mikudagur 28. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 28. mars 2001
5
4
Nr. 61 - 28. mars 2001
Tað regnar, og kuldin
liggur tráur norður av
kavaklæddu fjøllunm
fyri sunnan. Bátarnir,
sum dagliga rógva út,
fáa framvegis fisk á
Norðhavinum. Mána-
dagin fekk onkur,
sum legði upp á Eiði,
oman fyri tonsið
ÚTRÓÐUR
Edvard Joensen
Eiði: Bátarnir eru enn fleiri
í tali, og teir fáa framvegis
eitt sindur við snelluni
norðanfyri.
Hóast tað nú fer at líða
eitt sindur, er framvegis
nógv ferðsla í havnini á
Eiði. Bátarnir eru umleið
líka nógvir í tali, sum tá teir
vóru flestir um grækaris-
messuleitið. Og teir fáa
framvegis fisk, láta teir at.
Hann lotar lágt, nú tað
skýmir mánakvøldið á Eiði.
Lotið er rættiliga kalt, og
eitt sindur kennist úr tí.
Vátaslettingur helst. Kavin
liggur enn á fjøllunum, og í
skýmingini kennist tað lítið
várligt at standa her á
bryggjukantinum, meðan
menninir í bátinum krøkja
í, og kranaførarin hivar
netini við fiski upp í grønu
kassarnar, sum standa á
bryggjuni.
Ein føroysku seksæringur
við trimum monum glíður
undan stevninum á Morgu-
nstjørnuni, sum liggur við
bryggjuna. Hon er komin
undan Íslandi og skal landa
í morgin. Helst í Miðvági,
heldur onkur, sum er á
bryggjuni.
Seksæringurin leggur at
undir krananum, og hivar
tvey net við umleið 1.000
pundum
upp
á
land.
Maðurin á bryggjuni loysir
posaknútin, og fiskurin
rennur niður í grøna karið.
Tá bæði netini eru tømd, er
karið fult. Eitt sindur av ísi
er lagt á botnin, og nakrir
spakar verða tveittir omaná.
Eitt frámerki verður sett á
kassan og báturin hevur
givið pláss fyri tí næsta,
sum kemur fram at at landa.
Longur frammi liggur ein
60 tonsari, sum rør við línu.
Teir hava gjørt tað hampi-
ligt í vár. Tað plaga teir,
hóast teir ikki altíð hava so
góðan hug at láta væl at.
Men tað er ikki tann, sum
altíð avreiðir í Útvarpinum,
sum hevur frægasta úrslitið,
tá uppgjørt verður, plaga
teir at halda.
Eitt tíggjumannafar kem-
ur fram við síðuni og leggur
stilt. Tað er gággufiskarin,
sum kemur við agni. Sunn-
an úr Eysturoynni. Plagar at
royna í Tangafirði, so tað er
langur vegur at sigla hjá
honum. Hann plagar annars
at koyra gágguna norður
við bili.
Hann hevur fingið bara
væl í dag, so útróðrarfor-
maðurin, sum tekur ímóti,
letur væl at. Gott agn er,
sigur hann.
Bátarnir úti í havnini
gerast fleiri og fleiri. Teir
bíða eftir landingartørni. Í
kvøld er bara ein lastbilur
og tekur ímóti. Hinir eru til
arbeiðis aðrastaðni, men
plaga at koma, so skjótt teir
annars eru leysir.
Eitt sindur ymiskt er,
hvussu tað roynist hjá bát-
unum. Onkur hevur bara
eini 300 pund, meðan onk-
ur annar fer upp um tonsið.
Nógvir liggja hvørju megin
við tað hálva tonsið kortini.
Og tað er ikki so heilt galið,
tí í nógvum bátum eru bara
ein ella kanska tveir mans.
Teir, sum taka ímóti,
siga, at higatil í kvøld hava
teir fylt upp í eini 80 kør,
sum verða koyrd út á Toftir,
har alt verður selt á upp-
boðssøluni hjá Fiskamark-
naðinum.
