mikudagur 28. mars 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 28. mars 2001
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 61 - 28. mars 2001
TÍÐINDASKRIV
Fyrsta rennikappingin í
ár verður hildin leygar-
dagin í Runavík. Tað er
tann árliga 10 km kapp-
ingin, ið Roysnið skipar
fyri.
Eins og undanfarin ár
verður byrjað omanfyri
Miklagarð.
Runnið
verður úteftir til Sjó-
mansheimið, har sneitt
verður oman á keiina.
Síðan verður runnið inn
eftir Gulasteinsvegi og
niðan á vegin áraka
Føroya Banka, har sneitt
verður
úteftir
aftur.
Henda leið skal rennast
góðar 9 ferðir.
Seinastu ferð koma
rennararnir á mál við
Sjómansheimið.
Bestu tíðir í hesi
kappingini hava Sunne-
vá Bjarnastein, ið rann
39,51 min í 1999 og
Guttorm Sørensen, ið
rann 33,20 min í 1998.
Annars
undirstrika
fyrireikararnir, at øll eru
vælkomin at luttaka
leygardagin. Hóast vinn-
andi kvinnan og maður-
in fáa steyp, eru vanliga
nógv, ið serliga renna
við fyri at kappast við
seg sjálvan.
Kappingin
byrjar
leygardagin kl. 14.30.
Tilmelding er við Sjó-
mansheimið hálvan tíma
undan kappingini.
Talvið hesa vikuna
Diagram: Endastøðan eftir Kd3
Kasparov,G (2849) - Bareev,E (2704)
Rapid Chess World Cup, Final
1.e4 e6 2.d4 d5 3.Nd2 c5 4.Ngf3 Nc6 5.exd5 exd5
6.Bb5 Bd6 7.dxc5 Bxc5 8.0-0 Nge7 9.Nb3 Bd6
10.Re1 0-0 11.Bg5 h6 12.Bh4 Bg4 13.Bg3 a6
14.Be2 Re8 15.Nfd4 Bxe2 16.Rxe2 Qd7 17.Bxd6
Qxd6 18.Qe1 Kf8 19.Qc3 Nxd4 20.Nxd4 Nc6
21.Rae1 Qb4 22.Qxb4+ Nxb4 23.Kf1 Rxe2
24.Kxe2 Re8+ 25.Kd2 Rxe1 26.Kxe1 Ke7 27.Kd2
g6 28.a3 Nc6 29.Nxc6+ bxc6 30.c4 Kd6 31.Kd3 a5
32.b3 Kc5 33.cxd5 Kxd5 34.Kc3 h5 35.h4 f6
36.Kd3 g5 37.g3 gxh4 38.gxh4 f5 39.f3 Ke5 40.Ke3
c5 41.f4+ Kd6 42.Kd2 Kc6 43.Kc3 Kb5 44.Kd3
Her gevst Bareev. Endastøðan er vunnin hjá hvítum.
Hvítur hevur oppositiónina, og hevur við a4 eitt
tempo at brúka. 1) Kb6 45.Kc4 Kc6 46.a4 og hvíti
kongur hevur frítt at fara. 2) Kc6 45.Kc4 3) Ka6
45.Kc4 Kb6 46.Kd5 Kb5 47.Kd6 c4 48.bxc4 Kxc4
49 Ke6 sum vinnur 4) a4 45.bxa4 Kxa4 46. Kc4. 1-
0
Árið 2001 hevur hiln-
ast serstakliga væl hjá
heimsins fremsta
telvara Gary Kaspa-
rov. Triði kappingar-
sigur á rað fall hon-
um í lut í sterkari
kviktalvskapping í
Cannes um viku-
skiftið.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Stóri spurningurin í talv-
heiminum
hevur
hesar
seinastu mánaðirnar verið,
hvussu Kasparov fór at
takla tapið av HM-heitinum
til Vladimir Kramnik sein-
asta heyst. Í samfull 16 ár
hevur Kasparov verið besti
telvari í heiminum, av
flestu mettir at vera besti
nakrantíð.
Tapið
ímóti
Kramnik var fyrsta dystar-
tap sum heimsmeistari.
