mikudagur 28. mars 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 28. mars 2001
13
Líkt er til, at Allan
Simonsen kann velja
millum allan 17
leikararnar, sum eru
eftir i landsliðshópin-
um
LANDSDYSTUR
Álvur Haraldsen/Jákup
Mørk úr Moskva
Allan
Simonsen
hevði
fyrstu ferð allan landsliðs-
hópin til venjingar, tá
landsliðið hevði eina stutta
venjing mánadagin um
middagsleitið. Higartil hev-
ur hópurin til hvørja venj-
ing verið nakað skerdur,
men nú tykist tó sum um, at
krímið er farið burtur í
russiska kuldanum. Sámal
Joensen er nú aftur komin
fyri seg, Pól Thorsteinsson er
endiliga aftur tøkur, meðan
Súni Olsen í aðru syftu slapp
ígjøgnum passeftirlitið í
bæði Brüxelles og Moskva.
Talan var tó ikki um
nakra veruliga venjing, tí
kuldin í Moskva viðførdi,
at tað ikki var gjørligt at
finna ein grasvøll, har fót-
bóltur kundi spælast. Ístað-
in varð vant á einum gras-
líkisvølli, men sum skiltist
á leikarunum, var hetta tó
ikki meira enn næstbest.
Onkur teirra helt, at tað
mest av øllum líktist einari
betongflatu, har eitt tunt
teppi varð lagt á.
Venjingin var so eisini
hareftir. Lítið av bóltspæli,
meðan størri denturin varð
lagdur á at fáa ferðamøðina
arbeidda úr kroppinum.
Ein á toppinum
Sostatt tykist tað sannlíkt,
at Allan Simonsen kann
taka allar sínar leikarar við
í telvingina, tá hann fer at
hugsa um, hvussu liðið skal
síggja út, tá farið verður á
vøllin.
Einasta lítla ivamálið
tóktist vera Øssur Hansen,
sum hevði nakað nógv vatn
í beininum. Hann hevði tó
fingið at vita, at talan helst
ikki var um skaða av nøkr-
um slag, so við eitt sindur
av hvíld skuldi hann verið
førur fyri at luttikið.
Spurningurin
er
so,
hvussa Allan Simonsen
velur at blanda kortini, men
tað tykist tó soleiðis, a talan
í útgangsstøði verður um
eina heldur meira verju-
kenda føroyska uppstilling.
Akkurát, hvussu hendan
verður, er sjálvandi ilt at
siga, men tað tykist verða
talan um eina 5-4-1, har
Jákup Mikkelsen verður
fremsta valið í málinum.
Har verjan verður mannað
við Øssi Hansen og Pól
Thorsteinssyni í borðunum,
meðan Johan Byrial Han-
sen, Óli Johannesen og
Hans Fróði Hansen skipa
miðverjuna. Á miðvøllin-
um verða so Sámal Joen-
sen, Fróði Benjaminsen,
Julian Johnsson og John
Petersen,
meðan
Kurt
Mørkøre verður einsamall-
ur maður á toppinum. Sum
sagt ein í útgangsstøði 5-4-
1, men sum kann broytast
til 3-6-1, alt eftir hvussu
langt niðan á vøllin síðu-
bakkarnir fara.
Liðskipari verður vænt-
andi Óli Johannesen, sum
eisini hevði armbindið á
arminum, eftir at Todi
Jónsson noyddist av vøllin-
um í Luksemburg.
Seinast Allan Simonsen
royndi seg við einum áleyp-
ara var, tá Føroyar í fjør
taptu 5-1 í Sveis. Úrslitið tað
ferðina var tó ikki so nógv
úrslit av eini miseydnaðair
spælskipan. Heldur var tað
tann sannroynd, at samlaða
føroyska avrikið var nakað
væl undir miðal.
Tveir úti
Um so er, at talan verður
um omanfyrinevndu upp-
stilling, so merkir hetta
samstundis, at tveir av ungu
leikarunum, sum annars
gjørdu nógv um seg í
Luksemburg, ikki vera við
frá fyrsta bríksli.
Talan er um Christian
Høgna Jacobsen og Jákup á
Borg, og ivaleyst verður
hetta gjørt, tí Allan Sim-
onsen í størri mun hevur
tørv á royndum leikarum,
nú talan er um dyst móti
Russlandi. Sjálvur hevur
landsliðsvenjarin
eisini
fleiri ferðir víst á, at tað
ræður um ikki at skunda ov
nógv undir ungu leikar-
arnar. Hann hevur eisini
sínar egnu royndir í so
máta, so tað tykist á ongan
hátt soleiðis, at venjarin
hevur mist álitið á ungu
monnunum.
