Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2007 Arbeiðsbólkurin, ið hevur viðgjørt grundarsteinin Infrakervi, mælir til, at umfatandi útbyggingar verða gjørdar bæði í vegir, tunlar og ferjur VISJÓN 2015 Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá Visjón 2015 er førd út í lívið, skal tað í mesta lagi taka tveir og ein hálvan tíma at koma til Havnar úr fjarasta staði í landinum. Her verður sjálvandi hugs­ að um Suðuroynna og tað merkir, at úr Sumba til Havnar skal ferðatíðin ikki verða meiri enn hálvantriðja tíma. Tá verður roknað við tunli millum Streymoynna og Sandoynna og ferðasam­ bandi av Sandi til Hvalbiar. Úr øðrum støðum í landi­ num skal í mesta lagi nýtast hálvurannnar tími til ferð­ ing til Havnar, har landafast ikki er, og har vegasamband er allan vegin, skal ferða­ tíðin ikki fara upp um ein tíma. Hartil ásetur arbeiðsbólk­ urin, at ferðatíðin til um­ ráðandi virksemi, sum tað verður nevnt, tað er handlar, læknahjálp og postav­ greiðslu, skal í mesta lagi vera hálvan tíma. Sama er galdandi fyri ferðatíðina millum Havnina og flog­ vøllin. Aftrat hesum verður mælt til at gera ein hóp av íløgum í vegir, tunlar og ferjur. Fyri vegakervið verður mælt til fylgjandi. Tiltøk og tíðarfreistir: Hovstunnil 2007 Vegur um Leirvík 2008 Tryggja vegirnar til Tjørnuvíkar og Dals móti omanlopi 2008 Innkomuvegir til Havnar 2010 Aðrar ábøtur, t.d. vegakervið í Kalsoynni og brúgvin um Streymin 2010 Vegur um Skála­ botn 2012 Tunnil norður um Fjall 2012 Sandoyartunnil 2014 Eysturoyartunnil 2014 Tunnil millum Skálafjørðin og Gøtudal/Kambsdal 2014 Hvalbiartunnil 2015 Framkomuleiki og smidleiki Í viðmerkingunum til hetta verður sagt, at í 2006 var ferðatíðin til Havnar, har landfast var, ein tími, tó undantikið ávís øki og bygd­ ir í Eysturoynni og bygdir­ nar norðan fyri Klaksvíkina. Men tá Eysturoyartunnilin er komin, verða eisini hesi støð komin upp í hendan fjarleika. Men tað verður eisini neyðugt at gera annan atkomuveg til Havnar, um ikki orkuføristrupulleikar (kapacitets­) við bíðitíð skulu verða kring høvuðs­ staðin. Hesin vegur skal gera tað lættari at koma til Havnar og føra ferðsluna uttan um og inn í býin á skilagóðan hátt. Á Borðoynni er trupul­ leikin tann, at stór akfør ikki sleppa gjøgnum tunlar­ nar, og tí mugu hesir útbyggjast ella nýggir ger­ ast. Eisini skal ferðatíðin úr Suðuroynni skerast niður í hálvantriðja tíma, og letur hetta seg gera, tá Hovs­ tunnilin er gjørdur, nýggjur Hvalbiartunnil komin, tá siglandi er millum Hvalba og Sandoynna og tá koyr­ andi er av Sandi til Havnar. Somuleiðis verður neyð­ ugt við ábøtum á vegirnar til Tjørnuvíkar og Dals soleiðis, at hesir verða tryggjaðir móti omanlopi, eins og brúgvin um Streym­ in krevur ábøtur. »Rakstur, viðlíkahald og vetrarhald skulu skipast soleiðis, at flytføri, fram­ komuleiki og smidleiki eru av tí besta«, verður sagt í frágreiðingini. Sjey nýggj skip Fyri sjóleiðirnar mælir bólk­ urin til, at ikki færri enn sjey nýggjar ferjur verða bygdar komandi sjey árini. Fyri hesi síggja »Tiltøk og tíðarfreist« soleiðis út: Farmaskip 2011 Nólsoyarskip 2008 Svínoyar/Fugloyarskip 2008 Skúvoyarskip 2009 Kalsoyarskip 2010 Mykinesskip 2013 Hest/Koltursskip 2014 Hartil skulu fleiri havnir til­ lagast nýggju skipunum. Tann tíðarfreistin sær soleiðis út: Havnatillaging til nýggj skip 2011 Havn í Svínoy 2012 Havn í Skúvoy 2013 Havn á Sandi 2014 Havn í Hvalba 2015 Tá hugsað verður um fólka­ flutning metir arbeiðsbólk­ urin, at mest umráðandi er, at hædd verður tikin fyri ferðatíð, ferðadygd, smid­ leika og at flutningstólini eisini eru egnað til fólk við niðursettum førleika. Mælt verður til at útvega skjótt­ gangandi skip – tað er minst 22 knob – á farleiðunum til Nólsoyar, Skúvoyar, Myki­ nesar, Svínoyar og Fugloyar og út í Hest og Koltur. Hartil eiga nýggj skip at kunna sigla í minst líka ring­ um veðri sum verandi skip. Eisini verður mælt til, at eitt serligt farmaskip verður útvegað til farmaflutning til nevndu oyggjar. Eydnast alt hetta at fremja í verki innan ár 2015, má sigast, at Føroyar fara at hava eitt vælútbygt infra­ kervi, og at útjaðarin í mest­ an mun er tikin við í fram­ tíðarætlanir fyri landið. Infrakervið útbyggjast munandi Mælt verður til at byggja ikki færri enn sjey nýggj strandfaraskip komandi sjey árini Strongdar kvinnur Ingrid Stage, forkvinna fyri DM – fakfelagið hjá teimum vællærdu í Danmark., sigur, at tvístøðan millum arbeiðslív og familjulív er ofta meira stressandi fyri kvinnur enn hon er fyri menn, og vísir til eina kanning, sum Socialforskningsinstituttet frá 2005. Sokallaða flex­tíðin á arbeiðsmarknaðinum hevur sambært somu kanning positiva ávirkan mannfólk og teirra strongd, meðan hetta ikki er galdandi fyri kvinnur. Ingrid Stage sigur, at samstundis sum hetta er galdandi, so brúka konufólk í miðal ein tíma meiri upp á húsligt arbeiði enn mannfólk. Tí metir hon, at vera arbeiði úti og heima lagt saman hjá kvinnum og monnum, so er talið hægri hjá konufólkum, og hetta kann vera tyngjandi fyri tær. Útstykkja í Gásadali Tað eina grundstykki er longu selt, meðan fyrispurningur er til hini trý, nú tey í Gásadali eru farin undir at stykkja út til fýra nýggj grundstykkir. Talan er um avbygdarfólk og fólk, sum hava tilknýti til Gásadal. Borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Jákup Suni Lauritsen, sigur seg vóna, at talan er um sethús og ikki summarhús. – Tað merkir nógv fyri Gásadal, at tey fáa fólk hartil, soleiðis at bygdin kann broytast. Fáa vit nakrar barnafamiljur til Gásadals, so hevur tú eina heilt aðra støðu. Har búgva eini 15 eldri fólk í Gásadali, meðan tey sum hava fingið byggiloyvi eru ein barnafamilja, sigur Jákup Suni Lauritsen við Dimmalætting.