Men onki kann steðga
russiska úlvinum, sum hó-
reiggjar sær millum lomb-
ini. Kasparov er ósigraður
síðan hann misti krúnuna,
og í kvikkappingini í Cann-
es, Frankaríki, sum endaði
í sunnudagin, var hann
aftur suverenur og vann í
finaluni móti landsmannin-
um Evgeny Bareev. Bareev
var sekundantur hjá Kram-
nik og var skjótur at við-
merkja aftaná HM-dystin,
at Kasparov epokan var av.
Men stórsigrar í og Wijk
aan Zee, Linares og nú í
Cannes, tala sítt egna mál.
Sterk kapping
Kvikkappingin varð sera
sterk, har eitt nú Adams,
Morozevich, Judit Polgar,
Svidler og Grischuk vóru
millum luttakararnar. Á
vegnum til sigurs basti
Kasparov
stjørnuni
frá
Tórshavn Open Grischuk,
sum hevði enn eina fram-
úrskarandi
kapping
og
endaði millum fýra teir
bestu. Grischuk er bert 17
ár og verður mettur at
mennast fyri hvønn dag
sum gongur.
Kasparov epokan heldur
fram.
Olaf Berg vann
Ein annar sum í hesum
tíðum eisini er ósigraður er
ungi Olaf Berg úr Havnini.
Hann vann trygt og su-
virent eina opna rataða
kapping sum hevur verið
telvað í hølum Havnar
Telvingarfelags í vetur.
Olaf fekk heili 8,5 stig av
níggju møguligum, sum er
sera flott tá hugsað verður
um manningina í kapp-
ingini, við eitt nú Herluf
Hansen, Martin Brekká,
Haldur Suni Johansen, Suni
Merkistein og Jóhan Gaard.
Jóhan, Herluf og Martin
komu næstir í røðini.
Í Danmark luttók Eyðun
Nolsøe í vikuskiftiskapping
í Birkerød. Honum eydn-
aðist at fáa trý stig av fimm
møguligum, og gav hetta
honum eitt annað pláss.
Ósigraður
Tað verður roknað
við, at Todi verður
burtur frá FCK liðn-
um í fýra vikur, og
ítróttarstjórin gevur
ilt av sær og ætlar at
tosa við Allan
Simonsen
FÓTBÓLTUR
Ítróttarstjórin í FCK eitur
Niels
Christian
Holmstrøm.
Inntil
fyri
einari fjórðings øld síðani
var hann ein vandamikil
álopsspælari hjá KB, og
hann dugdi eisini at brúka
mussaskøðið. Tað dugdi
hann eisini, tá hann var
venjari í feløgunum, sum
nú mynda FCK – tey eita
KB og B1903.
Nú hevur Niels Christian
Holmstrøm ábyrgdina av
spælarunum, og hann var
ikki blíður, tá hann í fjøl-
miðlunum frætti, at Todi
Jónsson var komin skaddur
aftur til Keypmannahavnar:
– Todi er skaddur hvørja
ferð, hann kemur aftur úr
Føroyum. Hetta ber ikki til,
og eg ætli mær so skjótt,
sum tað ber til, at hava eitt
prát við Allan Simonsen
um hetta, segði ein ikki ser-
lig blíður Niels Christian
Holmstrøm við BT í fyrra-
dagin.
Fýra vikur uttanfyri
Seinnapartin í fyrradagin
vitjaði Todi Jónsson liðfel-
agarnar í FCK. Teir vandu
og settu harvið sjøtul á eina
spennandi viku. Sunnudag-
in skulu teir spæla í Brønd-
by. Har rúmast omanfyri 30
túsund áskoðarar. Í fyrra-
dagin vóru fleiri enn 22
túsund atgongumerki seld.
Hetta verður dysturin á vár-
inum í Danmark.
Todi Jónsson fekk ikki
vant saman við liðfeløgun-
um, sum góvu til kennar, at
teir harmast um skaðan.
Tað gjørdi venjarin, Roy
Hodgson, eisini. Læknin
hjá FCK var ikki til staðar.
