Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2007 Megna vit at umseta visjón til veruleika, og verður leisturin fylgdur, sum arbeiðs­ bólkarnir leggja upp til í »Visjón 2015 – MÁL OG VEGIR«, er ógvuliga sannlíkt, at Føroyar verða millum heimsins bestu lond at liva í, sum Visjón 2015 leggur upp til VISJÓN 2015 Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hon verður handað í dag, frá­greiðingin frá arbeiðs­ bólkunum, sum hava stung­ ið út í kortið, hvussu vit upp­­náa málsetningin, at telj­ ast millum heimsins bestu lond at liva í ár 2015. Talan er um 13 arbeiðs­ bólkar og 13 sonevndar grundarsteinar, sum økis­ umráðini verða nevnd. Tal­ an er um 13 ymiskar bólkar, tó at nøkur fólk ganga aftur í fleiri enn tí eina bólki­ num. Frágreiðingin umfatar heil­ar 245 síður, og bólk­ar­ nir hava hvør sær gjørt sær stóran ómak við sínum frá­ greiðingum. Heilt stutt kann sigast, at Føroyar 2015 skulu byggja á eitt útbúgvingar- og gransk­ingarsamfelag, har infrakervið er »second to none«. Í samandráttinum verður eitt nú sagt: »Lærdi háskúli Føroya hýsir einum fjølbroyttum og breiðum universitetsumhvørvi við kveikjandi samskifti og námsfrøðiligum samstarvi. Her eru allar akademisku út­búgvingarnar savnaðar. Universitetið er vorðið eitt sterkt andlit bæði inneftir og úteftir«. Og málið er rættiliga høgt, tá um útbúgvingar ræð­ur. Eitt av aðalmálunum er nevniliga, at: »At kalla allir næmingar taka mið­ náms­útbúgving, og 75% av okkara ungu eru undir hægri útbúgving – styttri ella longri – bæði heima og heiman«. So eingin ivi er um, at stór­ur dentur verður lagdur á útbúgving. Gransking og hugskot Mælt verður til, at stórur dent­ur verður lagdur á gransk­ing, ikki bert innan øki, har vit hava góðar for­ treytir at ganga á odda – eitt nú innan matframleiðslu úr havinum. Eisini eigur at verða granskað í ílegutøkni, mentan, samskiftistøkni og øðrum, metir arbeiðs­bólk­ urin. »Vælútbúna fólkið støð­ ast, og samfelagið stuðlar og eggjar skapanarhugi. Skap­anarevni kveikja ný­menn­ing, so gransk­ing­ar­ úrslit verða ment til vørur, tænastur og nýggjar vinnur, sum eisini røkka langt út um landoddarnar«, eitur tað í frágreiðingini. Her verður eisini víst á tað neyðuga í, at vit hava eitt gott útbúgvingar­um­ hvørvi, har granskarar kunnu klekjast, eins og eitt granskingarumhvørvi við øllum neyðugum tekniskum útbúnaði, sum eggjar bæði føroyskum og útlendskum granskarum at velja Føroyar sum teirra miðdepil. Til tess at føra hesi úrslit út í lívið, er eisini neyðugt, at Føroyar gerast ein íverk­ setaradepil. Longu nú hava vit meiri enn tað eina íverk­ setanarhúsið, og hesi eru ein fortreyt fyri nýmenning og áhaldandi framburði. »Íverksetanarmetnanin verður løgd í skúlaungdómin frá barnsbeini. Hugskots­ menn­ing og nýskapanar­ kunn­leiki eru innbygd í undirvísingina, og skapanar­ evnini eru stimbrað gjøg­ num verkætlanir, evnis­dag­ ar, spøl og kappingar«, sigur arbeiðsbólkurin í síni frágreiðing. Føroyar ein býur Víðari verður víst á, at kunn­ ingartøknin ger, at alheim­ urin alsamt gerst minni og minni. Eitt aðalmál er, at í ár 2015 skulu allir føroy­ ingar hava atgongd til al­nótina. Hetta fer at merkja, at útbúgving ikki long­ur verður tengd at, hvørji skúlatilboð eru