mánadagur 11. juni 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 109 - 11. juni 2007 ]
Frem trý stig í Jyllandi
Lagið var gott á Atla Danielsen og liðfeløgunum í Frem, tá
ið teir í gjárkvøldið komu aftur í Valby í Keypmannahavn.
Frem spældi tíðliga seinnapartin í Thisted, og Frem sigraði
2-0. Hetta var fyrsta ferðin í hálvt annað ár, at tað eydnaðist
Frem at fáa fulla úrtøku í Jyllandi. Lítið bendi leingi á, at
Frem skuldi fáa fulla úrtøku. Talan var um málleysan
javnleik, inntil tað restaðu fimm minuttir, og heimaliðið
hevði havt teir størstu møguleikarnar. Fimm minuttir fyri
leiklok skoraði Frem, og í yvirtíðini øktu teir til 2-0. Stutt
eftir fyrra málið hevði Atli Danielsen ein góðan møguleika,
men bólturin streyk skeivu megin stólpan.
Dynamo Kiev vann
Í gjár eydnaðist ukrainska stórfelagnum, Dynamo Kiev,
at vinna meistaraheitið, tá teir vunnu ein tryggan 3-1
sigur á Karpaty Lviv. Undan seinasta dystinum eru teir
sostatt seks stig frammanfyri Shaktar Donetsk á øðrum
plássi, sum hevur vunnið meistaraheitið seinastu tvey
árini. Fyrr í ár eydnaðist eisini liðnum úr Kiev at vinna
steypakappingina, og við hesum hava teir nú tryggjað
sær “the double.” Hetta er 12. meistaraheitið hjá Dynamo
Kiev í ukrainskum fótbólti, meðan teir harafturat hava
vunnið 13 meistaraheitið í gamla Sovjetsamveldinum í
árunum 1961 til 1991.
Real Madrid eru sera
tætt við at vinna meis
taraheitið í Spania,
hóast tað eina løtu
sá út, til at eitt Messi
mál, ið varð skorað
við hondini, kundi
gerast avgerðandi fyri
spanska meistaraheit
ið
Fótbóltur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tey trý sponsku oddaliðini
spældu samstundis leygar-
kvøldið. Áðrenn hetta, tað
næst seinasta umfarið, vóru
Real Madrid og Barcelona
jøvn á stigum við 72 stigum
hvør, meðan Sevilla hevði
71 stig.
Talan var um 90 spennan-
di minuttir, har fjepparar
hjá Barcelona, Real Madrid
og Sevilla skiftu millum
ovfarakæti og vónbrot. Bar-
celona var fyrsta liðið at
fara afturum, og hetta gledd-
ust fjeppararnir hjá Real
Madrid um. Heilt til Zargo-
za við einum brotssparki
legði seg framum Real Mad-
rid. Tá Messi beint eftir
javnaði fyri Barcelona við
einum málið, har hann við
hondini skúgvaði bóltin
upp um málmannin, var lag-
ið ringt hjá Real fjepparun-
um. Málið fekk tankarnar
at leita til landsmannin hjá
Messi, ið hann so ofta er
sammettur við, Diego Mara-
dona, og hansara víðagitna
“Guds hond” mál.
Messi skeyt stutt eftir enn
eitt mál - hesaferð við bein-
inum, og hóast Real Madrid
fekk javnað, so gekk ikki
long løta fyrr enn Zargoza
aftur legði seg framum. Til
fáir minuttir vóru eftir var
støðan tann, at Barcelona
var frammanfyri 2-1 og
Real Madrid var aftanfyri
1-2. Í seinasta minuttin javn-
aði Ruud Van Nistleroy fyri
Real Madrid, og samstundis
skeyt Raul Tamudo mál fyri
Espanyol móti Barcelona,
so støðan í báðum dystum
gjørdist 2-2. Samstundis
megnaði eitt skert Sevilla
lið einans at fáa málleysan
javnleik móti Mallorca. Tí
er støðan tann við bert ein-
um umfari eftir, at Real
Madrid og Barcelona eru
jøvn á 73 stigum, men Real
Madrid hevur vunnið innan-
hýsis dystirnar og gerst
sostatt meistari, um liðini
eru jøvn á stigum. Sevilla
hevur 72 stig.
Í seinasta umfarinum møt-
ast Sevilla og Barcelona,
meðan Real Madrid hevur
vitjan av Mallorca. Tí er
møguleikin góður fyri, at
Real Madrid verður spansk-
ur meistari í ár.
TB-LÍF 2-0 (0-0)
1-0: Olivur Abrahamsen 51.
2-0: Kaj Roest 60.
HB-ÍF ikki spældur
FSV04-B68 1-6 (0-2)
0-1: Jósup Henriksen 7.
0-2: Jósup Henriksen 45.
0-3: Jann Ingi Petersen 49.
0-4: Alex Troleis 56.
0-5: Alexander Castilho 68.
0-6: Jann Ingi Petersen 83.
1-6: Andrzej Stretowicz br 90.
B36-NSÍ 1-2 (0-1)
0-1: Eddie Mikkelsen 38.
0-2: Sonni L. Petersen 69.
1-2: Kurt Mørkøre 85.
