Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2007 Megna vit at umseta visjón til veruleika, og verður leisturin fylgdur, sum arbeiðs­ bólkarnir leggja upp til í »Visjón 2015 – MÁL OG VEGIR«, er ógvuliga sannlíkt, at Føroyar verða millum heimsins bestu lond at liva í, sum Visjón 2015 leggur upp til VISJÓN 2015 Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hon verður handað í dag, frá­greiðingin frá­ arbeiðs­ bólkunum, sum hava stung­ ið út í kortið, hvussu vit uppná­a má­lsetningin, at telj­ ast millum heimsins bestu lond at liva í á­r 2015. Talan er um 13 arbeiðs­ bólkar og 13 sonevndar grundarsteinar, sum økis­ umrá­ðini verða nevnd. Tal­ an er um 13 ymiskar bólkar, tó at nøkur fólk ganga aftur í fleiri enn tí eina bólki­ num. Frá­greiðingin umfatar heilar 245 síður, og bólkar­ nir hava hvør sær gjørt sær stóran ómak við sínum frá­­ greiðingum. Heilt stutt kann sigast, at Føroyar 2015 skulu byggja á­ eitt útbúgvingar­ og granskingarsamfelag, har infrakervið er »second to none«. Í samandrá­ttinum verður eitt nú sagt: »Lærdi há­skúli Føroya hýsir einum fjølbroyttum og breiðum universitetsumhvørvi við kveikjandi samskifti og ná­msfrøðiligum samstarvi. Her eru allar akademisku útbúgvingarnar savnaðar. Universitetið er vorðið eitt sterkt andlit bæði inneftir og úteftir«. Og má­lið er rættiliga høgt, tá­ um útbúgvingar ræður. Eitt av aðalmá­lunum er nevniliga, at: »At kalla allir næmingar taka mið­ ná­msútbúgving, og 75% av okkara ungu eru undir hægri útbúgving – styttri ella longri – bæði heima og heiman«. So eingin ivi er um, at stórur dentur verður lagdur á­ útbúgving. Gransking og hugskot Mælt verður til, at stórur dentur verður lagdur á­ gransking, ikki bert innan øki, har vit hava góðar for­ treytir at ganga á­ odda – eitt nú innan matframleiðslu úr havinum. Eisini eigur at verða granskað í ílegutøkni, mentan, samskiftistøkni og øðrum, metir arbeiðsbólk­ urin. »Vælútbúna fólkið støð­ ast, og samfelagið stuðlar og eggjar skapanarhugi. Skapanarevni kveikja nýmenning, so granskingar­ úrslit verða ment til vørur, tænastur og nýggjar vinnur, sum eisini røkka langt út um landoddarnar«, eitur tað í frá­greiðingini. Her verður eisini víst á­ tað neyðuga í, at vit hava eitt gott útbúgvingarum­ hvørvi, har granskarar kunnu klekjast, eins og eitt granskingarumhvørvi við øllum neyðugum tekniskum útbúnaði, sum eggjar bæði føroyskum og útlendskum granskarum at velja Føroyar sum teirra miðdepil. Til tess at føra hesi úrslit út í lívið, er eisini neyðugt, at Føroyar gerast ein íverk­ setaradepil. Longu nú hava vit meiri enn tað eina íverk­ setanarhúsið, og hesi eru ein fortreyt fyri nýmenning og á­haldandi framburði. »Íverksetanarmetnanin verður løgd í skúlaungdómin frá­ barnsbeini. Hugskots­ menning og nýskapanar­ kunnleiki eru innbygd í undirvísingina, og skapanar­ evnini eru stimbrað gjøg­ num verkætlanir, evnisdag­ ar, spøl og kappingar«, sigur arbeiðsbólkurin í síni frá­greiðing. Føroyar ein býur Víðari verður víst á­, at kunn­ ingartøknin ger, at alheim­ urin alsamt gerst minni og minni. Eitt aðalmá­l er, at í á­r 2015 skulu allir føroy­ ingar hava atgongd til alnótina. Hetta fer at merkja, at útbúgving ikki longur verður tengd at, hvørji skúlatilboð eru tøk í