mikudagur 28. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 28. mars 2001
9
8
Nr. 61 - 28. mars 2001
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
TIT SPYRJA VIT SVARA
SOSIALRÁÐGEVIN
Kann eg fáa
framskundaða
fólkapensjón
Eg eri ein kona, sum verði
62 ár nú til várs. Eg vil
spyrja, um eg kann fáa
framskundaða
fólkapen-
sjón, tá eg eri fylt 62. Eg eri
heimagangandi og havi
verið tað í nógv ár. Eg havi
ikki heilsu at fara á flaka-
virki at arbeiða. Maður mín
hevur fast arbeiði. Og hvar
søkir ein um fólkapensjón?
Møguleiki er fyri at søkja
um fyritíðarpensjón hjá
persónum millum 50 og 67
ár og fáast umsóknarbløð
við at venda sær til Al-
mannastovuna á telef. 3154
80.
§ 8 punkt 2 í lóg um al-
mannapensjónir sigur: At
persónum millum 50 og 67
ár og persónum, ið hava
hava móttikið pensjón eftir
§ 7, stk.1 nr 3, men hava
mist rættin til hesa, tí
yngsta barnið hevur fylt 18
ár, tá viknandi heilsa, vant-
andi
arbeiðsmøguleikar
ella aðrar serligar umstøð-
ur gera, at viðkomandi hev-
ur brúk fyri hjálp til uppi-
hald.
DJÓRALÆKNIN
Hundurin ræðist seyð
Vit hava fingið okkum ein
lítlan hvølp, sum vit ætla
skal verða seyðahundur.
Hann er nú næstan fýra
mánaðir, men ólukkudýrið
ræðist seyð. Eg haldi, at
hann eina ferð bleiv stút-
aður av einum seyði, tá ið
hann varð heilt lítil hvølpur.
Summi siga nú, at hann
verður aldrin seyðahundur,
tí hann einaferð er blivin
stútaður. Er tað rætt og
skulu vit gloyma alt um at
fáa hann til seyðahund?
Ella fer hann at broytast, so
hvørt hann veksur? Veit
djóralæknin um nakrar
leiðbeiningar
eru
um,
hvussu ein best venur ein
seyðahund?
Nógv verður gjørt burtur úr
at venja hundar til at
greiða serligar uppgávur.
Til dømis verða hundar
vandir at hjálpa blindum,
at leita upp fólk, til vakt-
arhundar, seyðahundar og
nógv
annað.
Venjingin
verður vanliga býtt upp í
stig. Fyrsta stigið er ein
støðisvenjing, har hvølpur-
in verður vandur at verða
lýðin. Tann serliga venjing-
in til t.d. seyðahund eigur
ikki at byrja av álvara, fyrr
enn hundurin er 8-10 mán-
aðir gamal. Umráðandi er,
at uppgávan verður tikin í
álvara bæði av hundaeig-
ara og av hundi, og at venj-
arin er avgjørdur í øllum
lutum. Skeið verða hildin í
venjing av hundum, serliga
aðra staðni, men eisini her
í Føroyum. Best hevði iva-
leyst verið at sett seg í
samband við fólk, sum hava
royndir við seyðahundum,
men annars er nógv skriv-
ligt tilfar til um venjing av
hundum.
Tað er hugsandi, at
hvølpur tykkara hevur fing-
ið ein hvøkk fyri lívið, tá
hann bleiv stútaður, og at
hetta kann fara at hava við
sær, at tað verður torført at
venja hann við seyð. Tit
skulu ikki rokna við, at
hetta fer av honum av sær
sjálvum, so hvørt hann
veksur, men hin vegin er
hann so ungur enn, at ein
miðvís og varislig venjing
við seyði kanska hevði
gjørt, at hann fekk dirvið
aftur.
LØGFRØÐINGURIN
Gøtu kirkja
Vit hava eina gamla kirkju í
Gøtu, sum eitur Gøtu
kirkja. Nú hava við fingið
eina nýggja kirkju, sum
eisini eitur Gøtu kirkja.
