mánadagur 11. juni 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 109 - 11. juni 2007 ]
Skála er betri
skipað
Miðvallarin og liðformað
urin hjá Skála, Pauli G.
Hansen, var stak væl
nøgdur efti stríðið í sum
marveðrinum:
Vit spældu betri, vit
stríddust meiri, og tað
hevði serligan týdning, at
vit vóru fyrri á returbólt
unum, enn teir vóru tað.
Tit hava síðstu vikurnar
tapt móti bæði NSÍ og
HB. Hvør var munurin á
avrikinum hesa ferð, og
so á avrikunum tær báðar
ferðirnar?
Tað hevði stóran týdn
ing, at vit hesa ferð vóru
betri skipaðir. Vit hildu
okkum ti avtalurnar og
fokuseraðu upp á okkara
spæl. Tað bar við sær, at
vit komu til møguleikar
og skoraðu, og at vit hil
du teimum burtur frá
møguleikum, heldur Pau
li G. Hansen.
Betri tilfar og
verri spæl
Egil á Bø er liðformaður
á felagsliðnum EB/Strey
mi. Mikukvøldið skulu
hann og liðfelagarnir aft
ur á Skála at spæla hálv
finalu í steypakapping
ini:
Hetta var ikki nóg
gott. Um vit skulu í stey
pafinaluna, er tað neyð
ugt við betri avriki miku
kvøldið. Tað hongur ikki
nóg væl saman, og so fel
la vit til at sparka meiri
og spæla minni.
Tilfarið
tykist
vera
gott?
Vit hava helst betri
fólk enn í fjør, men enn
hava vit ikki fingið fulla
nyttu burturúr tí. Sorin
verður saknaður, men tað
er ikki øll frágreiðingin,
staðfestir Egil á Bø.
Hesa ferð sótu John
Heri Dam og Gert Han
sen uttanfyri. Gert varð
smáskaddur undir venj
ing fríggjakvøldið, men
hann hevði boðað frá, at
hann var tøkur. Venjarin
valdi tó at hava Brian
Olsen á høgra vongverja,
og hann stóð seg væl.
John Heri Dam hevur ver
ið burturstaddur, men
hesa seinastu vikuna hev
ur hann vant.
Nærlagni, ídni og
ágrýtni hjá heimalið
num virkaðu við til,
at EB/Streymur, sum
tað ikki stemmar hjá
í løtuni, fór av Skála
við ongum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eftir
flúgvandi
fyrstu
umfør, síðani John Petersen
tók um róðrið á Skála,
hevði tað ikki gingið nakað
serligt tríggjar tær seinastu
ferðirnar. Eftir javnleik í
Gundadali ímóti B36 og
trivaligt tap ímóti HB og
heimatap ímóti NSÍ var
spurningurin á Skála, hvus
su tað stóð til eftir landsliðs
steðgin.
Avrikið ímóti oddaliðnum
EB/Streymi vísti, at pílurin
framvegis vendir rætta veg
in. Hugburðurin var fínur.
Skála spælararnir ofraðu
seg fyri liðnum og hvørjum
øðrum. Teir arbeiddu eitt
sindur meiri og eitt sindur
harðari enn mótstøðumenn
inir, og tað var ikki frítt, at
tað eisini leikliga hekk betri
saman hjá heimaliðnum.
21 sigurin var tepur, men
hann var nátúrlig avleiðing
av gongdini.
Hjá
varðameistarunum
riggar tað ikki so væl, sum
tað gjørdi í fjør, tá ið meist
araheitið so ógvuliga leingi
var á stokkinum, og EB/
Streymur vísti satt meistara
spæl.
Framrættaða spælið flýtur
ikki, sum tað gjørdi í fjør.
Sentralu
miðvallararnir
hava ikki eins lætt við at
varðveita bóltin, og sam
bandið millum keturnar er
ikki so tætt og væl skipað,
sum tað plagdi at vera. Í
staðin fyri gjøgnumspæld
álop við hugflogi og eftir
skipaðum mynstri, verður
ov ofta sparkað ov langt og
óskipað.
Hesa ferð var Arnbjørn
Hansen, sum higartil hevur
sitið beinskaddur uttanfyri,
í fremstu ódnini, og tað var
hann, sum legði EB/Streym
á odda miðskeiðis í 1. hálv
leiki. Eftir stóra misskiljing
í miðverjuni vísti ungi mað
urin, at máltevið er intakt,
hóast skaðasteðgurin hevur
verið langur.