Nr. 61 • mikudagur • 28. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Eftir køvisliga javn-
leikin móti Slo-
venia, er kravið til
russiska liðið ein
sigur á Føroyum
LANDSDYSTUR
Álvur Haraldsen/Jákup
Mørk úr Moskva
Tað tykist ikki, sum um
dysturin móti pinkuling-
inum, Føroyum, er nak-
að, sum fær vanliga
russaran til at leggja
nakað serligt í fótbóltin.
Fólk á gøtuni vita valla
av, at fótbóltsdystur er á
skránni, og heldur ikki
verður roknað við, at
nakað serligt av áskoðar-
unum verður til dystin.
Sjónvarpsstøðin, sum
eigur rættindini til dyst-
in, hevur eisini gjørt av,
at teir ikki vilja varpa
dystin út, og kanska
viðførir hetta, at talið av
áskoðarunum
kvinkar
nakað uppeftir, men ikki
kann roknast við fleiri
enn 20.000 áskoðarum á
ristastóra leikvøllinum.
Nøgdur við sigur
Ein av stjørnunum á
russiska liðnum, Alex-
ander Mostovoi, verður í
bløðunum
endurgivin
fyri at siga, at talan als
ikki verður um nakran
lættan dyst.
- Eftir javnleikin móti
Slovenia
verða
vit
noyddir at vinna. Tí eri
eisini nøgdur, um talan
verður um ein tepran 1-0
sigur, sigur Mostovoi,
sum dagliga spælir við
spanska Celta Vigo.
Ítróttarblaðið,
har
hann verður endurgivin,
tykist tó rokna við, at
talan allar helst verður
um ein hampuliga trygg-
an
føroyskan
sigur.
Skrivað verður, at før-
oyingarnir allar helst eru
komnir til Russlands við
einum endamáli, og tað
er verju.
Uttan stórvegis hóva-
sták verður staðfest, at
Føroyar fara at spæla við
níggju monnum í verj-
uni, meðan ein áleypari
verður á toppinum. At
Todi Jónsson ikki er við,
tykist blaðið als ikki at
hava fangað.
Allir mans tøkir
Russar
skulu vinna
Mánadagin og týsdagin
sluppu leikararnir eisini at
hyggja seg um í russiska
høvuðsstaðnum
Tað var um reppið, at
føroyingar komu á
odda, tá landsliðið
fyrru ferðina vitjaði í
Moskva
FÓTBÓLTUR
Tá føroyska landsliðið í
kvøld fer inn á olympiska
leikvøllin í Moskva verður
talan um ikki heilt ókendan
vøll fyri summar av spælar-
unum. Landsliðið hevur
nevniliga eina ferð áður
verið í Moskva og spælt.
Tað var leygardagin 6. mai
í 1995. Talan var um EM
undankappingardyst,
og
Russland vann 3-0.
Føroyska liðið sá soleiðis
út ta ferðina: Jens Martin
Knudsen, GÍ – Henning
Jarnskor, GÍ (Djóni N. Jo-
ensen, NSÍ, 70), Janus Ras-
mussen, GÍ, Óli Johanne-
sen, TB, Jens Kristian Han-
sen, B36, Øssur Hansen,
B68 – Allan Joensen, KÍ,
Kurt Mørkøre, B68, Magni
Jarnskor, liðformaður, GÍ –
Todi Jónsson, Lyngby, Jens
Erik Rasmussen, Horsens.
Á beinkinum uttan at
koma á vøllin vóru Kaj
Leo Johannesen, HB, Har-
ley Bertholden, KÍ, Tumm-
as Eli Hansen, B36 og Súni
Fríði Johannesen, B68.
Tað verður ofta tikið til,
at Allan Simonsen heldur
seg til somu spælararnar.
Tað er nógv um hetta, men
samstundis er tað ein veru-
leiki, at útskiftingin hevur
verið stór síðani Russlands
ferðina í 1995.
Bara fýra av spælarun-
um, sum vóru við ta ferðina
– UEFA ásetingarnar søgdu
tá, at sekstan spælarar
skuldu vera í ferðalagnum,
meðan tær nú siga, at talið
kann vera átjan – eru við í
Moskva hesa ferð. Teir eru
Jens Martin Knudsen, Óli
Johannesen, Øssur Hansen
og Kurt Mørkøre.
Tveir stórar
møguleikar
Ta ferðina vóru 9.500 á-
skoðarar á stóra olympiska
stadion í Moskva. Føroy-
ingarnir kundu teljast á aðr-
ari hondini. Russland fekk
ikki hol á fyrrenn í 51. min-
utti, og so skoraðu teir aftur
í 72. og 79. minuttunum.
Føroyska liðið stóð seg
sera væl í 1. hálvleiki. Verj-
an var tøtt, so russararnir
høvdu ilt við at spæla seg
til málmøguleikar. Teir
komu alt longri fram á vøll-
in, og í tveimum umførum
høvdu føroyingar stórar
møguleikar at fáa mál.
Í tí fyrra førinum varð
Jens
Erik
Rasmussen
spældur leysur. Við einum
verjuspælara í hølinum,
kom hann móti Stanislav
Cherchesov, sum var mál-
verji. Hesin kom út ímóti,
Jens Erik dró eitt vet til
vinstru, fintaði skotroynd,
og tá málverjin tveitti seg
niður, lyfti føroyski álops-
maðurin bóltin upp um
hann. Men ólukkutíð tók
bólturin í knæið á málverj-
anum og fór stiklandi dygst
skeivu megin stólpan.
Í tí seinna førinum vóru
Óli Johannesen og Todi
Jónsson brádliga tveir ímóti
einum á russisku hálvuni.
Óli hevði bóltin mitt fyri,
meðan Todi fór í vinstra
borð og dró verjuspælaran
við sær. Óli kundi havt rik-
ið inn í brotsteigin og roynt
ímóti málinum. Men hann
valdi heldur at spæla til
Toda, sum megnaði at
koma í skotstøðu í brots-
teiginum. Vinkulin
var
spískur, og heilt uppi í mál-
horninum fekk málverjin
bent bóltinum til horna-
spark.
Vóru á odda
Russarar vitjaðu á Svanga-
skarði 6. september í 1995.
Teir vunnu 5-2, men teir
1.852 áskoðararnir og alt
Føroya fólk kemst ivaleyst
við løtuna, tá Todi Jónsson í
55. minutti skoraði til 2-1.
Henning Jarnskor hevði í
12. minutti javnað til 1-1.
Russarar fingu mál í 10.,
60., 65., 84. og 87. minutt-
unum.
Ta ferðina sá liðið soleið-
is út: Jens Martin Knudsen,
GÍ – Henning Jarnskor, GÍ,
Tummas Eli Hansen, liðfor-
maður, B36 (Allan Joen-
sen, KÍ, 81.), Óli Johanne-
sen, TB, Janus Rasmussen,
GÍ, Øssur Hansen, B68 –
Julian Johnsson, HB, Kurt
Mørkøre, SIF Ålesund,
Jens Kristian Hansen, B36
–
Jan
Allan
Müller,
Sumba/VB (Jens Erik Ras-
mussen, TB, 72), Todi Jóns-
son, Lyngby
Á beinkinum uttan at
koma inn vóru Jákup
Mikkelsen, Herfølge, Jan
Dam, HB og Magni Jarn-
skor, GÍ.
Seks spælarar eru í
Moskva hesa ferð, og sum
vóru í hópinum ta ferðina.
Teir fýra, sum vóru við í
Moskva fyri seks árum síð-
ani, og sum aftur eru við
hesa ferð, vóru allir á liðn-
um á Svangaskarði. Um
liðið í kvøld verður umleið
tað sama, sum tað var í
Luksemburg, so vera trígg-
ir spælarar á liðnum aftur
hesa ferð: Óli Johannesen,
Øssur Hansen og Kurt
Mørkøre.
Vit kunnu bara staðfesta,
at sjálvt um tað verður
spælt við so at siga sama
liði hvørja ferð, so hava
broytingarnar verið stórar í
seks ár.
jh
Tvørámaðurin í
Hvidovre verður í
kvøld triði føroyski
landsliðsspælarin í
fótbólti, sum hevur
umboðað føðilandið
hálvt hundrað ferðir
FÓTBÓLTUR
Eitt sindur av einum hátíð-
arhaldið verður tað hjá Óla
Johannesen á olympiska
leikvøllinum í Moskva í
kvøld. Gongst alt eftir ætl-
an, og Óli Johannesen verð-
ur í sín i vanligu ódn í mið-
verjuni, so fer Óli hann í
kvøld at umboða føðilandið
fyri 50. ferð í altjóða skrá-
settum landsdysti.
