Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 109 - 11. juni 2007 ] Kendist sum vit taptu Pól Jóhannus Justinus­ sen, málskjútti hjá GÍ, iðraði seg nógv eftir javn­ leikin móti AB. – Vit eru nokkso argir nú. Tað kennist ikki sum um, vit hava vunnið eitt stig, men heldur at vit mistu trý og taptu. So avgjørdur toppskjúttin hjá GÍ, sum hevur skotið tilsamans seks mál í ár. Hann metir, at GÍ hevði uppiborið meiri í dagsins dysti. – Eg haldi, at vit vóru betri í dag og vit burdu vunnið. Hetta er í hvussu so er ikki nóg gott, tí ein javnleik kunnu vit ikki brúka til tað stóra, stað­ festir Pól Jóhannus Justinussen. Vit skulu vera nøgdir Sigfríður Clementsen fekk sín fyrsta dyst sum venjari hjá AB í gjár. Í hesum dysti fekk hann eisini stig, og hann er bara væl nøgdur. – Vit eru uppflytarar, spæla á útivølli og fáa eitt stig. Tað er fínt og eg haldi vit skulu vera nøgd­ ir, sigur Sigfríður Cle­ mentsen. – Sjálvandi er tað for­ argiligt at missa í síðstu løtu, men tað hevði verið eitt sindur misvísandi, um tað endaði við sigri til okkum, metir Sigfríður Clementsen, venjari hjá AB. Nadal vann French Open triðju ár á rað Spanska tennisstjørnan, Rafael Nadal, hevur seinastu tvær vikurnar víst, at hann er nógv tann sterkasti tennisspælarin í heiminum á grúsi. Seinastu tvær vikurnar hevði hann vunnið allar sínar dystir rættiliga trygt á veg til finaluna, og í finaluni møtti hann heimsins besta tennisleikara, Roger Federer úr Sveis. Roger Federer royndi av øllum alvi at geva Nadal mótstøðu, men at enda vann Nadal 3­1, og settúrslitini vóru 6­3, 4­6, 6­3, 6­4. Hetta var triðja ferðin á rað, at Nadal vann French Open. Henin vann hjá kvinnunum Finalan í French Open­tenniskappingini hjá kvinnum gjørdist eingin stór uppliving. Her møttust Justine Henin úr Belgia, sum liggur nummar eitt á heimsstyrkislistanum, og 19 ára gamla serbiska Ana Ivanovic, sum hevur verið stóra positiva yvirraskilsi í kappingini. Men sjálvt um Ivanovic hevur spælt sera væl í French Open kappingini, so kundi hon einki gera við Justine Henin, sum vann ein leikandi lættan 2­0 sigur við settúrslitunum 6­1 og 6­2. Tað stóð leingi á málleyst á jøvnum. Men seinasta korteri fingu liðini bæði hvør sítt mál, og so var aftur status quo í einum dysti, har AB fær størri gleði av sínum vunna stigi enn GÍ FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo AB hevði undan dagsins dysti fingið 25 mál ímóti sær. Men undan dagsins dysti hevði AB eisini fingið nýggjan venjara. Hesin eit­ ur Sigfríður Clementsen, og hevði hann sett sær fyri at tetta verjuna, sum hevur verið heldur opin í teimum ellivu fyrstu dystunum í ár. Hetta eydnaðist fyri so vítt eisini rættiliga væl. Í 85 minuttir eydnaðist tað at halda tætt, men so var Pól Jóhannus Justinussen fram­ við, og við einum fínum hálvfluktara skoraði hann og tryggjaði GÍ eitt stig. AB stóð rætt Uppleggið hjá GÍ var, at lokka óroyndu argjamennin­ ar fram á vøllin, soleiðis at langir bóltar kundu spælast upp um verjuna. Hetta rigg­ aði eisini eina løtu, men skjótt fótaði AB sær, stabili­ seraði seg og so var ógvu­ liga trupult hjá GÍ at spæla seg í gjøgnum. Av tí sama gekk eisini rættiliga long tíð, áðrenn fyrsta málið kom. Og tá tað so kom, var tað ikki GÍ sum fekk tað, men AB. Bjarni Jørgensen var álopssinnaður leikari í høgra borði, og hann sendi ein høgan bólt inn fyri, tá tað restaði eitt korter. Onk­ ursvegna snýtti hetta mál­ verjan, og so endaði bólturin í netinum handan Geza Turi. AB á odda í Sarpu­ gerði. GÍ hevði annars havt bólt­ in nakað væl meiri enn AB, men við at standa rætt og halda tætt ímillum keturnar, hevði tað eydnast AB at halda heimaliðnum frá teim­ um stóru kjansunum. Og tá tosað verður um kjansir, so hevði AB ikki verið heilt vandaleyst, tá teir fingu møguleikan. GÍ hinvegin hevði havt nógv spæl og rímiligt trýst á AB­málið, uttan at fáa nakað burturúr. Men tá so bara fimm minuttir restaðu bukkaði AB undir. Pól Jóhannus Justinussen hálvfluktaði eitt innlegg í málið. Javn­ leikur og eitt flott mál frá runavíkinginum í Gøtu, sum við hesum skoraði sítt fimta mál á rað. Framman­ undan hevur Pól Jóhannus stútað fýra bóltar í netið í fýra dystum, og við hesum staðfesti hann ikki bara, at hann er málfarligur, men eisini at hann dugir annað enn at brúka høvdið. Rættvíst úrslit Dysturin endaði við javn­ leiki 1­1. Samanumtikið eitt rættvíst úrslit. Kanska gøtumenn iðra seg meiri enn tey á Argjum, og tað hava tey eisini alla orsøk til, um so er. Ikki bara tí, at GÍ leikliga var omaná stór­ an part av dystinum, men eisini, tí at GÍ ikki fær brúkt ein javnleik til tað stóra. GÍ liggur mitt í stigatalv­ uni, men sunnudagin lagaðu úrslitini soleiðis, at teir kundu vunnið seg eitt fet inn á liðini frammanfyri. Til hetta kravdist tó ein sig­ ur, men tað kláraði GÍ ikki. Tískil er fjarstøðan til aft­ asta plássið styttri hjá GÍ, enn hon er til fremsta plássið. Hjá AB er hinvegin talan um eitt fínt úrslit. Gaman í, teir missa í síðstu løtu, men samanumtikið eiga argja­ menn at vera nøgdir við at hála eitt stig heim á úti­ vølli. Eitt stig munar í hvussu so er hampiligt, tá teir frammanundan bara høvdu seks. Og serstakliga umráð­ andi er tað, at teir við javn­ leikinum ikki lovaðu VB/ Sumba framum seg. So munur var á stigunum, lið­ ini bæði ognaðu sær. GÍ – AB 1-1 (0-0): Munur á stigum AB GÍ GÍ hevði meiri spæl, men AB teir vandameiru kjansirnar, tá hesi bæði býttu stigini í Sarpugerði í gjár Mynd: Eirikur Lindenskov