Fysioterapeuturin kannaði
lærið, og hann metti, at tað
fara at ganga fýra vikur,
áðrenn álopsessið hjá FCK
aftur kann spæla:
– Tað kendist sum ein
lætti at hava verið í felagn-
um aftur. Eg hevði roknað
við, at skaðatíðin fór at
verða fýra vikur. Tað nyttar
einki at iðra seg um tað,
sum er farið. Nú er takið at
koma fyri seg aftur. Eg
vænti, at eg fari at súkkla í
dag. Kanska verður møgu-
leiki fyri at smárenna í
komandi viku. Eg vóni, at
tað um tríggjar vikur fer at
bera til at venja við bólti,
og um alt gongur væl, so
vóni eg at hava møguleika
at spæla við aftur um ein
mánað, segði Todi Jónsson
í gjár.
Í dag fer hann at fylgja
við í, hvussu tað fer at hiln-
ast hjá liðfeløgunum á
landsliðnum í Moskva, og
sunnudagin verður hann
ímillum áskoðararnar í
Brøndby, har teir rokna við,
at hvør einasti sessur verð-
ur upptikin.
jh
Teir eru í øðini í FCK
Nú byrja renni-
kappingarnar aftur
Dennis Conteh er
keyptur úr Frak-
landi og til
Herfølge, har hann
skal verður sátt-
málabundin í
stívliga tvey ár
Hóast tað stendur illa til
í Herfølge, so hava teir
ikki givið skarvin yvir í
royndini at leingja til-
veruna í superliguni. Í
fyrradagin frættist, at
teir hava gjørt sáttmála
við ein nýggjan álops-
spælara. Talan er um 25
ára gamla Dennis Con-
teh. Hann hevur síðani
1997 verið sáttmála-
bundin í Strasbourg,
sum spælir í bestu
fronsku deildini.
Tað hevur ikki gingið
nakað serligt hjá álops-
spælaranum, sum hevur
havt ilt við at spæla seg
til fast pláss á liðnum. Í
fjør var hann útleigaður
til Viborg, har hann stóð
seg hampuliga væl.
Felagið hjá Jákupi
Mikkelsen hevur verið
sera óheppið. Ikki færri
enn átta spælarar hava
drigist við skaðar. Onkr-
ir av hesum eru um at
vera tøkir aftur, so
kanska fer tað nú at
ganga
rætta
vegin.
Fyrsta treytin fyri hesum
er, at allir spælararnir
sum
ein
smoyggja
stríðshamin á seg.
Fyri trimum vikum
síðani kom Jens Madsen
aftur til Herfølge. Tað
var hann, sum dygst
undan kappingarbyrjan í
summar fór til Grikka-
lands í staðin fyri at
skriva undir nýggjan
sáttmála við Herfølge.
Hesum
varð
annars
roknað við. Ferðin til
Grikkalands
gjørdist
ikki nakað ævintýr. Tað
var skjótt, at Jens Mad-
sen fór til Skotlands, og
nú er hann – sum ein
annar burturvilstur son-
ur – komin aftur til Her-
følge.
Tveir teir næstu dyst-
irnir hjá Herfølge vera
av alstórum týdningi.
Sunnudagin skulu teir
spæla á útivølli í Glad-
saxe ímóti AB, og annan
sunnudag
skulu
teir
spæla á heimavølli ímóti
Haderslev. Nýggi álops-
maðurin verður á lið-
num longu komandi
vikuskifti.
jh
Men tað var eingin ivi
um, at heimaliðið var
væl betir fyri enn
gestirnir úr B71
Klaksvíkingar og sandoy-
ingar hava tað til felags, at
teir eiga ongar landsliðs-
spælarar. Tað fellur neyvan
í
góða
jørð
innanfyri
Klakkin at siga, at klaks-
víkingar eiga ongar lands-
liðsspælarar. Teir har norð-
uri kenna seg eiga part og
lut í Jákupi, Toda, Kurt og
Rógva. Men tað er ein
veruleiki, at KÍ og B71
hava tað til felags, at tey
eru ikki umboðað í lands-
liðsferðalagnum, sum í
hesum døgum er í Russ-
landi.
Hesin veruleikin gjørdi,
at tað bar til at fáa steypa-
dystin, sum orsaka av kava
ikki var spældur næstsíðsta
sunnudag, frá hondini í
fyrradagin. Á stóru rúgvun-
um kring vøllin sást, at
klaksvíkingar høvdu verið
óførir at skumpa kava av
vøllinum.
Inni á vøllinum var av-
rikið nóg gott til sannfør-
andi sigur á sandoyingum.