Báðar kirkjurnar verða
brúktar. Tann gamla kann
verða brúkt eftir ynski. Øll
eru góð við gomlu kirkju,
og er tað veruliga sárt at
navnið verður tikið frá
kirkjuni. Er hetta løgfrøði-
liga rætt? Eingin veit,
hvussu tann gamla kirkjan
eitur. Onkuntíð verður lýst í
Gomlu kirkju. Hetta er púra
burturvið. Annars so stend-
ur hon á fallandi fót, tí
eingin veit, hvør eigur
hana.
Gamla kirkjan hevði navn-
ið Gøtu kirkja, tí hon liggur
í Gøtu. Nýggja kirkjan
hevur navnið Gøtu kirkja, tí
hon liggur í Gøtu. Eg gangi
út frá, at navnið er givið
nýggju kirkjuni av teimun
røttu myndugleikunum. Eg
vil ikki meta, at gamla
kirkjan í Gøtu hevur serlig
rættindi til staðarnavnið
Gøtu. Vísandi hertil vil eg
meta, at løgfrøðiliga er
rætt farið fram.
MÁLFRØÐINGURIN
40 fót ella 40 fóts
Umborð er tvístøða komin í
um tað eitur ein 40 fót
containari ella ein 40 fóts
containari, tí á enskum
verður sagt one 40 foot og
two 40 feet. Onkur av
okkum sigur, at tað snýr
seg um ein containara,
meðan onkur annar sigur
tað eru fleiri føtur, sum vit
tosa um, og tí skal tað verða
fóts og ikki fót.
Eftir reglunum eigur tað at
vera ein 40 fóta containari.
40 knýtir seg fyrst og fremst
at fóta, og ger av, hvørjum
tali tað stendur í. Av tí at 40
er fleirtal, verður fóta tí
eisini fleirtal. ein ger av,
hvørjum tali containari
stendur í; av tí at ein er
eintal, er containari eisini
eintal. Vóru containararnir
tveir, søgdu vit tveir 40 fóta
containarar. Lagt skal vera
afturat, at fóta er hvørsfall
fleirtal av fótur; hvørsfall
eintal er fóts. Í grundini er
eitt orð slept her, kanska
langur ella breiður. Var tað
tikið við, høvdu vit ein 40
fóta langur/breiður contain-
ari. Vit kunnu bera saman
við ein 40 ára gamal maður
og tveir 40 ára gamlir
menn; ára broytist ikki, um
talan er um ein mann ella
fleiri menn.
Reglurnar eru tær somu í
enskum sum í føroyskum á
hesum øki. Tað skuldi
sostatt verið one 40 feet
container og two 40 feet
containers,
har feet
er
óbroytt, antin vit hava ein
ella tveir containarar. Tá ið
vit kortini hava one 40 foot
og two 40 feet, er tað tí, at
container eisini er slept her,
nakað sum tá ið vit siga ein
øl í staðin fyri ein fløska av
øli ella ein ølfløska. Og
foot verður so bent, sum
um tað var containarin, á
líknandi hátt sum vit kunnu
siga ølirnar í staðin fyri
ølfløskurnar.
At enda skal verða nevnt,
at vit sum kunnugt hava
orðið bingja fyri container.
Tað hevði so verið ein 40
fóta bingja og tvær 40 fóta
bingjur.
Spyrjið serfrøðingarnar
Hava tit spurningar til
serfrøðingarnar,
kunnu tit senda teir til:
Sosialin
postsmogu 76
110 Tórshavn
ella á fax: 314720
og teldupostadressuna:
spyr@sosialurin.fo
Klaksvíkar sløkkilið
hevur fingið nýtt tól,
sum kann gerast stór
hjálp í arbeiðnum hjá
sløkkiliðnum. Norð-
oya Sparikassi hevur
latið tólið, sum er tað
fyrsta av sínum slagi í
landinum
ÚTGERÐ
Eyðun Klakstein
Á ábyrgdarafundinum hjá
Norðoya
Sparikassa
fríggjakvøldið fekk sløkki-
liðið í Klaksvík stóra gávu
frá sparikassanum
Talan er um fyrsta Fire
Flir tólið, sum er komið
landið. Hetta er tól, sum til
dømis ger tað lættari at leita
eftir fólki í húsum, har
nógvur roykur er. Tólið
skrásetir allar smámunir í
hitanum, og tað ger, at til
dømis fólk kunnu síggjast í
tólinum, hóast bølamyrkt er
inni.
