týsdagur 12. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 110 - 12. juni 2007
Komandi ár verður
árliga norðurlendska
ráðstevnan um bróst
krabbamein hildin í
Føroyum. Føroyska
krabbameinsfelagið
hevur tætt samstarv
við hini norðurlond
ini, og føroyingar
hava ofta luttikið á
norðurlendskum
ráðstevnum fyri
áhugafeløg innan
bróstkrabba
Krabbamein
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Fyri stuttum vóru umboð
fyri Føroya Krabbameins
felag fyri fyrstu ferð á al
tjóða ráðstevnu, har 350 lut
takarar úr øllum heiminum
vóru samlað at tosa um
týdningin av góðum sam
skifti í samband við krabba
mein og krabbameinsvið
gerðir.
Ráðstevnan var hildin í
Stokholm,
og
føroysku
umboðini vóru Heidi Hvid
bro og Jónvør Christiansen,
sum eru núverandi og fyrr
verandi forkvinnur í sjálv
hjálparbólkinum, Bót til
Bata.
Tað var spennandi at
koma í samband við fólk
frá so nógvum fjarskotnum
londum, sigur Jónvør Christ
iansen.
Høvðusevnið
var,
hvussu sjálvboðnar kvinnur
globalt hjálpa kvinnum og
um hvussu týdningarmikið
sjálvboðið
arbeiðið
og
samskifti millum kvinur er.
Ráðstevnan gav eitt gott
innlit í hvussu torført tað
kann vera at samskifta um
bróstkrabba. Í onkrum ment
anum er onki orð fyri bróst,
og aðarstaðni er ikki loyvi
at taka orðið á tunguna.
Stór skomm er tí fongd at
sjúkuni,
og
onkustaðni
halda tey, at tað smittar, og
kvinnan verður koyrd í
isolatión.
Sjálvboðin mugu ofta
brúka nógva orku at fáa
samband við myndugleika
persónar,
átrúnaðarligar
leiðarir og aðrar fyrimyndir
fyri at fáa rætta boðskapin
út til fólkið.
Onkustaðni trúgva tey,
at orsøkin til, at ein hevur
fingið bróstkrabba er, at for
fedrarnir hava gjørt okkurt,
ella mamman hevur gjørt
okkurt, meðan hon var við
barn. Viðkomandi má tí
góðtaka at bera skuldina,
og fer tí ikki til lækna, sigur
Jónvør Christiansen.
Í onkrari mentan hevur
maðurin loyvi at taka eina
aðra konu, um bróstið verð
ur tikið. Hon verður ikki
hildin at kunna nøkta hans
ara kynsliga tørv, og hann
kann tí fáa sær eina aðra.
Kvinnur i slikum mentanum
velja ikki at fara til lækna,
tí sjúkan er ein hóttan móti
hennara sosiala grundar
lagi.
Ráðstevnan var í Svøríki,
sum er eitt undangonguland
innan bróstkrabbaviðgerð
og hevur heimsins penastu
tøl fyri yvirlivilsi við lang
ari traditión fyri mammo
grafiscreening.
Men í Svøríki eru tað ikki
øll, sum taka av tilboðnum
um screening, 7075 % í
stórbýunum, og 8590% í
restini av landinum taka av.
Orsøkin til hetta er, at kvinn
ur halda, at sjúkan ikki rak
ar tær. Krabbamein rakar
bara hini. Veruleikin er at
8. hvør kvinna fær bróst
krabba.
Føroyar er einasta Norðan
land,
sum
ikki
hevur
mammografiscreening.
Landsstýrismaðurin
í
Heilsumálum hevur lovað
at innføra screening kom
andi ár. Hetta árið fyllir
bróstkrabbabólkurin,
Bót
til Bata, 20 ár.
Altjóða ráðstevna
um bróstkrabba
Løgtingsformaðurin hevur
meirilutan við sær
Løgtingsformaðurin
tryggjar sjálvur,
at meiriluti er í
formansskapinum
í løgtinginum fyri,
at uppskot um at
gera Føroyar til
eitt valdømi skal
fyrireikast
POLiTiKKUr
Eyðun Klakkstein
eydun@sosialurin.fo
Edmund Joensen, løgtings
formaður, sigur, at meiriluti
er í formansskapinum í løg
tinginum fyri, at eitt upp
skot um at gera Føroyar til
eitt valdømi verður fyrireik
að.
Vit hava havt eina at
kvøðugreiðslu í formans
skapinum, og tá ið tað stend
ur á jøvnum 22, er atkvøð
an hjá formanninum avger
andi, og tí er meiriluti fyri
at fyrireika uppskotið um
eitt valdømi. Tá ið uppskot
ið er liðugt, verður tað aftur
lagt fyri formansskapin at
taka støðu til, sigur Edmund
Joensen, løgtingsformaður.
Á fundi tann 30. mai varð
málið um broyting í vallóg
ini fyri í formansskapinum.
Edmund Joensen og Óli
Breckman vóru fyri at gera
eitt uppskot um at Føroyar
verða eitt valdømi, meðan
Heirgeir Nielsen og Vilhelm
Johannesen
vóru
ímóti.
Umsitingin í løgtinginum
skal nú fyrireika uppskotið,
og so verður tað væntandi
lagt fyri løgtingið eftir ólav
søku.
Hetta er rætti hátturin at
fáa uppskotið í løgtingið.
Løgtingið, samgongan og
flokkarnir eru sundurbýtt í
hesum máli, og hvørki
flokkarnir ella samgongan
klára at gera eitt slíkt upp
skot, sigur løgtingsformað
urin.
Tá hvørki flokkarnir
ella samgongan megnar
at gera eitt uppskot um
Føroyar sum eitt valdømi,
so er tað rætti hátturin, at
formansskapurin ger tað,
sigur Edmund Joensen,
løgtingsformaður
John Havn fekk triðja pláss
Føroyameistarin í egning, John Havn, var um vikuskiftið og tók lut í HM
kappingini í egning í býnum Kjøllefjord í norður Noregi. Fyrrverandi
heimsmeistarin megnaði tó ikki at endurtaka bragdið frá 2005, tí hann
endaði á triðja plássi. Heimsmeistari gjørdist norðmaðurin, Kjelle
Ovesen, úr Gravdal í Lofoten. Kappingin í Noregi varð tó ikki líka
skipað, sum kappingin í Føroyum í 2005 var. Munurin millum
kappingina í Føroyum og Noregi var, at í Noreg vóru engdir 50 húkar
ímóti 100 húkum í Føroyum, meðan teymarnar í Noregi vóru úr klønum
nylon.
Annar av føroysku luttakarunum aftan fyri Drotning Sylviu,
Jónvør Christiansen, sum eisini luttók á ráðstevnuni fyri
sjálvhjálparbólkar í bróstkrabba
Jónvør Christiansen prátar við nakrar av hinum luttakarunum, sum komu bæði úr Europa,
Afrika, Asia og Amerika