Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-11, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 109 - 11. juni 2007 Skrivstovufólk søkist til Elfelagið SEV Eitt starv sum skrivstovufólk á skrivstovuni hjá SEV í Havn er leyst at søkja. Starvið: Arbeiðstíðin er mánadag til hósdag kl. 1000 til 1615 og fríggjadag kl. 1000 til 1515. Mattíðin er 30 min. um dagin, men kann longd mattíð avtalast móti at møta fyrr á degi. Starvið umfatar fyrst og fremst at passa telefon­ vekslaraskipan okkara, men skal viðkomandi rokna við eisini at skula røkja aðrar uppgávur, ið hoyra skrivstovuni til. Førleikakrøv: Starvið krevur ikki nakra formliga yrkisútbúgving, men við tað, at SEV hevur í ávísan mun samskifti við útheimin, er neyðugt at kunna samskifta á skandinaviskum og enskum. Lønin: Starvið er lønt sambært sáttmála millum SEV og Starvsmannafelagið alt eftir útbúgving og starvs­ royndum. Starvið er roknað til umleið 79% av fulltíðarstarvið, og verður lønin sett eftir hesum. Upplýsingar um starvið: Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til John P. Danielsen, deildarstjóra á tlf. 346800. Umsóknir: Umsóknir saman við møguligum prógvum og ummælum skulu sendast Elfelagnum SEV, Box 319, 110 Tórshavn, og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi mikudagin, tann 27. juni 2007. Endurlýsing søkt verður eftir stuðulsfólki at byrja 1. juli Starvið er avloysarastarv fyri stuðulsfólk í barsilsfarloyvi. Arbeiðstíðin er 24,5 tímar um vikuna. Løn samb. sáttmála við Føroya Pedagogfelag. Umsókn við møguligum viðmælum skulu verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 18. juni 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna Tlf. 47 27 27 Sjóvar kommuna SkúLAvegUr 10 490 STrendUr Lærugreinaráðgevi Starvið Í Landsmiðstøðini er eitt starv sum lærugreinaráðgevi leyst at seta frá 1. august 2007. Starvið fevnir í høvuðsheitum um ráðgeving í lærugrein- unum landalæru, søgu og samtíð og er 6 lønartímar um vikuna. Ein lønartími er umleið 1,6 fyrisitingartímar. Starvslýsing Ein starvslýsing er galdandi fyri ráðgevastarvið. Eitt nú verður sagt: • Ráðgevin skal í øllum lutum virka fyri einari fakligari og námsligari menning í skúlanum • Ráðgevin skal støðugt halda seg kunnugan við ta menning, sum er á námsliga, fakliga og tøkniliga økinum • Ráðgevin skal ráðgeva viðvíkjandi undirvísingarmiðl- um og arbeiðshættum í einstøku lærugreinunum. Lagt verður upp til eitt skipað samstarv millum ráðgevar- nar - møguliga í tvørgreinaligum bólkum og í toymum. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett eftir avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og lønt í lønarflokki 30.3. Setanartíðin er í fyrstu atløgu 3 ár, har fyrsta árið er eitt royndarár. Síðani kann setanartíðin verða longd. Um serlig viðurskifti tala fyri hesum, kann setanartíðin leingj- ast út yvir 7 ár. Námsráðgevi Starvið Í Landsmiðstøðini er eitt starv sum námsráðgevi leyst at seta frá 1. august 2007. Starvið fevnir í høvuðsheitum um námsfrøðiligt arbeiði innan fólkaskúlan, men virkisøkið er alt skúlaverkið. Ráðgevin skal vera við í og samskipa skeið og eftirút- búgving av lærarum, skal ráðgeva í sambandi við menn- ingarvirksemi í skúlanum og í samstarvi við aðrar ráð- gevar í Landsmiðstøðini virka fyri einari námsligari og fakligari menning í skúlanum. Ráðgevin skal harumframt ráðgeva viðvíkjandi undirvís- ingarmiðlum og í ymsum arbeiðshættum og skal luttaka í ymsum verkætlanum - serliga á tí námsfrøðiliga økinum og innan KT. Ráðgevin skal tryggja, at ymsu uppgávurnar verða loyst- ar á einum høgum fakligum stigi. Landsmiðstøðin sóknast eftir tveimum ráðgevum. Størvini verða at seta 1. august 2007. Tann, ið sett/-ur verður, hevur skyldu til, eftir ynski stjór- ans, at taka lut í øðrum arbeiði í Landsmiðstøðini. Setanar- og lønartreytir Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanartíðin er í fyrstu atløgu 3 ár, har fyrsta árið er eitt royndarár. Síðani kann setanartíðin verða longd. Um ser- lig viðurskifti tala fyri hesum, kann setanartíðin leingjast út yvir 7 ár. Arbeiðstíðin í ráðgevastarvinum er 0,45 av fullari arbeiðstíð. Tann, ið settur verður, skal undirvísa írestandi tímarnar í skúlanum. Felags fyri bæði størvini Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjari • hevur læraraútbúgving og/ella aðra hægri námsfrøði- liga útbúgving • hevur hollan ástøðiligan kunnleika og góðar starvs- ligar royndir • hevur áhuga fyri námsfrøðiligum arbeiði og fyri nýtslu av KT í undirvísingarhøpi • hevur góð samstarvsevni og evni at samskipa • hevur førleika at menna samstarvið við starvsfelagar, stovnar og lærarar • verður ein virkin partur av toymisumhvørvinum í Landsmiðstøðini og samstundis kann arbeiða sjálv- støðugt • hevur áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir. Vit bjóða • eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti við lærarar, skúlar og skúlamynd- ugleikar • arbeiði á einum høgum fakligum stigi og góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menn- ing. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skulu sendast til: Landsmiðstøðin Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3084 FO-110 Tórshavn ella t-post: lms@lms.fo Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi miku- dagin 20. juni 2007. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Petur Simonsen, stjóra í Landsmiðstøðini, tlf. 356850. lýsingar