Tólið kann eisini brúkast
til at leitað eftir eldi millum
skins og hold, tí í tólinum
sæst, hvar mesti hitin í
vegginum er. Hetta kann í
ávísum førum lætta nógv
um sløkkiarbeiðið, tí tað
kann sleppast undan at
oyðileggja eina heilan vegg
fyri at leita eftir eldsbrun-
anum.
- Vit eru sera fegnir um,
at sparikassin hevur latið
okkum hetta tólið. Tað
kann gerast ein stór hjálp í
okkara arbeiði, sigur Kári
Kjelnes, sløkkiliðsleiðari í
Klaksvík.
Fyrsta av sínum slagi
Fire Flir tólið er gjørt við
hernaðarligari útgerð, og at
tólið riggar var sjón fyri
søgn, tá venjing var um-
borð á Smyrli um viku-
skiftið. Menn frá sløkki-
liðnum í Klaksvík vóru við
í venjingini við nýggja tól-
inum, og tað gekk væl hjá
teimum at finna fólkini,
sum vóru umborð.
Í farnu viku víst sløkki-
liðið í Havn hetta tólið
fram. Sløkkiliðið í høvuðs-
staðnum hevur eisini biðið
um eitt slíkt tól, men teir
hava ikki fingið sítt enn.
Teir vístu tí tólið hjá
klaksvíkingum fram.
- Vit søktu ymsar grunnar
og feløg fyri at fáa stuðul til
tólið, men tað var bara
Norðoya Sparikassi, sum
vildi lata pengar, og teir
avgjørdu enntá at gjalda alt
tólið, sum tað var. Tað eru
vit sera fegnir um, sigur
Kári Kjelnes, sløkkiliðs-
leiðari.
Fire Flir tólið kostar
160.000 krónur, og hendan
upphæddin
varð
latin
sløkkiliðnum í Klaksvík á
á b y r g d a r a f u n d i n u m
fríggjakvøldið, har næstan
800 fólk vóru við.
Nýggja tólið verður stór hjálp
Norðoya Sparikassi hevur goldið fyri nýggja Fire Flir tólið hjá
sløkkiliðnum í Klaksvík, og tólið varð handað sløkkiliðnum á
ábyrgdarafundinum fríggjakvøldið
Einki er at ivast í, at
einar sjálvstøðugar
Føroyar verða
noyddar at taka
trygdarpolitiskar
avgerðir, ið gagna
landinum best
bæði við atliti at
egnari trygd og
trygdini hjá
grannalondunum í
Norðurhøvum,
sigur Anfnn Kalls-
berg m.a. í formæl-
inum til frágreið-
ingina
AÐALORÐASKIFTI
Ólavur í Beiti
Sambært skránni hjá
løgtinginum fer Anfinn
Kallsberg,
løgmaður,
helst hósdagin á fimta
sinni at leggja fram frá-
greiðing um uttanlands-
mál fyri Løgtingið.
Løgmaður sigur, at
frágreiðingin hevur, sum
áður fráboðað, til enda-
máls at kunna Løgtingið
um gongdina í uttan-
landsmálum. Og løg-
maður vónar, at orða-
skiftið
um
frágreið-
ingina fer at geva eina
ábending um tær uttan-
landspolitisku avgerðir,
sum landsstýrið ætlar at
taka saman við Løgting-
inum í næstum.
Í frágreiðingini hjá
løgmanni hava trygdar-
mál fingið serstaka um-
røðu í mun til undan-
farnar
frágreiðingar.
Lagt verður upp til, at
hernaðarkanningin vest-
anfyri verður gjølla við-
gjørd á tingi. Eisini
verður nomið við trygd-
arpolitikk
Føroya
í
framtíðini.
Taka avgerðir
– Einki er at ivast í, at
einar sjálvstøðugar Før-
oyar verða noyddar at
taka trygdarpolitiskar
avgerðir, ið gagna land-
inum best bæði við atliti
at
egnari
trygd
og
trygdini hjá granna-
londunum í Norður-
høvum. Við øðrum orð-
um, neyðugt verður at
hava okkara felags norð-
uratlantisku
trygd
í
huga, tá ið trygdar-
politiskar avgerðir verða
tiknar, sigur løgmaður í
formælinum.
– Sjálvstýri til Føroya
fólk eru uttan iva størsta
mál, ið er viðgjørt á
Løgtingi í nýggjari tíð.
