Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi - Samanumtikið eru vit kanska ikki so ósamd við stjóran í Vinnuhúsinum, men vit tosa ikki heilt um tað sama, sigur Dátu- eftirlitið Eftirlit Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit tosa ikki akkurát um tað sama. Men samanumtik- ið eru vit kanska ikki so ó­samd. Stjó­rin í Dátueftirlitinum hevur onki ímó­ti, at stjó­rar í ávísum førum kanna teldu- post og teldunýtslu hjá starvsfó­lkum. Men hon staðfestir fram- vegis, at tað kann ikki ger- ast uttan víðari, tí tað skulu heilt ávísar fortreytir verða uppfyltar. Seinastu dagarnar hava vit í Sosialinum roynt at víst á, hvønn rætt arbeiðs- gevarar hava til at eftirkanna nýtsluna hjá starvsfó­lki av teldu, telduposti og telefon. Niðurstøðan hjá Dátueftir- litinum er, at tað skulu heilt serligar gó­ðar orsøkir til at kanna teldunýtsluni hjá Starvsfó­lki. - Ein vanligur illgruni um, at starvsfó­lk brúka teldupost, internet og tele- fon til privata nýtslu í ar- beiðstíðini, er tað ikki nó­g mikið hjá einum arbeiðsgev- ara til at eftirkanna teldu- nýtsluna hjá starvsfó­lkun- um, tí tað er at gera seg inn á privatlívið. Hetta fekk arbeiðsgevar- arnar at gera vart við seg og Vinnuhúsið fer nú at biðja um fund við Dátueftirlitið fyri at fáa fulla greiði á, hvat er galdandi á økinum. Vinnuhúsið heldur, at tað er sjálvsagt, at stjó­rar slep- pa inn á telduna hjá starvs- fó­lki. Eru starvsfó­lk í feriu ella sjúk, kann tað vera neyðugt at fara inn á telduna hjá teimum, fyri ikki at mis- sa viðskiftafó­lk. - Tað er ikki akkurát het- ta, sum vit tosa um. Dátu- eftirlitið og Vinnuhúsið eru kanska ikki so ó­samd kort- ini, tí sjálvandi kunnu arbeiðsgevarar kanna teld- una hjá einum starvsfó­lki fyri ikki at missa ein ordra, sigur Ingunn Eiriksdó­ttir. - Men starvsfó­lk eiga at fáa at vita frammanundan, at tað kann henda, at tað verður neyðugt at lesa teldu- post hjá teimum Stjó­rin í Dátueftirlitinum sigur, at tað er eisini rætt, at tað er ílagi at alt samskifti verður goymt á einum serv- ara og at øll nýtsla verður loggað av trygdarávum og fyri at kunna endurskapast. - Tað, sum Vinnuhúsið tosar um, er tann vanliga trygdarloggingin, sum vit eisini halda er ílagi. Men hon sigur, at tað, sum hon hevur gjørt vart við, er, at uttan víðari er tað ikki loyvt at hava eftirlit við, hvat hvørt einstakt starvsfó­lk fæst við á inter- netinum og hvat samskifti tey hava við teldubrøvum. - Tað er eisini hetta, sum mannarættindadó­murin frá apríl í ár, staðfestir Ingunn Eiriksdó­ttir. Hon heldur sostatt, at tað er neyðugt, at skilja ímillum alment eftirlit við talgilda streyminum til og av eini fyritøku og so til at hava eftirlit við, hvat hvørt ein- stakt starvsfó­lk fæst við, tí í teimum førinum er eisini neyðugt at einstøku starvs- fó­lkini hava eina verju. Greiður politikkur Hon sigur, at hyggjuráðini eru, at allar fyritøkur fáa sær ein greiðan politikk á økinum, so tá ið fó­lk verða sett í starv, fáa tey greitt at vita, hvat er loyvt og ikki í sambandi við nýtslu av tel- du, telduposti og telefonnýt- slu. - Tað er alt avgerðandi, hvat fó­lk fáa at vita, hvat tey kunnu loyva sær og ikki. Og undir serligum umstøðum er tað eisini loyvt at eftirkanna um regl- arnar verða hildnar. - Men starvsfó­lk skulu hava boð um tað framman- undan. Og grundirnar fyri at gera tað, skulu vera gó­ð- ar. Og tað er altso ikki nó­g mikið bara at hava illgruna um eina ávísa ovurnýtslu ella nýtslu til