nærumhvørvinum, tí allir skúlar finnast á­ alnótini. Tað fer tá­ at bera til at útbúgva seg heima ella heiman, og seta sína útbúgving saman gjøgnum eitt breitt úrval av fakligum tilboðum við væl skikkaðum føroyskum og útlendskum lærarum. Eisini fer samferðslukerv­ ið at verða munandi meiri útbygt eftir einari greiðari ætlan um, at Føroyar skulu verða at rokna sum ein býur. Infrakervið skal gera tað møguligt at ferðast skjótt og bíligt millum øll støð í landinum, og tað skal lættliga kunna bera til at búgva í einum øki í landi­ num, men arbeiða og nýta tænastur í øðrum parti av landinum. Føroyar skulu verða at rokna sum ein stórbýur í Europa, og at ferðast mill­ um Føroyar og umheimin skal verða sum at ferðast millum stórbýir í Europa. Landið alt skal eisini síggjast sum ein arbeiðs­ marknaður. Skipanir við ferðing, barnaansing og bústaðarmøguleikum skal gera tað møguligt. Tað skal verða skjótt at umstilla seg, lætt hjá­ arbeiðstakara at bjóða sína arbeiðsmegi fram, og lætt hjá­ arbeiðsgev­ ara at fá­a røttu arbeiðsmeg­ ina. Trivnaður skal í há­sæti á­ arbeiðsplá­ssunum, og har­ við verður sjúkrafrá­veran munandi lækkað. Lívslong læra og førleikamenningars kipanir eru lyklaorð í eini á­haldandi menning av arbeiðsmarknaðinum, ið fevnir um øll, frá­ ófaklærd­ um til hægstu leiðarar. »Umframt hetta gevur ein rúmligur arbeiðsmarkn­ aður samfelagnum økta úrtøku, tí allar kreftir eru við til at lyfta – eisini fólk við skerdum førleika, ið á­ður ikki høvdu stórar møguleikar á­ arbeiðsmarkn­ aðinum«, stendur millum annað at lesa í á­hugaverdu frá­greiðingini »Visjón 2015 – MÁL OG VEGIR«. Og vit kunnu bert staðfesta, at megna vit at gera visjónir til veruleika, verður Føroyar uttan iva eitt gott land at búgva í á­r 2015. ... so verður tað gott í Føroyum Útbúgving og gransking er grundhornasteinar í framtíðar føroyska samfelagnum Føroyar skulu verða sum ein býur at rokna. Infrakervið skal gera tað møguligt at búgva í einum øki av landinum, men arbeiða og nýta tænastur í einum øðrum øki Jack Petersen á Jóan- søkufestivalinum Jack Petersen er rættliga vorðin kult­figurur í Føroyum, og millum tey ungu er ongin ivi um, at Jack er cool. Hetta er m.a. hent, eftir at útvarpssamrøðan, har Jack greiðir frá­ tilburðinum, tá­ hann varð á­lopin í Keypmannahavn, er vorðin kend á­ alnetinum, m.a. á­ www. nym.fo. Sjá­lvt um Jack er kendur millum føroyingar, so er hann tó ikki kendur sum yrkjari aðrastaðni enn á­ Tvøroyri. Sum skilst, so er eitt yrkingasavn á­vegis, og nú er greitt, at Jack Petersen fer at lesa nakrar av hesum yrkingum á­ Jóansøkufestivalinum. Hetta skrivar heimasíðan hjá­ Jóansøkufestivalinum. Listaverkini verða ikki einskild Listaverkini hjá­ Føroya Banka verða ikki einskild saman við bankanum. Mentamá­lará­ðið og bankin hava avtalað, at listaverkini skulu varðveitast á­ føroyskum hondum, og at Mentamá­lará­ðið skal keypa listaverkini, tá­ tey eru virðismett. ­Føroya Banki vil tryggja sær brúksrættin til tey um 900 listaverkini í eitt á­víst á­ramá­l, men hvussu leingi bankin skal hava ræðisrættin til verkini, er ikki avgreitt, sigur Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamá­lará­ðnum, við Útvarpið. Føroya Banki hevur keypt føroyska list í nógv á­r og eigur umleið 900 listaverk.