tøk í nærumhvørvinum, tí allir skúlar finnast á alnótini. Tað fer tá at bera til at út­búgva seg heima ella heim­an, og seta sína út­búgving saman gjøgnum eitt breitt úrval av fakligum tilboðum við væl skikkaðum føroyskum og útlendskum lærarum. Eisini fer samferðslu­kerv­ ið at verða munandi meiri útbygt eftir einari greiðari ætlan um, at Føroyar skulu verða at rokna sum ein býur. Infrakervið skal gera tað møguligt at ferðast skjótt og bíligt millum øll støð í landinum, og tað skal lættliga kunna bera til at búgva í einum øki í landi­ num, men arbeiða og nýta tænastur í øðrum parti av landinum. Føroyar skulu verða at rokna sum ein stórbýur í Europa, og at ferðast mill­ um Føroyar og umheimin skal verða sum at ferðast millum stórbýir í Europa. Landið alt skal eisini síggj­ast sum ein arbeiðs­ marknaður. Skipanir við ferð­ing, barnaansing og bústaðarmøguleikum skal gera tað møguligt. Tað skal verða skjótt at umstilla seg, lætt hjá arbeiðstakara at bjóða sína arbeiðsmegi fram, og lætt hjá arbeiðs­gev­ ara at fáa røttu arbeiðs­meg­ ina. Trivnaður skal í hásæti á arbeiðsplássunum, og har­ við verður sjúkrafráveran munandi lækkað. Lívslong læra og førleikamenningars kipanir eru lyklaorð í eini áhaldandi menning av ar­beiðsmarknaðinum, ið fevnir um øll, frá ófak­lærd­ um til hægstu leiðarar. »Umframt hetta gevur ein rúmligur arbeiðs­markn­ aður samfelagnum økta úr­tøku, tí allar kreftir eru við til at lyfta – eisini fólk við skerdum førleika, ið áður ikki høvdu stórar møgu­leikar á arbeiðs­markn­ aðinum«, stendur millum annað at lesa í áhugaverdu frágreiðingini »Visjón 2015 – MÁL OG VEGIR«. Og vit kunnu bert staðfesta, at megna vit at gera visjónir til veruleika, verður Føroyar uttan iva eitt gott land at búgva í ár 2015. ... so verður tað gott í Føroyum Útbúgving og gransking er grundhornasteinar í framtíðar føroyska samfelagnum Føroyar skulu verða sum ein býur at rokna. Infrakervið skal gera tað møguligt at búgva í einum øki av landinum, men arbeiða og nýta tænastur í einum øðrum øki Jack Petersen á Jóan- søkufestivalinum Jack Petersen er rættliga vorðin kult-figurur í Føroyum, og millum tey ungu er ongin ivi um, at Jack er cool. Hetta er m.a. hent, eftir at útvarpssamrøðan, har Jack greiðir frá tilburðinum, tá hann varð álopin í Keypmannahavn, er vorðin kend á alnetinum, m.a. á www. nym.fo. Sjálvt um Jack er kendur millum føroyingar, so er hann tó ikki kendur sum yrkjari aðrastaðni enn á Tvøroyri. Sum skilst, so er eitt yrkingasavn ávegis, og nú er greitt, at Jack Petersen fer at lesa nakrar av hesum yrkingum á Jóansøkufestivalinum. Hetta skrivar heimasíðan hjá Jóansøkufestivalinum. Listaverkini verða ikki einskild Listaverkini hjá Føroya Banka verða ikki einskild saman við bankanum. Mentamálaráðið og bankin hava avtalað, at listaverkini skulu varðveitast á føroyskum hondum, og at Mentamálaráðið skal keypa listaverkini, tá tey eru virðismett. -Føroya Banki vil tryggja sær brúksrættin til tey um 900 listaverkini í eitt ávíst áramál, men hvussu leingi bankin skal hava ræðisrættin til verkini, er ikki avgreitt, sigur Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, við Útvarpið. Føroya Banki hevur keypt føroyska list í nógv ár og eigur umleið 900 listaverk.