týsdagur 12. juni 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 110 - 12. juni 2007
Vit skulu flyta fokus
frá viðgerð og røkt, til
at geva teimum gomlu
eitt innihaldsríkt
lív, søgdu Margaret
Johannesen frá
Giljagarði og Halldis
Joensen frá Vallalíð,
á ráðstevnu um
eldrarøkt
Eldrarøkt
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hósdagin var Norðurlanda
húsið karmur um stóra
ráðstevnu um framtíðar
eldrarøkt, sum Nærverkið
skipaði fyri. Ráðstevnan
snúði seg í høvuðsheitum
um hugtakið The Eden
Alternative, sum hevur til
endamáls at betra um
lívsgóðskunna hjá búfólk
um á ellisheimum, og at
gera
stovnarnar
meira
heimligar. Hetta verður
millum annað gjørt við at
raðfesta lív, gleði, anda og
samanhald,
og
við
at
inndraga húsdjór, plantur
og børn í gerandisdagin hjá
teimum gomlu.
At liva ella yvirliva
Dr. Bill Thomas, sum er
upphavsmaður til Eden, og
var gestarøðari á ráðstevn
uni segði, at aldurdómur er
ikki tað sama sum sjúka,
viðgerð og ússaligheit.
– Tí skulu vit flyta fokus
frá viðgerð og røkt, til at
geva teimum gomlu eitt
innihaldsríkt lív, ið gevur
meining, segði hann. Og
hann greiddi frá, at kann
ingar vísa, at tá lívsgóðskan
fer upp minkar sjúkra
dagatalið og tey gomlu
taka ikki so nógvan heili
vág. Eisini eru tey betur
fyri kropsliga og kenna seg
ikki so einsamøll.
– Tey gomlu eru búgvin
og tilvitað um egnan tørv.
Og eins og búnar fruktir
eru tey søt og saftig av
lívskraft. Óbúgvin frukt er
beisk og smakkar ikki so
væl, segði hann, og vísti á,
at vit kunnu læra so
ómetaliga nógv av at vera
saman við teimum gomlu.
– Tey kunnu læra okkum
um lívið og at liva. Tí skal
heimið vera hugnaligt, og
tað skal snúgva ikki bert
snúgva seg um at yvirliva,
men at liva. Eitt gott lív
fyri tey eldru er bygt upp
av teimum smáu tingunum
í gerandisdegnum, tí skal
hvør dagur vera góður,
segði hann.
Her er gott at liva
Tveir stovnar fyri eldri,
sum hava arbeitt miðvíst
við Edenhugtakinum í
Føroyum eru Giljagarður í
Leirvík og heimið í Vallalíð
í Havn.
Á ráðstevnuni í Norður
landahúsinum fortaldu tær
báðar Margaret Johannesen
frá Giljagarði og Halldis
Joensen frá Vallalíð um,
hvussu tey hava lagt stovn
arnar um til Edenheim.
Og sigast má, at tað vóru
tvær litfagrar og óvanliga
eldhugaðar kvinnur, teir
400 áhoyrararnir lýddu á
hendan dagin.
Tær báðar tóku soleiðis
til í innleggum sínum:
»Tey gomlu skulu kunna
siga: Her er gott at liva!
Og tá tey síggja aftur á
tíðina hjá okkum, skulu tey
kunna siga: Har var gott at
búgva!«
Binda ættarlið saman
Margaret Johannesen, ið
starvast á Giljagarði í
Leirvík, er útbúgvin dem
enssamskipari og eisini
Edensamskipari í Føroyum.
Hon segði, at í Leirvík
leggja tey millum annað
stóran dent á at binda
ættarlið saman. Eitt nú
samstarva tey við skúlan
og barnagarðin í bygdini.
Skúlabørnini koma reglu
liga og syngja og fáa
drekkamunn á Giljagarði,
og barnagarðsbørnini koma
og spæla og hugna sær
saman við teimum gomlu.
Ein
dag
um
mánaðin
stongir barnagarðurin, og
øll børnini koma á vitjan í
Giljagarði, har tey vera
heintað av foreldrunum
eftir loknan dag.
– So kunnu foreldrini fáa
sær ein kaffimunn saman
við okkum, og á tann hátt
koma á vitjan og fylgja við
í gerandisdegnum hjá bú
fólkunum, segði Margaret,
sum kundi heilsa og siga,
at tey gomlu er sera glað, tá
tey hoyra børnini spæla og
flenna.
– Tí kunnu starvsfólkini
eisini taka síni egnu børn
við til arbeiðis, um tey
mangla ansing ein dag,
segði hon.
Eitt annað, sum tey gera
á Giljagarði til tess at
inndraga
nærumhvørvið
og at fáa lív í hjá teimum
gomlu er, at lokali kvinnu
kresurin, sum plagar at
møtast í Missiónshúsinum,
nú hittast á Giljagarði
aðruhvørja ferð.
– Spontanitetur, sangur
og gleði eru í hásæti. Tí
ómaka vit okkum eisini við
at koma út, til dømis á
útferðir og til bowling,
segði
Margaret
millum
annað.
Eitt deiligt klemm
Í innlegginum hjá Halldis
Joensen, demenssamskip
ara og deildaleiðara á
Vallalíð í Havn, greiddi
hon frá, hvussu tey brúka
djór til samveru við tey
gomlu, umframt týdningin
av at stimbra sansirnar hjá
teimum gomlu.
– Vit hava tvær kettur og
ein fugl, og so kemur ein
hundur á vitjan viðhvørt,
segði hon, og greiddi eisini
frá, at eitt av starvsfólkunum
er reiðfólk, og av og á fáa
tey
vitjan
av
rossum.
Halldis vísti eisini á, at í
staðin fyri at nevna deild
irnar á stovnunum fyri
deild, hava tey gjørt av at
nevna tær Húski.
– Vit hava eisini akkurát
fingið
tilsøgn
um
ein
sansihava, har tey gomlu
kunnu vera við til at fáa
blómur og urtir at grógva,
og á tann hátt at stimbra
sansirnar í einum vøkrum
og natúrligum umhvørvi,
segði hon. Í hesum sam
bandi vísti hon eisini á
týdningin av, at tey gomlu
eru við til at gera mat.
– Hetta er bæði fyri, at
tey skulu kenna á sær, at
tey eru til nyttu, og fyri at
tey skulu kenna angan og
hugnan av mati, eins og í
einum rættiligum heimi.
Tá tey gera mat, lukta
matin og nerta við hann,
verða sansirnir stimuler
aðir, segði hon. Sostatt
seyma tey indur, skera tálg,
gera rullupylsu og annað,
sum hevur við matgerð at
gera. Eisini hevur tað
stóran týdning á einum
Edenheimi, at øll eta
saman, bæði búfólk, starvs
fólk og vitjandi. Eins og í
einum ordiligum heimi!
Halldis endaði innleggið
við at heita á fólk um at
geva teimum gomlu eitt
ordiligt klemm.
– Tey ganga runt og
skelva og kenna seg lætt
ørkymlaði og einsamøll.
Eins og øll onnur hava tey
eisini tørv á kropsligari
kontakt, og tey elska at fáa
eitt klemm, segði hon, og
minti á, at tey dementu liva
í núinum, og tí skal núið
vera gott.
Bæði Margaret og Hall
dis løgdu dent á, at tað er
ikki lætt at broyta ment
anina á einum eldraheimi,
tí tað vil altíð vera torført
at broyta gamlar vanar og
óvanar. Og ikki minst er
tað torført at lata størri part
av avgerðarrættinum yvir
til tey eldru, við at minka
um skrivstovuvaldið og
viðgerðarhugburðin.
Eldri skulu eisini liva
– ikki bara yvirliva
Nú er nú! Eitt gott lív fyri
tey eldru er bygt upp av
teimum smáu tingunum
í gerandisdegnum. Tí skal
dagurin vera góður. Her
Jovina Mørk við kiskuni í
Vallalíð
Mynd: Jens Kristian Vang
Tær 10 meginreglurnar, sum liggja til grund fyri Eden-hugtakinum
1. Einsemi leiðsemi og hjálparloysi. Hesar tríggjar plágurnar eru tær vanligastu á
einum stovni fyri eldri
2. Skulu sleppa stovnsmodellinum við starvsfólkaloystum mannagongdum og í staðin
skapa ein felagsskap fyri eldri við urtagørðum, har dagliga lívið snýr seg um djór,
plantur og børn
3. Móti einsemi virkar ekta vinaløg, sum koma í lag, tá fólk hava tætt samband við
børn , djór, plantur og tey eldru
4. Móti leiðsemi virkar spontanitetur, sum kemur í einum umhvørvi, ið gevur
møguleika fyri óvæntaðum hendingum
5. Móti hjálparloysi virkar at hava onkran at taka sær av – at hava møguleika fyri at
geva eins væl og at taka ímóti
6. Meiningsleyst virksemi er drepandi fyri sálina. Tað er avgerandi fyri heilsuna at
hava møguleika fyri at gera okkurt meiningsfult
7. Viðgerð er í lagi, men umsorgan eigur at koma fyrst – ongantíð øvut
8. Edenaltenativið virðir tey eldri við at avmarkað einari toppstýrdari skrivstovuleiðslu
og at flyta avgerðirnar yvir til tey eldru og starvsfólkini – ella so nær teimum sum
gjørligt
9. At skifta til Edenalternativið er ein glíðandi gongd ikki ein skipan. Tá hugtakið
er skapt, skal tað fáa hjálp til at mennast, vaksa og grógva
10. Ein skilagóð ,eldhugað leiðsla tann neyðuga drívmegin, ið skal til fyri at vinna á
teimum atfinningum, sum ikki sleppast undan, tá ið broytingar koma. Ein tílík leiðsla
er hjartablóðið, sum drívur tilgongdina og onki annað kann setast í staðin.