KÍ-SÍ 2-2 (2-1)
0-1: Poul Poulsen
1-1: Kristian Andreasen br
2-1: Julian Samuelsen
2-2: Jørgen Meitilberg
FAKTA UM 1. DEILD
Guds hond var ikki nóg mikið
Í Sandavági ætla teir
sum skjótast at gloy
ma avsmurningin
ímóti oddaliðnum og
heldur fokusera upp
á næstu avbjóðingina
og at verja næstfrems
ta plássið, sum tað
framvegis tykist vera
lítil kapping um
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í dýrdarveðrinum á Valloyri-
ni í Sandavági leygardagin
tóku toftamenn enn eitt risa
fet ímóti Formula deildini.
B68 flongdi FSV04 við
ikki
minni
enn
6-1.
Heimaliðið fekk ikki sítt
mál fyrrenn í evstu løtu, tá
ið toppskjúttin, Andrzej
Stretowicz, umsetti brots-
spark til mál aftanfyri Gunn-
ar á Steig, sum annars hevði
millum lítið og einki at
gera.
B68 setti beinanvegin
ikki serliga sannførandi
heimaverjuna undir trýst.
Eftir skjótálop og innlegg
frá Kristian Anton Andrea-
sen skoraði Jósup Henriksen
til 1-0, og ágrýtni maðurin
økti í síðstu løtu til 2-0, tá
ið hann kom ímillum aftur-
legging.
Venjararnir
báðir
hjá
FSV04, Jan C. Dam og Ják-
up Eli Olsen, komu ikki á
vøllin eftir steðgin. Besta
møguleikan hjá FSV04 í 1.
hálvleiki hevði toppskjúttin,
Andrzej Stretowicz havt,
men hann var óheppin og
sendi í tvørtræið.
Eftir steðgin bar einki til
hjá heimaliðnum, og B68
hevði fult tamarhald á. Mið-
vallarin Jann Ingi Petersen
skoraði tvær ferðir, og vong-
verjin Alex Troleis og mið-
vallarin Alexandro Casthilio
eina ferð í part.
B68 er trettan stig framm-
anfyri triðja plássið og á
veg upp í Formula deildina.
FSV04 droymir eisini um
Formula fótbólt. Tað kann
gott vera, at teir fara at gera
dreymin til veruleika, tá ið
teir hava gloymt leygardag-
in.
Dystur um bronsuna
TB fekk fult, tá ið teir høv-
du vitjan av LÍF og telvaðust
um fjórða plássið. LÍF var
væl við undan hvíldini,
men leirvíkingar megnaðu
ikki at skjóta mál. Tíðliga í
2. hálvleiki skoraði Olivur
Abrahamsen, og bara lítla
løtu seinni varð alt avgjørt,
tá ið TB toppskjúttin, Kaj
Roest, hevði økt um mun-
in.
So var TB meiri verjukent,
men LÍF megnaði ikki at
hótta.
NSÍ plagar at hava ilt við
at halda tørn um plássið í
næstbestu deildini, tá ið teir
áður hava roynt seg. Hesa
ferð tykist fara at bragda.
Eftir sigurin á botnliðnum,
B36, í Gundadali er NSÍ
langt frá niðurflytingar strik-
uni.
Eddie Mikkelsen skoraði
einsamalla málið í 1. hálv-
leiki. Eftir stutta frísparks-
sending smekkaði hann til
úr stórari fjarstøðu. Málver-
jin tóktist hava tak á, men
bólturin fór í málið. Eftir
uppspæl í vinstru økti Sonni
L. Petersen til 2-0.
B36 liðið var ikki væl
mannað. Kurt Mørkøre stóð
í álopinum, og tað eydnaðist
honum at minka um munin,
tá ið tað restaðu fimm
minuttir. Gamli málrevurin
var fyrstur á returbólti.
Tað eydnaðist hvørki KÍ
ella SÍ koma sær undan hótt-
anini av niðurflyting. Í tætt-
ari uppgerð í Klaksvík legði
Poul Poulsen SÍ framum.
Fram ímóti steðginum fót-
aði heimaliðið sær, og teir
skoraðu tvey mál. Kristian
Andreasen við brotssparki
og Julian Samuelsen, sum
leingi hevur verið skaddur,
og nú tykist vera um at
koma fyri seg aftur, áttu
málini. Julian við at seta
krúllin undir frísparksinn-
legg.
SÍ royndi at leggja trýst á
eftir steðgin. Útjavnandi
málið skoraði Jørgen Meitil-
berg, tá ið hann gjørdist
leysur.
Í Gundadali skuldu HB
og ÍF havt spælt. Fuglfirð-
ingar hildu seg hava fingið
boð um at spæla klokkan
15, og teir fóru til hús aftur,
tá ið heimaliðið ikki møtti.
HB liðið møtti at spæla
klokkan 17, og tað hildu
teir seg hava givið ÍF boð
um. Enn er ikki avrátt, hvat
verður av hesum dystinum.
Eingin steðgar toftamonnum
Lionel Messi úr Barcelona
skúgvaði við hondini
undir bóltin, ið fór uppum
málmannin hjá Espanyol
Mynd: Polfoto/AP