Gongdin
í
málinum
gevur greiðar ábending-
ar um, at heimastýris-
lógin einans kann skilj-
ast sum ein fyribils-
skipan á veg móti fullum
sjálvstýri. Havast skal í
huga, at meirilutin á
Løgtingi, ið samtykti
heimastýrislógina
í
1948, tekur ikki undir
við henni longur, stað-
festir Anfinn Kallsberg.
Og løgmaður endar
formælið við at siga, at
nú frágreiðingin um
uttanlandsmál
verður
løgd fram, er tað við
teirri vón, at hon verður
grundarlag undir einum
uppbyggjandi orðaskifti
á Løgtingi.
Aðalorðaskifti um
uttanlandsmál
TÍÐINDASKRIV
Bóndafelag Føroya
Bóndafelagið hevur nú havt
sín 44. ársaðalfund. Hetta
er fyrsta árið felagið virkar
eftir nýggjari skipan.
Arbeitt hevur verið mið-
víst við at betra um fíggj-
arligu
karmarnar
hjá
felagnum, og á eykaaðal-
fundi í fjør var samtykt at
broyta limagjaldsásetingina
og býta limaskaran í tvinn-
ar partar. Nú eru virkandi
limir sum eru aktivir bónd-
ur (sum hava landbúnað
sum
høvuðsvinnu)
og
áhugalimir, sum kunnu
verða
tilstundandi
–og
haldbóndur eins og hjúna-
felagar og onnur sum hava
serligan áhuga í landbún-
aðinum, eisini kunnu fe-
lagskapir innan landbún-
aðin verða áhugalimir. Tað
hevur gingið væl við lima-
tekningini
eftir
nýggju
skipanini og tað koma
støðugt nýggir limir til.
Í nevndini sita nú: Bjørn
Patursson, Anna Rubeksen,
Tummas Eikhólm, Louis
Houmann, Óla Jákup í
Dímun og Andras Joensen.
Tórfinnur
Dalsgarð
og
Regin Borðoy eru eykalim-
ir. Nevndin hevur skipa seg
við Bjørn Patursson sum
formanni og Annu Rubek-
sen sum næstformanni. Óla
Krisjan Debess bóndi á
Oyrareingjum stóð fyri vali
á hesum aðalfundinum,
men hann bar seg undan
afturvali, tí hann nú metir
seg hava sitið í nevndini
fyri seg. Óla Krisjan var í
mong ár formaður felagsins
meðan hann hesi seinastu
árini hevur verið nevndar-
limur. Óla Krisjan hevur
verið trúgvur felagsmaður
innan alt felagsarbeiðið
landbúnaðinum til frama.
Endamál
Bóndafelagsins er:
a) At menna samkenslu og
samhald millum bóndur.
b) At fremja kunnleika,
dugnaskap og siðmenning
hjá limum og øll góð
eyðkenni, sum fedrarnir
hava givið okkum til arvar,
og sum merkja okkum sum
rættar føroyingar og álitis-
menn.
c) At verja rættindi, lun-
nindi og jarðir bónda.
d) At stimbra vinnuveg
limanna soleiðis, at sam-
stundis sum framleiðsla
teirra verður sum mest og
best má úrtøka teirra í
peningi verða hareftir.
Leygardagin 31 mars
kl.11.30. Hesaferð við
Pedrini kvartettini
TÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
Í 1999 tóku fýra ungir
strúkarar millum 18 og 22
ár stig til hesa strúkikvar-
tett, sum longu nú hevur
víst seg at vera ein væl
umtóktur bólkur. Tríggir av
tónleikarunum eru slopnir
inn á musikkonservatorium
eftir summarfrítíðina, tann
fjórða Iben Wiene hevur
siglt við skúlaskipinum
Georg Stage árið 2000 -
hon drívur nú á kvar-
tettspælið vetrarhálvuna og
siglir
við
seglum
um
summarið.
Í vár hevði Pedrinikvar-
tettin fyrstu ferð almenna
konsert. Hetta var í Runda-
torni, har tey m.a. frum-
framførdu ein kvartettsats
eftir ein av luttakarunum,
Runa Sørensen, ið er hálvur
føroyingur.
