjár. Vit hava
framveigs 15 dystir eftir
at spæla, og sjálvur trúgvi
eg uppá, at vit kunnu
venda
gongdini.
Men
komandi vikurnar verða
ógvuliga harðar. Vit hava
hálvfinalur í steypakap-
pingini, og tí skulu vit
spæla tveir dystir um
vikuna, so næstu tvær
vikurnar vera sera harðar
fyri bæði liðið og meg,
sigur Krzysztof.
-mørk
Landsdystirnir
kosta nógv
Við ongum venjara á
beinkinum varð fyrsti
heimasigurin hjá
sandoyingum í bestu
deildini í seks ár væl
skipaður og lagdur til
rættis
Fótbóltur
Jóannes Hansen
jakup@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð í hesum
kappingarárinum eydnaðist
tað B71 í fína summar-
veðrinum sunnudagin at
vinna á heimavølli. Sigurin
var á kreppuraktu meistar-
unum í HB, og hann var
merkisverdur á so mangan
hátt.
Hetta var onnur ferðin í
ár, at sandoyingarnir, sum
fluttu upp í fjør, vunnu á
meistarunum. B71 hevur
ikki verið í bestu deildini
síðani í 2001. Tí eru tað
seks ár síðani, at B71
áskoðarar hava verið vitni
til fulla úrtøku á heimavølli
í bestu deildini.
Fyri seks árum síðani
vann B71 tvær ferðir á
heimavølli. Onnur ferðin
var ímóti EB/Streymi – 1-0
– og hin ferðin var ímóti –
HB! Úrslitið ta ferðina var
3-2. Tað er einki nýtt, at
B71 hevur gott tak á HB. Í
2001 spældu hesi bæði
feløgini
tvær
ferðir.
Í
Gundadali endaði tað við
málleysum javnleiki.
Sunnudagin var tað eisini
merkisvert, hvørjar mann-
ingarligu fyritreytirnar hjá
liðunum báðum vóru. Seks
av
HB
spælarunum
–
Mortan úr Hørg, Rasmus
Nolsøe, Kári Nielsen, Jákup
á Borg, Rógvi Jacobsen og
Christian Høgni Jacobsen -
vóru við í altjóða avbjóðing-
unum ímóti Skotlandi og
Italia. Eingin B71 spælari
fann náði hjá landsliðs-
venjaranum.
Kanska var tað júst hesin
altjóða veruleikin, sum var
ein av orsøkunum til, at
B71 hesa ferð fekk fult á
heimavølli.
Væl skipað heimalið
B71 venjarin segði upp
herfyri. Eli Hentze hevur
síðani havt ábyrgdina av
venjingunum. Hann var á
B71
miðvøllinum,
og
harvið var B71 venjarin
ikki á beinkinum.
Kortini var B71 avrikið
tilvitað og væl lagt til rættis.
Sandoyingar
vóru
ikki
fyrilitarleysir í álopsspæli-
num. Heldur valdu teir at
bíða eftir meistarunum. Tá
ið bólturin so varð fangaður,
gekk tað fleiri ferðir skjótt
og miðvíst fyri seg í
umstillingsspælinum.
Clayton
Soares
var
einsamallur á toppinum,
meðan Magnus Olsen og
Símin Hansen vóru skjótir
fram í borðunum, tá ið
álopini vórðu sett í verk.
Eitt korter var farið, tá ið
fyritreytirnar fyri hesum
konseptinum
styrknaðu
uppaftur
meira.
Símin
Hansen og Clayton Soares
áttu uppspælið, og skotinum
hjá raska miðvallaranum,
Wellington Soares, bilti
einki. Bólturin streyk inn í
málhornið aftanfyri Marcin
Dawid.
Stutt undan steðginum
legði B71 seg uppaftur betri
á sigurskósina. Hesa ferð
átti Símin Hansen mesta
partin av málinum, sum
venjarin
sjálvur
varð
skrásettur fyri. Eftir framúr
skotroynd uttanvert brots-
teigin
brast
bólturin
í
tvørtræið
aftanfyri
HB
málverjan. Eli Hentze var
fyrstur á returinum og so
var 2-0.
HB lítið sannførandi
Støðurnar í sambandi við
bæði B71 málini lýstu væl
HB avrikið. Meistararnir
tóktust allir sum ein at hava
fingið skeiva beinið fyrst úr
seingini, um teir yvirhøvur
vóru útpurraðir!
Hugflogið í álopspartinum
var ikki, sum tað ofta hevur
verið hjá HB. Taklingarnar
vóru ikki neyvar og sann-
førandi, og í stríðnum um
næstu
bóltarnar
vóru
gestirnir í Dalinum sera
lítið avgjørdir.
Sum seinna umfarið leið
royndi Krzystof Popczynski
at
gera
broytingar
og
skiftingar,
og
aftaru
menninir vórðu ofta sendir
fram á vøllin. HB royndi at
trýsta, og heimamenninir
vistu, at teirra leiklutur
fyrst og fremst var at verja
og lúra eftir møguleikum at
fara í snarálop.
Símin Rógvi Hansen var
brandur
millum
B71
stólparnar og serliga í brots-
teiginum, har høgir kross-
bóltar ofta vórðu sendir.
Tríggjar minuttir undan
leikloki
eydnaðist
tað
miðverjanum Hans á Lag at
minka um munin. Hans
snittaði bóltin framvið B71
málverjanum. Síðsta løtan
gjørdist meiri spennandi,
enn sandoyingar við vána-
ligu heimahagtølunum bríg-
gjaðu seg um, men teir riðu
stormin
av,
og
altjóða
stjørnurnar fóru um Skop-
unarfjørð
við
ongum.
Bygdarmenninir og útlend-
sku hjálparmenn teirra á
Sandi høvdu syrgt fyri at
øll stigini vóru eftir sunnan-
fyri fjørðin.
B71-HB 2-1 (2-0):
Bygdamenn settu altjóða
hetjur upp á pláss
Heldur ikki hesa ferð eydnaðist HB at basa B71, sum við
sigrinum hevur lagt seg væl fyri miðskeiðis á stigatalvuni
savnsmynd
HB
B71