mánadagur 11. juni 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2007
37
Fulltrúi í
Løgtinginum
Í umsiting Løgtingsins er eitt starv sum
fulltrúi leyst at søkja.
Arbeiðsuppgávurnar hjá fulltrúanum verða
hesar:
• Nevndarskrivari og løgfrøðiligur ráðgevi í 3
tingnevndum
• Eftirkanna lógaruppskot og vera løg
frøðiligur ráðgevi hjá flokkum og
tingmonnum í málum, sum náttúrliga
hoyra til omanfyrinevndu nevndir
• At luttaka í vanligari málsviðgerð í
umsiting Løgtingsins, og eru uppgávur
hennara í stuttum hesar:
at taka sær av øllum umsitingarligum
uppgávum Løgtingsins
at vera ráðgevi hjá Løgtingi og løgtings
nevndum í øllum løgfrøðiligum spurn
ingum, herundir at ansa eftir, at øll mál
eru løgfrøðiliga og málsliga røtt
at røkja skrivarauppgávur í Løgtinginum
og løgtingsnevndum
at taka sær av skrivarauppgávum hjá
Løgtingsins sendinevndum í Norður
landaráðnum og Útnorðurráðnum
Í umsiting Løgtingsins arbeiða í løtuni 11 fólk,
harav 2 løgfrøðingar.
Tann, sum settur verður, skal hava lokið
prógv í løgfrøði. Tann, ið settur verður, skal
hava áhuga fyri politiskum og samfelagsligum
viðurskiftum. Lesandi, sum vænta at verða
liðug í summar, eru vælkomin at søkja.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmála
ráðið og BLF.
Tann, sum settur verður má tola broytingar í
arbeiðsuppgávunum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Løgtingið, telefon 363900,
Súsonnu Danielsen, stjóra.
Umsóknir saman við prógvum, frágreiðing
um størv frammanundan og møgulig ummæli
skulu vera umsiting Løgtingsins, Tinghúsvegur
13, Postrúm 208, FO110 Tórshavn, í hendi í
seinasta lagi mánadagin, 25. juni 2007, kl.
16.00.
Starvsfólk til
Starvsmannafelagið
Starvsmannafelagið søkir eftir starvsfólki til
umsiting felagsins at byrja eftir avtalu.
Uppgávu:
Starvsmannafelagið er í holtur við at menna
felagið og sóknast tí eftir fólki, ið við ágrýtni og
fakfelagsanda skal røkja áhugamál felagsins og
verða viðspælari hjá nevnd og tæna limum
felagsins. Tú kemur at starvast í umsiting felags
ins og eisini taka lut í dagliga umsitingarliga
arbeiði felagsins. Høvuðsdentur verður lagdur á
uppsøkjandi arbeiði, tiltøk í húsum okkara og
vera við til at stinga út í kortið framtíðarhugsjónir
felagsskapi okkara at gagni.
Førleikar:
Vit leita eftir einum starvsfólki við kunnleika til
og áhuga fyri fakfelagsarbeiði, ið eisini hevur
góð samstarvsevnir og hevur lætt at samskifta.
Kravt verður, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
og undir trýsti.
Fyrimunur er at hava umsitingarligar royndir,
góðan telduførleika, umframt góðan kunnleika
til enskt.
Setanartreytir:
Starvið er fulltíðarstarv, við møguleika fyri niður
settari arbeiðstíð. Vit bjóða eitt livandi og av
bjóðandi starv við menningarmøguleikum, har
tænasta og limarøkt er í hásæti.
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmálanum
millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknin skal vera Starvsmannafelagnum í
hendi 1. juli 2007. Merkið brævbjálvan: Umsókn.
Meira fast at vita um starvið við at venda sær til
Gunnleiv Dalsgarð, formann felagsins á tlf.
314868.
Starvsmannafelagið
J.H. Schrøtersgøta 9
Postboks 165
110 Tórshavn.
Starvsmannafelagið er stórsta fakfelag á almenna arbeiðsmarkn
aðinum við uml. 1900 limum, sum starvast í teimum 4 sáttmálaøkjum
felagsins, Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Før
oya, S.E.V og Føroya Tele (Føroya Arbeiðsgevarafelag), felagið hevur í
dag tilsamans 116 álitisfólk á arbeiðsplássunum innan sáttmálaøkini.
Starvsmannafelagið gevur út Starvsblaðið og hevur umframt kunn
ing á heimasíðu felagsins www.starvsmf.fo. Í umsiting felagsins
starvast formaður og skrivari felagsins.
Skúlin á Fossánesi
Starv í Skúlanum á Fossánesi skúlaárið 2007/08
• Eitt starv, avlopstímar, umleið 20 tímar um vikuna.
Endaliga tímatalið verður fastlagt 1. september
Tann ið settur verður skal:
• Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• Duga at samstarva og vera fyrikomandi
• Vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru á
skúlanum
• Vera stundislig/ur og nærløgd/lagdur
Førleikakrøv:
Tann, sum settur verður í starv, skal hava lærara
útbúgving .
Løn:
Lønt verður sambært avtalu millum Føroya Lærara
felag og Fíggjarmálaráðið í lørnarflokkunum 18.1
– 27.4
Umsóknir:
Umsóknir við c.v., og avriti av prógvum skulu vera
skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mánadagin
25. juni
Fleiri upplýsningar um starvið fært tú við at venda
tær til Poul Jacob Zachariassen, skúlaleiðara á tlf.
452120 ella 585894
SKÚLIN Á FOSSÁNESI
730 Norðdepil · tlf. 452120 · fax 452122
Tpostur: fos@skulin.fo · www.skulin.fo/fos
Skúlin á Fossánesi hevur komandi skúlaár 41 næmingar, sum
ganga í 1. til 7. flokki. Tað verða 5 lærarar og ein stuðul. Skúlin er
væl útgjørdur við bókum og amboðum. Sí annars heimasíðuna.
Rúmlig og góð
raðhús til sølu
Húsini eru uml. 104 m2 í tveimum hæddum, í
sera góðum standi og liggja miðskeiðis í Havn
(Hvalsoyargøta 8).
Stovuhædd: Køkur/sova saman, gongd og
bryggers.
Loft: Baðirúm, gongd, 2 kømur og stórt hjúnarúm
við altan
Ovastaloft: Rúmligt, við møguleika at innrættast.
Til húsini er urtagarður við brotflísa terassu og
lagaðum grótgarði. Umframt 3 p-pláss.
Fleiri myndir kunnu síggjast á:
www.123hjemmeside.dk/hvalsoyargota8
Prísuppskot: 1.850.000,-
Áhugaði kunnu ringja: 519899 & 266477
lýsingar
Hús á Strondum til sølu
Talan er um hús á Lágarvegi 20, matr. nr. 522.
Húsini eru frá umleið 1910 og standa í friðaligum
og veðurgóðum umhvørvið. Grundøkið er 584
m2 til støddar.
Ognin verður seld um hóskandi boð fæst og kann
síggjast eftir avtalu. Áhugað kunnu seta seg í
samband við Jens Wang, adv. á teldupost jwa@
faroe-law.fo ella við at ringja á tlf. 359900/
219903.
Sp/f Andrias Berg
Entreprenørvirkið
Marinargøta 6 · 188 Hoyvík
Tlf. 31 65 58 / 21 65 58 · 100 Tórshavn
Søkt verður eftir førara til lítlan
kranabil. Fyrimunur er, um
viðkomandi eisini kann koyra
gravimaskinu.
Talan verður um fast arbeiði.