privat enda- mál. Talan skal altíð verða um skipað eftirlit av tí, sum starvsfó­lkið er kunnað um frammanundan Og er talan um at eftirkan- na telefonnýtsluna, skal loy- vi altíð fáast til tað frá Dátu- eftirlitinum, sigur Ingunn Eiriksdó­ttir. Og at lesa privat teldubrøv er altíð ó­ló­gligt, tí tað er fevnt av reglunum í revsi- ló­gini um brævloynd. - Sostatt ber ikki til at ske- ra alt yvir ein kamb, tí tað er neyðugt at meta um støð- una í hvørjum einstøkum føri, sigur Ingunn Eiriks- dó­ttir. Hon vísir eisini á, at elek- troniska samskiftið er so nýtt, at tað hevur eisini týd- ning at fáa nakrar siðvenjur á økinum. Treytirnar skulu haldast Atlantsflog økir fráferðirnir Hugurin at ferðast til Danmarkar er so stó­rur ímillum føroyingar, at Atlantic Airways hevur tikið avgerð um at økja túratalið til Danmarkar, meðan skúlarnir eru í summarfrí. Atlantic Airways fer at hava fimm fleiri fráferðir úr Føroyum til Danmarkar frá síðst í juni til miðjan august. Eykafráferðir vera til Keypmannahavnar hvønn týsdag, hó­sdag, fríggjadag og sunnudag, meðan Atlantic Airways eisini ger ein eykatúr um vikuna til Billund. Hesin túrurin verður fríggjadag. Útlendingar hava eisini sera stó­ran áhuga í at vitja G! Festivalin, og tí hevur Atlantsflog gjørt av, at gera eykafráferðir bæði til London og Reykjavíkar í samband við G! Festivalin. Eyðun Nolsøe á Jóansøku­ festivalinum Í gjár kunngjørdi Jó­ansøkufestivalurin, at Jack Petersen var nýggjasti navnið á festivalinum, og í dag er enn eitt nýtt navn kunngjørt. Nýggjasta navnið er Eyðun Nolsøe, sum herfyri gav út fløguna „So nó­gvar røddir”, ið hevur klárað seg væl á 15 teimum bestu. Eyðun hevur verið við í mong ár og hevur smíðað eitt ó­tal av hittum og fleiri teirra eru fó­lkaogn. Á Jó­ansøkufestivalinum fer Eyðun á pallin við gó­ðari manning, nevniliga Arnold Ludvig á bass, Ró­gvi á Ró­gvi á trummur, Pætur við Keldu á klaver og Leivur Thomsen á guitar. Ein vanligur illgruni um misbrúk er ikki nóg mikið. Undir ongum umstøðum hevur arbeiðsgevarin loyvi at lesa privat teldubrøv hjá starvsfólki, men undir øllum umstøðum hevur tað avgerðandi týdning, at hvørt virkið hevur greiðar reglur fyri, hvat starvsfólk kunnu loyva sær og ikki Kunning alt at siga fyri upp­ søgn Í sambandi við rættin hjá arbeiðsgevarum at eftirkannað teldusamskifti hjá einstøkum starvs- fólkum, hevur Dátu- eftirlitið víst okkum á tveir dómar, sum siga eitt sindur um støðuna Tann fyrri dó­murin er frá Eystara Landsrætti, har ein kvinna, sum arbeiddi í einum fløgu- og video- fyritøku varð søgd úr star- vi, tí hon hevði sent og fingið teldupost við seks- uellum innihaldi og við niðrandi umrøðu av fyri- tøkuni. Hon hevði eisini vitjað eina fúla heima- síðu. Men niðurstøðan hjá rættinum var, at uppsøgn- in var ó­ló­glig, tí fyritøkan hevði ongan greiðan poli- tikk um teldubrævasam- skifti og internetnýtsluna hjá starvsfó­lkinum í arbeiðstíðini. Hetta kostaði fyritøku yvir 200.000 kró­nur í løn í uppsagnartíðini, sakar- málskostnaði og endur- gjaldi. Í einum øðrum føri við- gjørdi landsrætturin eitt mál, har ein starvsfó­lk varð sagt upp fyri at hava sent rasistiskt skemt til nakrar starvsfelagar. Í hesum føri var uppsøgnin ílagi, tí hetta var í stríði við orðaða KT politikkin hjá virkinum. Hesi bæði dømini vísa, hvussu avgerðandi týdn- ing tað hevur, at fyritøkur hava ein orðaðan KT poli- tikk sum setir greiðar reglar fyri teldunýtsluni hjá starvsfó­lki. Nr. 111 - 13. juni 2007