Tað eru næstan níggju ár
síðani, at Óli fyrstu ferð
kom á landsliðið. Tá Ísrael
og Føroyar spældu 1-1 á
Svangaskarði 5. august í
1992, spældi Óli 22 minutt-
ir. Hann loysti Allan Mørk-
øre av. Tann dysturin var
tann 18. altjóða skrásetti
landsdysturin. Í kvøld er
dystur
nummar
72
á
skránni. At Óli í kvøld
verður skrásettur fyri dyst
nummar 50 boðar frá, at
hann hevur verið sera
drúgvur, síðani hann fyrstu
ferð kom á liðið.
Einasta ferðin at Óli ikki
hevur verið afturvaldur síð-
ani fyrstu ferðina, hann var
á landsliðnum, var í næsta
dystinum. Føroyar taptu 6-
0 í Wales, og Óli sat á
beinkinum allar 90 minutt-
irnar. Síðani spældi hann
vuið í 31 dystum upp í slag.
Í øllum dystunum spældi
hann alla tíðina uttan í tí
eina. Tað var í vinardystin-
um ímóti Noreg 11. august
í 1993 (í dysti nummar 25).
Føroyar taptu 7-0, og Óli
spældi bara fyrstu 31 min-
uttirnar.
At vera við í 31 dystum
upp í slag er føroyskt met,
og metið verður ikki tikið
nógvu teir næs tu dystirnar.
Samanhangandi dystarrøð-
in hjá Óla Johannesen
kundi havt verið uppaftur
longri. Men tá landsliðið 4.
juni í 1998 tapti EM undan-
kappingardystin í Estlandi
5-0, var Óli ikki við. Hann
var upptikin av próvtøku á
læraraskúlanum.
Tá landsliðið tíðliga á
árinum í fjør spældi tveir
NM dystir í Spania, sat Óli
Johannesen á beinkinum í
fyrra dystinum, sum var
ímóti Finnlandi. Hann var
skaddur, men var nóg væl
fyri at spæla ímóti Íslandi.
Tað bar ikki til hjá Óla at
vera við í venjingardystin-
um ímóti Liktinstein í apríl
í fjør.
Undan 50. landsdystin-
um hevur Óli Johannesen,
sum varð liðformaður, tá
Todi noyddist at fara av
vøllinum
leygardagin,
skorað eitt landsliðsmál.
Tað skoraði hann í 2–2
vinardystinum ímóti Est-
landi á Kýpros 24. februar
1996.
Á landsliðnum hevur Óli
Johannesen umboðað fýra
feløg. Fyri barndómsfelag-
ið, TB, hevur hann spælt 25
landsdystir, og fyri B36
hevur hann spælt 14 lands-
dystir. Tíðarskeiðið í AGF
spældi Óli átta landsdystir,
og í kvøld fer Óli at spæla
fyri triðju ferð á landsliðn-
um, síðani hann flutti til
Hvidovre.
Triði í røðini
Óli Johannesen er triði før-
oyingurin,
sum
røkkur
hálvt hundrað landsdystum.
Hinir báðir eru Jens Martin
Knudsen og Allan Mørk-
øre. Jens Martin, sum í alt
hevur spælt 52 landsdystir,
fór um teir 50 í Liktinstein
26. apríl í fjør. Allan Mørk-
øre, sum í alt hevur spælt
53 landsdystir, var fyri 50.
ferðina á landsliðnum, tá
Danmark var á Tórsvølli
16. august í fjør.
Tað er neyvan langt við
síðuna av at rokna við, at
tað fer ikki at ganga so rúm
tíð, áðrenn Óli Johannesen
fer at hótta teir báðar oman-
fyri nevndu. Allan Simon-
sen tykist hava gjørt av, at
Jákup Mikkelsen er fyrsta
valið ímillum stólparnar.
Tað vil siga, at Óli togar inn
á Jens Martin Knudsen
hvørja ferð, hann er á liðn-
um. Allan Mørkøre er ikki
við í Russlandi, tí hann er
skaddur. Tíðin fer at vísa,
um hann verður eins drúgv-
ur á landsliðnum, sum Óli
Johannesen tykist vera.
Nógv bendir á, at Øssur
Hansen verður fjórði lands-
liðsmaðurin, sum fer at
røkka hálvt hundrað lands-
dystum. Í kvøld er hann á
landsliðnum fyri 44. ferð.
Øssur, sum ímóti Luksem-
burg spældi sera sannfør-
andi og rutinerað, og Todi
hava leingi verið javnir í
dystartali.
jh
Bara fýra eru eftir frá 1995
Óli fer um teir hálvt hundrað
Øssur Hansen er ein av teimum fýra, sum var liðnum í 1995 og sum í dag aftur skal á vøllin
Óli Johannesen fer í kvøld at umboða føðilandið fyri 50. ferð í
altjóða skrásettum landsdysti.