Tað er týdningarmikið
fyri EB/Streym, at Arnbjørn
Hansen er komin so mikið
fyri seg, at hann er førur
fyri at spæla. Men tað restar
framvegis nógv í, áðrenn
tað aftur fer at streyma hjá
Piotr Krakowski og hansara
monnum. Sorin Anghel í
fullgóðari
útgávu
hevði
sjálvandi gjørt stóran mun.
Men tað er heldur ikki so
neyvt og trygt í verjupartin
um, sum tað plagdi at vera.
Skála betri fyri
Hóast gestirnir løgdu seg
framum, so misti heimaliðið
ikki stevið. Pætur Dam
Jacobsen og Levi Hanssen
eru óførir stríðsmenn á mið
vøllinum. Tað er Pauli G.
Hansen eisini, og hann vísti
eisini hesa ferð, at hann er
sannur meistari í at lesa
spælið. Alexandur Johansen
var aftur hesa ferð snildur í
vinstru, inntil hann varð
avloystur av Slavisa Kaplan
ovic, sum ikki tykist megna
at vinna sær pláss millum
teir fyrstu ellivu.
Skálamenn høvdu fokus
á hvørjum nærdysti, teir
vunnu flestu returbóltarnar,
og í álopspartinum hekk tað
betri saman hjá teimum. At
teir skoraðu tvær ferðir og
harvið tryggjaðu sær øll
stigini kom ikki óvart á.
Longu frammanundan EB/
Streyma málinum høvdu
teir havt bóltin í málinum
aftanfyri
René Tórgarð,
men tá kolldømdi dómarin.
Sjey minuttir undan kær
komnu hvíldini í dýrdar
veðrinum, bríkslaði dómar
in fyri brotssparki til heima
liðið. Dómurin var fyri
hands ímóti Marna Djur
huus. Tað verður altíð sam
røðuevni, um brotsspark
skal dømast í tílíkum førum.
Alexandur Johansen syrgdi
fyri fullari nyttu burturúr
dóminum, og í 2. hálvleiki
tóktist tað vera spurningur
um tíð, áðrenn heimaliðið
fór at fáa leiðslumálið.
Obi var í fremstu ódnini
meistari í at halda upp á
bóltin, meðan hann bíðaði
eftir viðspælarunum. Eitt
korter undan leikloki fekk
hann í borðinum og eftir
langa sending bóltin av Egi
li á Bø. Innskifti Kaplanovic
lat innleggið fara til púra
blanka Boga Gregersen, og
arbeiðssami maðurin, sum
so ofta hevur havt marginal
irnar ímóti sær seinastu tíð
ina, gjørdist dagsins hetja á
Skála.
EB/Streymur royndi at
flyta tunga arsenalið fram,
og teir vóru síðstu løtuna
vandamiklir í sambandi við
onkrar
deyðbóltsstøður,
men tað eydnaðist Hans Jør
gensen og verjuni at halda
streyminum burtur. Í løtuni
er EB/Streymur ikki, sum
oddaliðið nógva av árinum
í fjør var, og í løtuni er Ská
la í útgávu, sum kann lyfta
teir upp millum liðini, sum
kappast um heiðursmerkini.
Har sum EB/Streymur fram
vegis er!
Skála-EB/Streymur 2-1 (1-1):
Streymslit í Sundalagnum
Ikki minst vóru teir hjá Skála hvassari í nærdystunum, enn gestirnir frá EB/Streymi vóru tað
Mynd: Sofus D. Johannesen
EB/Streymur
Skála
Føroysk lið tóku seg fram
Havnar Fimleikafelag og Støkk tóku um vikuskiftið lut í
HMkappingini í estetiskum fimleiki. 28 lið vóru við í
kappingini, og føroysku feløgini gjørdust ávikavist
nummar 22 og 24. Havnar fimleikafelag fekk 18,80 stig og
Støkk fekk 17,50 stig. Vinnandi liðið varð estlendska GC
Janika, sum vann framman fyri bulgarska landsliðið.
Heilsurenning hvønn
mikudag
Frá mikudegnum komandi fer Bragdið at skipa fyri
heilsurenning. Hendan verður hvønn mikudag klokkan
19, og verður byrjað á parkeringsøkinum við Hotel
Føroyar. Tað er eingin treyt í sjálvum sær, at runnið
verður allan vegin, so talan er eisini um tiltak til teirra,
sum bara vilja hava ein góðan gongutúr. Hóast tað er
felagið Bragdið, sum skipar fyri tiltakinum, so verður
sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin.