Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 28. mars 2001 7 6 Nr. 61 - 28. mars 2001 Tíðliga í summar stendur ríðihøllin hjá Berg Hestum klár at taka í nýtslu BYGNINGUR Turið Kjølbro Stóra ríðihøllin hjá Leif Berg og Berg Hestum er nú reist. Høllin liggur undir oyggjarvegnum í Havn, fáar metrar frá vallara- heiminum hjá Smyril-Line. Talan er um eina stóra ríðihøll og fjós til 30 ross. Bygningurin er 33 metrar langur og 24 metrar breið- ur. Uttan fyri er pláss til rossini at ganga. Økið, har bygningurin stendur, er leigað frá Tórshavnar bý- ráð, í alt 17.000 fermetrar. Ríðihøllin er ein gamal dreymur hjá Leif Berg. – Eg byrjaði at arbeiða við hugskotinum um eina ríðihøll í 1985 og hevði ætlanir um at byggja hana aðra staðni, men kreppa og annað steðgaðu teirri ætl- anini, greiðir Leif Berg frá. Ríðing fyri brekað verður grundarlagið undir rakstr- inum av nýggju høllini. – Eg havi nóg mikið av gera við heimamarknað- inum, hesin parturin økist í hvørjum, sigur Leif Berg Umframt ríðingina fyri brekað er ætlanin, at ferða- vinnan og ríðiskúlin skulu geva eitt avkast. – Tá ið høllin er tikin í nýtslu, er ætlanin at skipa ein ríðiskúla. Tað verður kortini ikki sum aðra staðni, har næmingar koma regluliga til undirvísing í ríðing. Aðra staðni fáa ríðiskúlar almennan stuðul, so er ikki her og tí ber ikki til at skipa ríðiskúla er slíkum leisti. Vit verða noydd at skipa skúlan øðr- vísi, sigur Leif Berg. Leif Berg hevur í nógv ár skipað fyri ríðing fyri brekað, og í dag ganga eini 30 børn til ríðing umframt onnur brekað frá ymsum stovnum. Upprunaliga var ætlanin, at ferðavinnan skuldi eiga ein størri leiklut í nýggju ríðihøllini, eitt nú við ríðistovu, har ferðafólk eisini kundu gista. Henda ætlanin er slept orsakað av vantandi stuðli frá ferða- vinnuni sjálvari. Berg Hestar eiga 20 ross, írestandi tíggju básarnir verða leigaðir út. Í løtuni arbeiða trý fólk hjá Berg Hestum. Ríðihøllin er mett at kosta 2,4 mió. krónur, men av tí at mest sum øll høllin er gjørd við sjálvbodnari arbeiðsmegi og tilfari, Leif Berg sjálvur hevur flutt inn, fer høllin at standa í umleið 750.000 krónur, tá ið hon er liðug. Høllin hevur fingið stuðul frá Grunni Ferða- vinnunnar, svarandi til 20 prosent av 50 prosentum av allari íløguni. Gongst sum ætlað verður høllin tikin í nýtslu 1. juni, og tá flytir alt virksemið hjá Berg Hestum, sum nú er við Marknagilsvegin, niðan undir oyggjavegin. Føroya Heima- virkisfelag ger film um, hvussu ull verður virkað í Føroyum FILMUR Turið Kjølbro At varðveita gamlar heimavirkissiðir er eitt endamál hjá Føroya Heimavirkisfelag. Tí hevur felagið tikið stig til at gera ein film um føroyska siðvenju innan ull og ullarvirking sam- an við Nicolinu J. Beder, handarbeiðslærara, stendur at lesa í blað- num hjá Føroya Heima- virkisfelag. Arbeitt hev- ur verið við hesi verk- ætlan síðani 1999. Árni Conradsson og Zacharis Hammer framleiða film- in, sum verður stuðlaður bæði alment og privat. Tónleikin til filmin hevur Martin Joensen gjørt, og Ívar Iversen, fyrrverandi útvarpsmað- ur, lesur tann siðsøgu- liga partin. Øll arbeiðsgongdin í sambandi við ullarvirk- ing verður lýst í filmin- um. Byrjað verður á várgongu, tá ið seyðurin verður royttur og ullin vaskað, og endað verður við tógvroyndum og lid- num pløggum. Upptøkur eru gjørdar í roykstovuni í Hoyvíks- garði og í Dúvugørðum. Filmurin, sum er slakar tveir tímar langur, er ætlaður sum frálæru- tilfar, men er avgjørt áhugaverdur hjá øllum, ið hava áhuga fyri eldri mentan. Filmurin kemur út 28. mai, sjálvan stovningardagin hjá Føroya Heimavirkis- felag, ið hevur 15 ár á baki í ár. www.craft.fo er heimasíðan hjá før- oyskum listhand- verkarum og heimavirkisfólki HEIMAVIRKI Turið Kjølbro At virka lutir heima, antin tað er úr ull, viði ella øðr- um, er framvegis ein liv- andi táttur í lívi føroyinga. Hesi fylkjast í Føroya Heimavirkisfelag, sum eftir øllum at døma er eitt virkið felag við tveimum blaðút- gávum á hvørjum ári, stóru s u m m a r s ø l u s t ev n u n i Hendur&Hugflog og jóla- sølustevnuni í Badminton- høllini. Umframt er felagið í holt við at gera ein film um føroyska siðvenju innan ull og ullarvirking, og sum tað seinasta hevur felagið gjørt eina heimasíðu www.craft.fo. Inni á hesi heimasíðuni ber til at fáa allar upplýsingar um Før- oya Heimavirkisfelag, nevnd, og hvussu ein gerst limur. Eisini er tilfar um stóru summarsølustevnuna, sum altíð verður væl vitjað. Sum er hava trý listafólk heimasíðu hjá á www.craft.fo. Allir heima- handverkarar og heima- virkisfólk kunna fáa egna heimasíðu inni á hesi somu heimasíðuni, stendur at lesa í blaðnum hjá Føroya Heimavirkisfelag, sum júst er komið. Ein ensk útgáva av heimasíðuni kemur eis- ini. Menningarstovan hevur ábyrgdina av heimasíðuni og hevur fingið fyritøkuna Gramar at umsita hana. Føroya Heimavirkisfelag varð stovnað 28. mai 1986. Endamál felagsins er at stuðla øllum heima- virkisáhugaðum og vekja áhuga hjá fólki at virka dygdarlutir, ið lúka nú- tíðarkrøv og at varðveita gamlar heimavirkissiðir. Føroya Heimavirkisfelag varð stovnað av 28 kvinn- um og í dag eru 333 limir skrásettir, konufólk og mannfólk. Ríðihøllin hjá Berg Hestum reist Nicolina J. Beder spinnur á lítlastrá Í summar flytir alt virksemið hjá Berg Hestum við Marknagilsvegin niðan undir oyggjavegin, har stóra ríðihøllin verður bygd. Mynd: Jens Kristian Vang Heimavirkisfelagið flutt í telduøldina www.craft.fo Filmur um ull og ullarvirking Sambandsflokkurin mælir til, at føroying- ar fara at samráðast við danir um eina nýggja skipan millum londini við greiðum valds- og ábyrgdar- býti, sum greitt gevur Føroya Løgtingi evsta vald í yvirtiknum málum FUNDARSAMTYKT John Johannessen Broytingar skulu gerast á ríkisrættarliga økinum, so- leiðis at Føroyar fáa evsta vald í yvirtiknum málum. Hesa niðurstøðu samdist landsfundurin hjá Sam- bandsflokkinum um leyg- ardagin. Men hetta merkir kortini ikki, at Sambandsflokkurin tekur undir við nýggju sjálvstýrisætlanini hjá landsstýrinum. – Landsfundur Sam- bandsfloksins mælir sam- gonguni til í stundini at sleppa síni endurskoðaðu loysingarætlan, sum hevur til endamáls at lirka skaði- ligar politiskar avgerðir ígjøgnum uttan um fólksins vilja, sigur Sambandsflokk- urin í fundarniðurstøðu síni. Greitt býti Sambandsflokkurin heldur, at samgongan í staðin eigur at viðurkenna tann óreingi- liga veruleika, at Føroya fólk ikki tekur undir við fullveldisætlanini. Og út frá hesi sannroynd heldur Sambandsflokkurin, at politiska kósin eigur at verða broytt. – Landsfundurin mælir til, at samráðingar verða tiknar upp við ríkisstjórn- ina um eina nýggja skipan millum londini við greiðum valds- og ábyrgdarbýti, sum greitt gevur Føroya Løg- tingi evsta vald í yvirtik- num málum, sigur Sam- bandsflokkurin í niðurstøð- uni frá landsfundinum. Í hesum sambandi vísir Sambandsflokkurin á ný- skipanaruppskot sítt frá 1999. Hetta uppskot heldur flokkurin vera besta amboð í samráðingunum fram ímóti meira sjálvbjargnum Føroyum, har vælferðar- samfelagið verður ment og varðveitt, og har komandi ættarlið fáa fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi. – Hendan skipan gevur føroyingum møguleikar fyri reellum sjálvstýri í Føroyum, sum verður ment og útbygt í samsvari við okkara umstingarligu og fíggjarligu førleikar. – Hendan skipan gevur eisini tí einstaka føroying- inum størri persónligt frælsi, enn ein skipan við fullveldi kann geva, sigur Sambandsflokkurin. Broyttur flokkur – Eitt nýtt andlit í for- manssessinum kann møgu- liga betra um umdømið hjá flokkinum, so vit ikki longur verða sett í bás, sum tey, sum einki vilja. Soleiðis segði Lisbeth L. Petersen við Sosialin áðrenn formansvalið í Sam- bandsflokkinum, sum Lis- beth vann. Lisbeth L. Petersen vil vera eitt nýtt andlit í Sam- bandsflokkinum, soleiðis at flokkurin ikki longur verður kendur, sum ein stirvin og afturhaldssinn- aður flokkur. Nýggja for- kvinnan ætlar sær at vera lættari at tosa við, tá tað snýr seg um broytingar í ríkisrættarligu støðuni. Men ríkisfelagsskapurin er markið. Fundarniðurstøðan frá landsfundinum hjá Sam- bandsflokkinum bendir á, at Sambandsflokkurin hev- ur førkað seg nærri móti teimum, sum ynskja ítøki- ligar broytingar í ríkis- rættarligu viðurskiftunum. Í øllum førum benda út- sagnirnar á, at Sambands- flokkurin og Javnaðar- flokkurin nú liggja rættu- liga tættir í hesum máli. Landsfundur Sambandsfloksins: Føroyar skulu hava evsta vald Sambandsflokkurin vil nýskipan. Greitt valds- og ábyrgdarbýti skal gerast við danir, og løgtingið skal hava evsta vald í yvirtiknum málum. Hetta er høvuðsboð- skapurin frá landsfundi Sambandsfloksins Mynd: Jens Kristian Vang Løgreglan á flog- vøllinum letur væl at nýggju passeftirlits- skipanini, sum er komin í sambandi við, at Føroyar hava gjørt av at vera við í Schengen samstarv- inum PASSEFTIRLIT John Johannessen Øll ferðafólk við flogrutuni hjá Atlantsflog úr Aberdeen skulu vísa pass, tá tey koma í land á flogvøllinum í Vágum. Hetta er ein av avleiðing- unum av, at Føroyar eru farnar upp í Schengen samstarvið. Í Schengen samstarv- inum er ein passeftirlits- skipan, sum kallast SIS skipanin ella Schengen Information System. Hetta er ein telduskipan, sum øll londini í Schengen sam- starvinum eru knýtt at. Og í hesi telduskipan verða fólk skrásett, sum hava framt brotsverk ella eru útvíst úr einum landi. Hendan telduskipan er eisini sett upp í passeftir- litsbúrinum á flogvøllinum í Vágum. Øll londini, sum Føroyar hava flogsamband við, uttan Stóra Bretland eru við í passskipanini í Schengen samstarvinum. Tí er ikki neyðugt við passeftirliti, tá flogførini úr Danmark, Íslandi og Noreg lenda í Vágum. Men tá flogfarið hjá At- lantsflog setir seg í Vágum, krevur Schengen skipanin neyvt passeftirlit. Øll skulu kannast - eisini føroyingar- nir. Sosialurin var á flog- vøllinum, tá flogfarið hjá Atlantsflog kom úr Aber- deen sunnukvøldið. Tá vóru bert føroyingar við, og tí var einans neyðugt at vísa løgregluni passini, so tey kundu eyðmerkjast. Men mánadagin stóð skipanin sína roynd. Tá var eitt ferðafólk úr Ný Sæ- landi við í flogfarinum úr Aberdeen. Hesin var noyddur at lata løgregluni passið, so løgreglan kundi kannað efir í telduskip- anini, um talan var um ein, sum hevði forbrotið seg ella var útvístur úr einum Schengen landi. Løgreglan kannaði passnummarið í SIS dátugrunninum, men kom til ta úrslit, at talan var um ein lógligan borgara úr Ný Sælandi, sum væl kundi sleppa inn í Schengen økið. Tá bretar koma beinleiðis til Føroya, skulu teir bert eyðmerkjast, eins og før- oyingarnir. Hetta kemst av, at Bretland er við í Schengen, men ikki í sjálv- ari pass eftirlitsskipanini. Løgreglan á flogvøllin- um er væl nøgd við skip- anina. Hon hevur ikki ser- ligar eyka arbeiðsbyrðar við sær, av tí, at einki eftirlit krevst á rutunum frá Danmark, íslandi og Noreg. Schengen virkar væl Føroyingarnir, sum komu við Atlantsflog úr Aberdeen sunnukvøldið, noyddust at vísa pass, tá teir komu í land í Vágum. Hetta er ein avleiðing av, at Føroyar eru farnar upp í Schengen samstarvið Mynd: John Johannessen