Eitt sindur er nú útliðið,
og rognini eru ikki so góð,
sum tey hava verið fyrr í
vár. Heldur ikki verður
tikið í móti silum meira.
Og hóast prísurin á fisk-
inum eisini er lækkandi í
løtuni, kunnu eini 1.000
pund kortini geva einum
einsamøllum manni eina
hampiliga dagløn.
Tað vætir nú rættiliga
niður úr luftini. Bátarnir
hvørva, so hvørt teir hava
lagt upp. Maðurin á bryggj-
uni skrivar navn og numm-
ar á bátinum á ein merki-
seðil, sum verður heftur á
grøna kassan, og tann næsti
báturin leggur at landingar-
plássinum.
Summir skunda sær út úr
havnini og suður eftir
Sundalagnum. Men teir
flestu fara eystur at flóti-
brúnni Suðuri undir Gerði
og leggja seg.
Suðringarnir eru her enn.
Teir siga, at onkur var farin
suður um aftur, men kom
aftur, tí tað royndist vist
hóast alt frægari norðan-
fyri.
Tað regnar. Droparnir
falla tungir og legja seg á
linsuna á fototólinum, sam-
stundis sum tað myrkir, so
ikki fæst líkinda mynd utt-
an við blitsi. Men tað røkk-
ur so stutt, so tað kann
næstan gera tað sama, sum
líkindi nú eru. Og hetta skal
eisini skrivast inn á telduna
og sendast um Internetið til
blaðhúsið á Argjum, so
frægast er helst at fara at
húsum, meðan enn ein bát-
ur kemur inn um grótkastið
og leggur seg í bíðirøðina
inni í hylinum.
Í kaldari skýming á havnarlagnum
Fiskurin verður lagdur upp á Eiði og fluttur við lastbili út á Toftir, har hann verður seldur á uppboðssølu
Mynd: Edvard Joensen
Gággufiskarin er komin við agni til línubatin, sum rør út norðanfyri
Mynd: Edvard Joensen
– Eg hevði sjálvandi
ikki funnið uppá at
gjørt nakra avtalu við
Sámal Petur í Grund
um eitt nýtt starv,
fyrrenn eg veit, hvat
hetta er fyri eitt starv.
Og tað veit eg púra
onki um enn, sigur
Høgni Joensen
UMSKIPING
Áki Bertholdsen
– Tað passar ikki, at Sámal
Petur í Grund og eg hava
nakra avtalu um at flyta
meg í eitt annað starv.
Høgni Joensen, aðalstjóri
í Almanna- og Heilsumála-
stýrinum hevur langt ífrá
somu fatan av støðuni, sum
hesar seinastu dagarnar
hevur tikið seg upp í ovastu
leiðsluni í Almanna- og
Heilsumálastýrinum.
Høgni
Joensen
sigur
framvegis, at tað einasta
hann veit, er, at ætlanin er
at koyra hann frá sum aðal-
stjóra og at ætlanin sam-
stundis er at bjóða honum
eitt nýtt starv.
Hann vísir afturvísir tí-
skil tað, sum Sámal Petur í
Grund førir fram í hinari
greinini á hesi síðuni um, at
tað, sum er hent, er farið
fram í fullari semju ímillum
partarnar.
– Tað er rætt, at Sámal
Petur í Grund hevur boðað
mær frá, at hann ætlar at fáa
ein annan aðalstjóra í Al-
manna- og Heilsumálastýr-
ið og at eg tískil skal frá.
Tað er eisini rætt at hann
hevur boðað mær frá, at
hann ætlar at bjóða mær eitt
annað starv.
– Men tað er eitt langt lop
haðani frá og til at siga, at
vit hava eina avtalu, tí tað
passar ikki, sigur Høgni Jo-
ensen.