Oftani
spæla
tey
á
sokallaðum “Basecamps”
úti á bygd í Danmark, og í
fríløtunum stuttleika tey
sær við at jamma bæði
klassiskt, fólkatónleik og
jazz á matstovum og kafé-
um.
Tey skulu á føroyaferðini
vitja musikkskúlan í Havn,
har tey fara at spæla fyri
næmingunum.
Skáin á Matiné-ini í Havnar
kirkju er:
1. Felix Mendelsohn Bar-
tholdy: Capriccio í e-moll
2. Antonin Dvorak: “Hin
amerikanska
strúkikvar-
tettin”
3. Carl Nielsen: Strúkikvar-
tett nr.1
Lutakararnir í Pedrinikk-
vartettini eru: Rune Sør-
ensen,violin,Iben Wiene,
violin, Rune Lundsgaard,
bratsj, Ananna Lützhøft,
sello.
Miðflokkurin fær
nú, eins og teir
stóru flokkarnir,
stuðul frá einum
ungmannafelag
UNGDÓMS-
POLITIKKUR
John Johannessen
Ung í Miðflokkinum
hava seinasta árið arbeitt
við at stovna eitt ung-
mannafelag at stuðla
Miðflokkinum.
Hetta felag er nú
stovnað, og hevur tað
fingið heitið Ung fyri
Miðflokkin.
Felagið sigur seg hava
til endamáls at ávirka og
stuðla politikk Miðflok-
sins, at boða politiska
boðskap floksins fyri
føroyska ungdóminum,
at virka fyri at fáa ung
tilvitað um føroyskan
politikk og at vísa týdn-
ingin av, at trúgvandi
velja trúgvandi at ráða í
egnum landi.
Øll trúgvandi, ið hava
Jesus sum Harra í sínum
lívi, kunnu sambært
Umg fyri Miðflokkin
vera limir í felagnum.
TÍÐINDAKSRIV
Bjørn Harlou
Landsdjóralækni
Landsdyrlægen er blevet
opmærksom på en annonce
i Okkara Gulu (Leyardagur
24.03.2001),
hvori
der
tilbydes fåreklipning af en
fåreklipper, som vil besøge
Færøerne i weekenden 30
marts.
I den forbindelse skal op-
mærksomheden henledes
på § 5 stk. 3 i K. nr. 23 frá
15.03.2001 um tiltøk til
fyribyrging av munn- og
kleyvasótt, hvori det fast-
sættes:
’Fólk, sum hava vitjað
húsdýrabrúk í Stórabret-
landi og øðrum londum ella
umráðum, har munn- og
kleyvasótt hevur tikið seg
upp, skulu, tá tey koma til
Føroya, seta seg í samband
við
Landsdjóralæknan
beinan vegin (tlf. +298
322600 eller +298 211311)
so gjørt kann verða av, um
tað í teim einstøku førunum
er neyðugt við serligum
tiltøkum’.
Med hjemmel i § 6 i
samme kunngerð nedlægg-
er Landsdyrlægen sam-
tidigt følgende forbud:
Fåreklipning på Færø-
erne må ikke foretages af
personer, som har klippet
får i udlandet, med mindre
vedkommende har fået
skriftlig
tilladelse
fra
Landsdyrlægen.
Baggrunden for oven-
nævnte forbud er, at mund-
og klovesyge udbruddet i
Storbritannien, som også
har ramt Frankrig, Irland og
Holland.
De engelske veterinær-
myndigheder har gjort sig
følgende
erfaringer,
i
forbindelse med udbruddet:
• Smitten har overvejende
ramt slagtefår.
• Inkubationstiden (dvs.
tiden
fra
dyrene
blev
smittet
til
sygdommen
bryder ud) er helt op til 14
dage.
• Symptomerne er ikke så
markante hos får som hos
kvæg. Det mest alminde-
lige symptom er halthed.
• Smitten er fortrinsvis
spredt ved flytning af får.
Kun få udbrud kan
relateres
til
luftbåren
smitte, idet smitten er kon-
centreret til 3 områder,
hvor der ses mange udbrud.
De øvrige områder har kun
få udbrud.
Bóndafelagið havt aðalfund
Bjørn Patursson er formaður í Bóndafelagnum
Munn og kleyvsótt og
fremmand seyðaklipparavitjan
Matiné í Havnar kirkju
Ung fyri Miðflokkin
stovnað