týsdagur 12. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 110 - 12. juni 2007
Leigar farmaskip fyri summarið
Stóri vøksturin í
farminum hevur
gjørt, at Smyril Blue
Water saman við
Smyril Line hava
gjørt av at leiga eitt
farmaskip í fyribils
tríggjar mánaðir
FARMAFLUTNINGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Flutningsfyritøkan Smyril
Blue Water er upprunaliga
ein »avlegari« av Smyril
Line, sum eigur og rekur
Norrönu. Fyri nøkrum ár
um síðani var hildið fræg
ast, at skilja ferðafólka
flutningin og farmaflutn
ingin sundur, og harvið
uppstóð Smyril Blue Water.
Síðani
er
virksemið
vaksið støðugt, og nøgdin
av farmi hevur verið so
mikið stór, at tað í fjør
knípti álvarsliga við plássi
umborð á Norrönu.
– Vit hava eina avtalu
við Smyril Line um deks
pláss umborð á Norrönu,
men vit sóu í fjør summar,
at plássið ikki var nøktandi.
Tí hava vit í ár valt at gera
ein leigusáttmála við annað
farmaskip, fyribils í tríggj
ar mánaðir í summar, sigur
Heðin Joensen, stjóri á
Smyril Blue Water.
Skipið, sum teir hava
leigað, eitur Zeran og er av
Valetta á Malta. Men hetta
skipið fer kortini bert at
sigla ein ella tveir túrar upp
á Føroyar, tí skipið er
ógvuliga høgt og stórt og tí
illa hóskandi at sigla upp á
Føroyar.
– Vit hava tí útvegað
okkum eitt annað skip,
Hoburgen, sum er væl
lægri enn Zeran, men sum
kortini tekur eins nógvan
farm. Hetta skipið fer so at
sigla fyri okkum summar
mánaðirnar, sigur Heðin
Joensen.
Kanska alt árið
Fyribils fara teir so at
síggja tíðina ann, men
stjórin á Smyril Blue Water
vil ikki avvísa, at talan
kann gerast um longri
leigumál enn teir uppruna
ligu tríggjar mánaðirnar.
Trupulleikin í fjør var, at
tá ferðafólkið skuldi hava
sínar bilar við Norrönu,
skapti tað eitt plásstrot
umborð á ferjuni, og tí vóru
trupulleikar at nøkta tørvin
hjá bæði Smyril Blue Water
og Smyril Line. Nú er so
vald hendan loysnin, og
sambært Heðini Joensen
kann talan saktans gerast
um at leingja leigumálið
við Hoburgen.
– Vísir tað seg, at tørvur
er á eyka farmaskipi út um
hesar tríggjar mánaðirnar,
verður helst talan um at
leiga skipið alt árið, sigur
Heðin Joensen
Allur flutningur av farmi
hjá Smyril Blue Water fer
fram á trailarum, tí á tann
hátt gongur tað skjótt fyri
seg at lasta og lossa farma
skipini. Hoburgen er skrá
sett í Nassau á Bahama
oyggjunum.
Zeran siglir fyribils bert
ein ella tveir túrar fyri
Smyril Blue Water og
Smyril Line. Tað er ov stórt
og ov høgt at røkja Før
oyasiglingina. Seinni verð
ur tað avloyst av Hoburgen,
ið er skrásett í Nassau á
Bahamaoyggjunum
Eftir 25 ár í starvi hjá Rasmussen
& Weihe hevur Klaus Rasmussen
gjørt av at royna seg uttanfyri
grannskoðaraheimin, og hann flytur
í hesum sambandi av landinum í
summar. Hann hevur tó játtað at
taka við sum formaður í nevndini
og kemur tí framhaldandi at vera
knýttur at felagnum.
Hans Laksá verður hereftir triði
stjóri í 40 ára søgu felagsins eftir
Carl Vilhelm Weihe og Klaus Ras
mussen.
Nýggi stjórin Hans Laksá og starvs
fólk felagsins hava sett sær fyri, at
felagið heldur fram sum higartil
og varðveitir støðuna sum Føroya
besta grannskoðaravirki.
P/f Rasmussen & Weihe · Á Glaðsheyggi · Boks 30 · 100 Tórshavn · tel 35 17 00
International Worldwide Cooperation
M ó t t ø k a
...farandi
og
komandi...
Vit vóna at síggja nógv fólk
friggjadagin 15. juni millum kl. 15 og kl. 18
á skrivstovu felagsins.
Klaus Rasmussen
Statsaut. revisor
Hans Laksá
Statsaut. revisor
R æ t t i n g
Kappríðing verður við Leynavatn leygardagin 23.
juni kl. 15.00.
tilmelding seinast hóskvøldið 21. juni kl. 19.00.
Ring: 219098 – 224343 – 228833
FØROYA RÍÐINGARFELAG
Í vikuskiftisblaðnum
8. juni, vóru skeiv dato
komin í lýsingina. Haldi
okkum til góðar.
Zeran siglir fyribils bert ein ella tveir túrar fyri Smyril Blue Water og Smyril Line. Tað er ov
stórt og ov høgt at røkja Føroyasiglingina. Seinni verður tað avloyst av Hoburgen, ið er skrásett í
Nassau á Bahamaoyggjunum
Mynd: Eirikur Lindenskov