Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 110 - 12. juni 2007 Leigar farmaskip fyri summarið Stóri vøksturin í farminum hevur gjørt, at Smyril Blue Water saman við Smyril Line hava gjørt av at leiga eitt farmaskip í fyribils tríggjar mánaðir FARMAFLUTNINGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Flutningsfyritøkan Smyril Blue Water er upprunaliga ein »avlegari« av Smyril Line, sum eigur og rekur Norrönu. Fyri nøkrum ár­ um síðani var hildið fræg­ ast, at skilja ferðafólka­ flutningin og farmaflutn­ ingin sundur, og harvið uppstóð Smyril Blue Water. Síðani er virksemið vaksið støðugt, og nøgdin av farmi hevur verið so mikið stór, at tað í fjør knípti álvarsliga við plássi umborð á Norrönu. – Vit hava eina avtalu við Smyril Line um deks­ pláss umborð á Norrönu, men vit sóu í fjør summar, at plássið ikki var nøktandi. Tí hava vit í ár valt at gera ein leigusáttmála við annað farmaskip, fyribils í tríggj­ ar mánaðir í summar, sigur Heðin Joensen, stjóri á Smyril Blue Water. Skipið, sum teir hava leigað, eitur Zeran og er av Valetta á Malta. Men hetta skipið fer kortini bert at sigla ein ella tveir túrar upp á Føroyar, tí skipið er ógvuliga høgt og stórt og tí illa hóskandi at sigla upp á Føroyar. – Vit hava tí útvegað okkum eitt annað skip, Hoburgen, sum er væl lægri enn Zeran, men sum kortini tekur eins nógvan farm. Hetta skipið fer so at sigla fyri okkum summar­ mánaðirnar, sigur Heðin Joensen. Kanska alt árið Fyribils fara teir so at síggja tíðina ann, men stjórin á Smyril Blue Water vil ikki avvísa, at talan kann gerast um longri leigumál enn teir uppruna­ ligu tríggjar mánaðirnar. Trupulleikin í fjør var, at tá ferðafólkið skuldi hava sínar bilar við Norrönu, skapti tað eitt plásstrot umborð á ferjuni, og tí vóru trupulleikar at nøkta tørvin hjá bæði Smyril Blue Water og Smyril Line. Nú er so vald hendan loysnin, og sambært Heðini Joensen kann talan saktans gerast um at leingja leigumálið við Hoburgen. – Vísir tað seg, at tørvur er á eyka farmaskipi út um hesar tríggjar mánaðirnar, verður helst talan um at leiga skipið alt árið, sigur Heðin Joensen Allur flutningur av farmi hjá Smyril Blue Water fer fram á trailarum, tí á tann hátt gongur tað skjótt fyri seg at lasta og lossa farma­ skipini. Hoburgen er skrá­ sett í Nassau á Bahama­ oyggjunum. Zeran siglir fyribils bert ein ella tveir túrar fyri Smyril Blue Water og Smyril Line. Tað er ov stórt og ov høgt at røkja Før­ oyasiglingina. Seinni verð­ ur tað avloyst av Hoburgen, ið er skrásett í Nassau á Bahamaoyggjunum Eftir 25 ár í starvi hjá Rasmussen & Weihe hevur Klaus Rasmussen gjørt av at royna seg uttanfyri grannskoðaraheimin, og hann flytur í hesum sambandi av landinum í summar. Hann hevur tó játtað at taka við sum formaður í nevndini og kemur tí framhaldandi at vera knýttur at felagnum. Hans Laksá verður hereftir triði stjóri í 40 ára søgu felagsins eftir Carl Vilhelm Weihe og Klaus Ras­ mussen. Nýggi stjórin Hans Laksá og starvs­ fólk felagsins hava sett sær fyri, at felagið heldur fram sum higartil og varðveitir støðuna sum Føroya besta grannskoðaravirki. P/f Rasmussen & Weihe · Á Glaðsheyggi · Boks 30 · 100 Tórshavn · tel 35 17 00 International Worldwide Cooperation M ó t t ø k a ...farandi og komandi... Vit vóna at síggja nógv fólk friggjadagin 15. juni millum kl. 15 og kl. 18 á skrivstovu felagsins. Klaus Rasmussen Statsaut. revisor Hans Laksá Statsaut. revisor R æ t t i n g Kappríðing verður við Leynavatn leygardagin 23. juni kl. 15.00. tilmelding seinast hóskvøldið 21. juni kl. 19.00. Ring: 219098 – 224343 – 228833 FØROYA RÍÐINGARFELAG Í vikuskiftisblaðnum 8. juni, vóru skeiv dato komin í lýsingina. Haldi okkum til góðar. Zeran siglir fyribils bert ein ella tveir túrar fyri Smyril Blue Water og Smyril Line. Tað er ov stórt og ov høgt at røkja Føroyasiglingina. Seinni verður tað avloyst av Hoburgen, ið er skrásett í Nassau á Bahamaoyggjunum Mynd: Eirikur Lindenskov