Men avrikið boðaði ikki
frá, um KÍ fer at vera væl
fyri í landskappingini í
summar. Ferðin var ikki
serliga høg, og tað var
sjáldan, at álopini vóru
myndað soleiðis, at upp-
lagdir møguleikar fingust
burturúr. Trý mál komu í 2.
hálvleiki. Tá var tað týðu-
ligt, at sandoyingar vóru
farnir at møðast, og at teir
fegnir vildu hava eitt mál. Í
hvussu so er vóru fleiri
yvirtalsstøður
til
KÍ
seinnapartin av seinna um-
farinum.
Málini
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
kom KÍ framum. Ove Ny-
sted var málskjútti. Hann
hevur máltev og var á rætta
staðnum, tá sandoyarverjan
meiri ella minni kiksaði í tí.
Hjalgrím Elttør er ein av
ungu monnunum, sum teir í
Klaksvík rokna nógv við.
Sunnudagin arbeiddi hann
nógv, tóktist væl upplagdur
og skoraði tvey mál. Hitt
fyrra var, tá hann økti til
2–0. Tomislav Sivic og
Niclas Niclassen stóðu fyri
uppspælinum í vinstru, lagt
var út frá, og Hjalgrím var
fyrstur á, eftir at Valdemar
Nowisci hevði hálvbjargað
skotroynd. Hitt seinna var
til 4–0. Ta ferðina átti
Hjalgrím sjálvur fyrireiki-
ngarnar, og skotið kom úr
trettan metrum.
Rúni Elttør hevur einki
spælt á besta KÍ liðnum.
Hann kom nakað út í 2.
hálvleik inn á vongverjan í
vinstru.
Bóltevnini
og
spælskilið eru eyðsýnd, og
kanska var tað fyrstu ella
aðru ferð, at hann nart
bóltin, tá hann aftanfyri
handara stólpan stútaði
hornasparksinnlegg
úr
høgru í kassan.
Eyðsýndir veteranar
Einki er at ivast í, at KÍ fer
at vera við í kappingini um
pláss í fjórðingsfinaluni í
steypakappingini. Men tað
sigur ikki so nógv, tí tað
verða bara fýra av teimum
tólv liðunum í bólkaspæl-
inum sáldað frá, áðrenn tað
verður komið til fjórðings-
finalurnar.
Um B71 fer at megna at
spæla seg víðari er ivasamt.
Hjá Kára Reynheim er tað
ein stór avbjóðing at fáa
liðið at rigga. Tað eru fleiri
nýggir spælarar á liðnum,
og teir tykjast ætla sær at
royna við flatari verju.
Á liðnum, sum var í
Klaksvík, vóru fleiri havn-
armenn, enn tað vóru
sandoyingar. B71 megnaði
so at siga ikki at spæla seg í
vandamikla støðu. Eyð-
sýndasti maðurin hjá teim-
um var Eli Hentze, sum
tóktist hava væl betri spæl-
fatan enn fleiri av liðfeløg-
unum.
Allan Joensen hjá KÍ
tykist eftir drúgvan skaða-
steðg av hava vunnið fót-
bóltsførleikan aftur (nú
mugu vit banka uppundir
borðið). Hann er kærkomin
styrkur á miðvøllinum.
Umframt Hjalgrím Elttør
var ein annar ungur maður
– Atli Danielsen – á lið-
num. Hann er bólttryggur.
Aðrir ungir menn, sum
komu á vøllin, vóru Erling
Fles g Jóannes L. Jacobsen.
KÍ: Meinhard Joensen –
Atli Danielsen, Jan Andrea-
sen, Niclas Niclassen –
Harley Bertholdsen, Jan
Joensen, Allan Joensen,
Fríðin Ziskason – Hjalgrím
Elttør, Tomislav Sivic, Ove
Nysted
B71: Valdemar Nowisci –
Svenning Hansen, Bern-
hard Petersen, Jógvan Jón
Petersen, Hans Meinhard
Midjord – Bárður Bærent-
sen,
Bergleif
Sólsker,
Julian
Floresco,
Bjørn
Thorsteinsson – Eli Hentze,
Símun Hansen
Herfølge
hvessir álopið
Linligt í Klaksvík
Jákup Mikkelsen
KÍ vann ein tryggan sigur á B71