– Tað er heldur ikki rætt,
at vit hava tosað saman tað
mesta av hósdegnum. Eg sá
ikki
landsstýrismannin,
fyrrenn umleið klokkan 15
hósdagin.
Hetta
kann
prógvast, tí hósdagin høvdu
vit tríggjar fundir, sum fóru
við tí mesta av degnum, so
tað er avmarkað, hvør tíð
hevur verið til at tosa um
starvsviðurskiftini.
Høgni Joensen sigur, at
tað einasta, sum er hent, er,
at Sámal Petur í Grund hev-
ur bjóðað honum eitt annað
starv, nú ætlanin er at koyra
hann frá sum aðalstjóra.
– Eg bað hann koma við
einum ítøkiligum tilboði, tí
fyrrenn eg havi fingið tað,
kann eg sjálvsagt ikki taka
støðu.
– Eg fari sjálvsagt ikki at
taka støðu til eitt nýtt starv,
fyrrenn eg veit út í æsir,
hvat tað ber í sær.
Høgni Joensen vísir til, at
tá ið hann søkti sum aðal-
stjóri, var tað eftir eini lýs-
ing, sum fylti meiri enn
eina hálva síðu í bløðunum.
Í lýsingini varð starvið ná-
greiniliga lýst og tí visti
hann, hvat starvið bar við
sær.
– Skal eg hava eitt annað
starv, vil eg eisini hava at
vita heilt nágreiniliga, hvat
tað ber í sær. Tað ber ikki til
at gera munnligar avtalur
um slík viðurskifti. Eg
gangi útfrá, at reglarnar
vera hildnar, og at eg fái eitt
ítøkiligt tilboð at taka støðu
til.
Høgni Joensen sigur, at
Sámal Petur í Grund er
sjalvsagt
vælkomin
at
bjóða honum eitt nýtt starv.
– Tað merkir ikki, at eg
frammanundan havi játtað
at taka við tí. Men fái eg
eitt starv, sum eg haldi er
betri, enn tað, sum eg havi
nú, taki eg sjálvsagt av tí.
– Hinvegin er tað lítið
sannlíkt, at eg fari at taka
av einum starvi, sum er á
einum lægri stigi enn tað,
eg nú havi og sum tískil
kann metast sum eitt aftur-
stig.
Semjast Sámal Petur í
Grund og Høgni Joensen
ikki um treytirnar, má aðal-
stjórin tískil sigast upp. Til
tað krevst ein ítøkilig upp-
sagnargrund. Men Høgni
Joensen segði í Sosialinum
í gjár, at fekk hann eina
uppsagnargrund, sum hann
ikki kundi góðtaka, fór
hann sjálvsagt víðari við
málinum, eisini í rættin, um
tað varð neyðugt.
–Tað er ikki rætt, at
Høgni Joensen er
sagdur upp, men eftir
avtalu við hann sjálv-
an, er hann fluttur í
annað starv, tí aðal-
stjóri kann hann ikki
vera longur, sigur
Sámal Petur í Grund
UMSKIPING
Áki Bertholdsen
– Tað er ein misskiljing, tá
ið sagt verður, at Høgni Jo-
ensen skal sigast upp sum
aðalstjóri í Almanna- og
heilsumálastýrinum.
Tað sigur Sámal Petur í
Grund, landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum.
– Hinvegin er tað er rætt,
at hann skal halda uppat
sum aðalstjóri. Men tá ið
hann er tað, verður hann
fluttur í annað starv.
Landsstýrismaðurin
heldur, at málið, sum hevur
tikið seg upp um aðalstjór-
an í almanna- og heilsu-
málastýrinum, er eitt sindur
misskilt.
– Alt, sum er farið fram,
er eftir avtalu ímillum meg
og Høgna Joenen, sigur
Sámal Petur í Grund.
Hann sigur, at eftir hans-
ara tykki er tað neyðugt at
fáa ein nýggjan aðalstjóra í
Almanna- og heilsumála-
stýrinum
– Stýrið virkar ikki.
