mánadagur 11. juni 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2007
35
Skrivstovufólk
Vegna økt virksemið verður hervið søkt eftir
einum fólki til skrivstovu okkara at arbeiða fulla
tíð. Møguliga kann talan blíva um skrivstovu
lærupláss, og í so fall, má umsøkjari hava HH
ella FHS prógv.
Umsøkjarar við skrivstovuútbúgving og/ella
royndum innan skrivstovuyrki hava fyrimun.
Høvuðsuppgávurnar vera:
• Bókhald
• Lønaravgreiðslur
• Og annað sum hoyrir skrivstovuyrkinum til
Til tíðir kann nógv vera at gera, so tí má
umsøkjarin tola at arbeiða uttanfyri arbeiðstíð,
um tað gerst neyðugt.
Ynskt verður, at tú byrjar skjótast gjørligt, men
vit eru tó til reiðar at bíða eftir rætta
umsøkjaranum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
ringja til Jan Danielsen, stjóra á tlf. 44 99 77
ella 74 99 77. Til ber eisini at senda teldupost
til jandan@post.olivant.fo
Heldur tú at hetta er nakað fyri teg, so send
eina umsókn saman við avritum av prógvum
og viðmælum í seinasta lagi 22. juni 2007
til:
SEA-STAR Contractors Spf.
Heiðavegur 72, Box 220
FO610 Saltangará
Viðmerk: “umsókn um skrivstovustarv”
SEA-STAR Contractors Spf. er eitt av nýggjaru byggifeløgunum
í Føroyum. Vit hava uml. 40 fólk í starvi. Í løtuni hava hava vit
nøkur byggiarbeiðir í Grønlandi, og nøkur í Føroyum. Eisini reka
vit ein persónbilaverkstað. Afturat tí hava vit eitt felag, sum
burturav tekur sær av kavaraarbeiði. Skrivstova okkara er í
leigaðum hølum í Saltangará, men vit eru ígongd við at byggja
bygning á Toftum, og tá hann er liðugur um vónandi eitt hálvt
ár, verður skrivstovan flutt á Toftir.
Lýsing eftir stuðli í
farloyvisstarv til barn
við serligum tørvi
Viðareiðis Kommuna søkir eftir stuðli at byrja 16/8 2007
og árið út, til 9 ára gamlan drong við serligum tørvi.
Starvið er eftir skúlatíð uml. frá 12.30 og er umleið 17
tíma um vikuna.
Arbeiðsuppgávan er at skapað umstøður so drongurin
kann mennast kropsliga, málsliga, sosialt og mentalt.
Neyðugt er at umsøkjarin hevur bil so barnið kann koma
til ymisk tiltøk.
Vit ynskja at tú:
• brennur fyri uppgávuni
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
• vilt samstarva við foreldur, børn, starvsfelagar og
ymsar fakbólkar, ið eru knýttir at barninum.
• ert tolin
• ert áhugað/ur í at geva barninum ein mennandi
gerandisdag
Lønin verður eftur sáttmálanum millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelag og Føroya Pædagogfelag og lønt
sum pedagogur/hjálparfólk á bústovni.
Um spurningar eru til starvið, ber til at venda sær til
dagrøktarleiðarin á tlf. 588053
Umsóknin við møguligum prógvum/viðmælum skal verða
okkum í hendi í seinasta lagið 22. juni og verður send til:
Viðareiðis Kommunu
750 Viðareiði
FO- 750 Viðareiði · T-postur: vid.kommuna@kallnet.fo
Tel: +298 451083 · Fax: +298 451094
Lærarastørv og størv
sum stuðul í Tofta skúla
Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august
2007 at rokna:
• 2 føst lærarastørv, fulla tíð, harav 1
vegna serligan tørv
• 2 tíðaravmarkað lærarastørv, fulla tíð fyri
lærara í farloyvi, lækkað tímatal og serligan
tørv
• 1 tíðaravmarkað lærarastarv uml. 17 t/v
endaliga tímaáseting av hesum starvi verður
ásett eftir 1.september 2007
• 4 tíðaravmarkað størv sum stuðul
3 størv eru 24 t/v og 1 starv er 23 t/v talan er
um stuðul til næmingar, sum hava serligan
tørv
Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka
sær:
• støddfrøði og føroyskt í framhaldsdeildini
• ítrótt í grund- og framhaldsdeildini
• danskt og enskt í grunddeildini
• handverk og list í grund- og framhaldsdeildini
• serligan tørv
Vit vænta at tú:
• ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
• ert fús/ur at taka á teg tær uppgávur sum eru
í skúlanum
• í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera
við til áhaldandi at menna skúlan
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í
fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv,
uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastu-
mannasettir lærarar frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í løn-
arflokkunum 18.1 – 27.4
Størvini sum stuðlar verða lønt sambært sátt-
mála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar-
málaráðið.
Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu
vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi
leygardagin 23.juni kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini frá Maritu Dals-
gaard, skúlastjóra á tlf. 447332 & 747765.
Tofta skúli
Heygsveg 28 · FO 650 Toftum
Tlf. 447332 · fax 449532 · t-postur: tof@skulin.fo
Tofta skúli hevur komandi skúlaár uml. 190 næmingar
í 1. – 10.fl. og um 20 lærarar. Tú kanst lesa meira um
okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/tof/
Viðgerð fyri fobi
Um tú hevur onkra fobi – er sera bangin
fyri onkrum ávisum – kann tú fáa góða
viðgerð fyri tí, samstundis sum tú lærir at
viðgera teg sjálvan/sjálva.
Viðgerðarskeið verður fríggjadagin tann
15. juni kl. 10,00. Max 6 luttakarir.
Tilmelding á tlf. 318286 – 218286.
Best eftir kl. 19.00.
JegVan Bæk sálarfrøðingUr
Manglar tín fyritøka hús?
Frá 1. august 2007 verða møbleraði hús, mitt í
Havnini, leigaði út.
Nærri fæst at vita á tel. +45 30517532.
Ford ST til sølu.
Hálvt ára gamal Ford ST til sølu við
40.000 kr í avsláttri.
2,0 motor, 150 hk, sportleðursetur,
klimaanlegg, el-rútar, originalt sóltak.
tónaðar rútar, tak-spoylara,16" alu-felgur v.m.
Ring 50 55 50