Starvsfólkadeildin og løn-
ardeildin virka hampiliga
væl, men fyristingarliga
deildin er rættiliga illa fyri
og hevur ongantíð fingist at
virka.
– Høgni Joensen hevur
formligu ábyrgdina av stýr-
inum, men vit mugu stað-
festa, at tað hevur ikki
eydnast honum at fáa við-
urskiftini í rættlag. Tí haldi
eg, at tað er neyðugt at
royna nýtt fólk.
Sámal Petur í Grund sig-
ur, at hetta hevur hann boð-
að Høgna Joensen frá.
– Men tað hevur ongantíð
verið ætlanin at siga hann
upp, soleiðis, sum fatanin
hevur verið. Eftir avtalu við
Høgna Joensen hevur ætl-
anin alla tíðina verið at
flyta hann í eitt annað starv.
– Eftir avtalu millum
Høgna og meg, verður hann
»kommiteraður«, sum tað
eitur á fakmáli. Tvs, at hann
fær serligar uppgávur. Al-
manna- og heilsumálastýrið
hevur nógvar, veldugar
uppgávur og Høgni Joen-
sen hevur drúgvar royndir.
Tað, sum hetta snýr seg um,
er at fáa sum mest burturúr
honum. Tað ítøkiliga inni-
haldið í starvinum skal
Høgni Joensen sjálvur vera
við til at forma, saman við
landsstýrismanninum.
– Høgni Joensen segði í
samrøðu við Sosialin í gjár,
at hann visti onki um alt
hetta. Tað einasta, hann
visti, var, at tú hevði boðað
honum frá, at tú vildi hava
ein annan aðalstjóra?
– Hetta er ikki rætt. Eg
boðaði honum frá avgerð
míni mikudagin, og allan
hósdagin arbeiddu Høgni
Joensen og eg við spurn-
inginum um, hvussu starvs-
broytingin kundi fremjast í
verki í samsvari við tey
rættindi, hann hevur. Og í
samráð við hann eru vit
síðani komin fram til,
hvussu tað skal gerast, og
undir hvørjum treytum
starvið hjá honum skal
umskipast. Tað, sum vit eru
samdir um, er ein loysn,
sum báðir partar væl og
virðiliga kundu góðataka.
Tað hevur ikki verið nøkur
ósemja um tað. Men tað
ítøkliga innihaldið í starv-
inum ber ikki til at siga
nakað um enn, tí tað skal
leggjast fast í samráði
ímillum Høgna Joensen og
landstýrismannin.
Høgni Joensen heldur
eisini, at løgmansstjórin,
Marjun Hanusardóttir, hev-
ur havt ein leiklut í avgerð-
ini um at koyra hann frá
sum aðalstjóra. Sambært
honum, hevur Løgmans-
stjórin alla tíðina roynt at
fáa hann frá.
– Tað er púra burturvið.
Avgerðin um at nýggjur
aðalstjóri skal setast, er mín
og bara mín. Men tað er
púra greitt, at aðalstjórin á
Løgmansskrivstovuni
er
við í arbeiðnum at avgreiða
málið formliga, tí Løgmað-
ur er setanarmyndugleiki,
saman við landsstýrinum,
sigur Sámal Petur í Grund.
Alt er eftir avtalu við Høgna Joensen
– Tað er full semja ímillum
meg og Høgna Joensen, at
hann fer frá sum aðalstjóri
og verður fluttur í annað
starv. Vit hava funnið eina
loysn, sum báðir partar
kunnu væl og virðiliga
kunnu góðtaka, sigur Sámal
Petur í Grund
– Tað passar ikki, at Sámal Petur í Grund og eg hava gjørt
semju um, at eg skal flytast í annað starv, sigur Høgni Joensen,
ið landsstýrismaðurin ætlar at koyra frá um aðalstjóra í Al-
manna- og heilsumálastýrinum
Ongin avtala við Sámal Petur í Grund