mikudagur 13. juni 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
- Samanumtikið eru
vit kanska ikki so
ósamd við stjóran í
Vinnuhúsinum, men
vit tosa ikki heilt um
tað sama, sigur Dátu
eftirlitið
Eftirlit
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit tosa ikki akkurát um
tað sama. Men samanumtik
ið eru vit kanska ikki so
ósamd.
Stjórin í Dátueftirlitinum
hevur onki ímóti, at stjórar
í ávísum førum kanna teldu
post og teldunýtslu hjá
starvsfólkum.
Men hon staðfestir fram
vegis, at tað kann ikki ger
ast uttan víðari, tí tað skulu
heilt ávísar fortreytir verða
uppfyltar.
Seinastu dagarnar hava
vit í Sosialinum roynt at
víst á, hvønn rætt arbeiðs
gevarar hava til at eftirkanna
nýtsluna hjá starvsfólki av
teldu, telduposti og telefon.
Niðurstøðan hjá Dátueftir
litinum er, at tað skulu heilt
serligar góðar orsøkir til at
kanna
teldunýtsluni
hjá
Starvsfólki.
- Ein vanligur illgruni
um, at starvsfólk brúka
teldupost, internet og tele
fon til privata nýtslu í ar
beiðstíðini, er tað ikki nóg
mikið hjá einum arbeiðsgev
ara til at eftirkanna teldu
nýtsluna hjá starvsfólkun
um, tí tað er at gera seg inn
á privatlívið.
Hetta fekk arbeiðsgevar
arnar at gera vart við seg og
Vinnuhúsið fer nú at biðja
um fund við Dátueftirlitið
fyri at fáa fulla greiði á,
hvat er galdandi á økinum.
Vinnuhúsið heldur, at tað
er sjálvsagt, at stjórar slep
pa inn á telduna hjá starvs
fól ki. Eru starvsfólk í feriu
ella sjúk, kann tað vera
neyðugt at fara inn á telduna
hjá teimum, fyri ikki at mis
sa viðskiftafólk.
- Tað er ikki akkurát het
ta, sum vit tosa um. Dátu
eftirlitið og Vinnuhúsið eru
kanska ikki so ósamd kort
ini, tí sjálvandi kunnu
arbeiðsgevarar kanna teld
una hjá einum starvsfólki
fyri ikki at missa ein ordra,
sigur Ingunn Eiriksdóttir.
- Men starvsfólk eiga at
fáa at vita frammanundan,
at tað kann henda, at tað
verður neyðugt at lesa teldu
post hjá teimum
Stjórin í Dátueftirlitinum
sigur, at tað er eisini rætt, at
tað er ílagi at alt samskifti
verður goymt á einum serv
ara og at øll nýtsla verður
loggað av trygdarávum og
fyri at kunna endurskapast.
- Tað, sum Vinnuhúsið
tosar um, er tann vanliga
trygdarloggingin, sum vit
eisini halda er ílagi.
Men hon sigur, at tað,
sum hon hevur gjørt vart
við, er, at uttan víðari er tað
ikki loyvt at hava eftirlit
við, hvat hvørt einstakt
starvsfólk fæst við á inter
netinum og hvat samskifti
tey hava við teldubrøvum.
- Tað er eisini hetta, sum
mannarættindadómurin frá
apríl í ár, staðfestir Ingunn
Eiriksdóttir.
Hon heldur sostatt, at tað
er neyðugt, at skilja ímillum
alment eftirlit við talgilda
streyminum til og av eini
fyritøku og so til at hava
eftirlit við, hvat hvørt ein
stakt starvsfólk fæst við, tí í
teimum førinum er eisini
neyðugt at einstøku starvs
fólkini hava eina verju.
Greiður politikkur
Hon sigur, at hyggjuráðini
eru, at allar fyritøkur fáa
sær ein greiðan politikk á
økinum, so tá ið fólk verða
sett í starv, fáa tey greitt at
vita, hvat er loyvt og ikki í
sambandi við nýtslu av tel
du, telduposti og telefonnýt
slu.
- Tað er alt avgerðandi,
hvat fólk fáa at vita, hvat
tey kunnu loyva sær og
ikki.
Og
undir
serligum
umstøðum er tað eisini
loyvt at eftirkanna um regl
arnar verða hildnar.
- Men starvsfólk skulu
hava boð um tað framman
undan. Og grundirnar fyri
at gera tað, skulu vera góð
ar. Og tað er altso ikki nóg
mikið bara at hava illgruna
um eina ávísa ovurnýtslu
ella nýtslu til privat enda
mál.
Talan skal altíð verða um
skipað eftirlit av tí, sum
starvsfólkið er kunnað um
frammanundan
Og er talan um at eftirkan
na telefonnýtsluna, skal loy
vi altíð fáast til tað frá Dátu
eftirlitinum, sigur Ingunn
Eiriksdóttir.
Og at lesa privat teldubrøv
er altíð ólógligt, tí tað er
fevnt av reglunum í revsi
lóg ini um brævloynd.
- Sostatt ber ikki til at ske
ra alt yvir ein kamb, tí tað
er neyðugt at meta um støð
una í hvørjum einstøkum
føri, sigur Ingunn Eiriks
dóttir.
Hon vísir eisini á, at elek
troniska samskiftið er so
nýtt, at tað hevur eisini týd
ning at fáa nakrar siðvenjur
á økinum.
Treytirnar skulu haldast
Atlantsflog økir fráferðirnir
Hugurin at ferðast til Danmarkar er so stórur ímillum føroyingar,
at Atlantic Airways hevur tikið avgerð um at økja túratalið til
Danmarkar, meðan skúlarnir eru í summarfrí. Atlantic Airways
fer at hava fimm fleiri fráferðir úr Føroyum til Danmarkar frá
síðst í juni til miðjan august. Eykafráferðir vera til
Keypmannahavnar hvønn týsdag, hósdag, fríggjadag og
sunnudag, meðan Atlantic Airways eisini ger ein eykatúr um
vikuna til Billund. Hesin túrurin verður fríggjadag. Útlendingar
hava eisini sera stóran áhuga í at vitja G! Festivalin, og tí hevur
Atlantsflog gjørt av, at gera eykafráferðir bæði til London og
Reykjavíkar í samband við G! Festivalin.
Eyðun Nolsøe á Jóansøku
festivalinum
Í gjár kunngjørdi Jóansøkufestivalurin, at Jack Petersen var
nýggjasti navnið á festivalinum, og í dag er enn eitt nýtt navn
kunngjørt. Nýggjasta navnið er Eyðun Nolsøe, sum herfyri
gav út fløguna „So nógvar røddir”, ið hevur klárað seg væl á
15 teimum bestu. Eyðun hevur verið við í mong ár og hevur
smíðað eitt ótal av hittum og fleiri teirra eru fólkaogn. Á
Jóansøkufestivalinum fer Eyðun á pallin við góðari manning,
nevniliga Arnold Ludvig á bass, Rógvi á Rógvi á trummur,
Pætur við Keldu á klaver og Leivur Thomsen á guitar.
Ein vanligur illgruni um misbrúk er ikki nóg mikið. Undir ongum umstøðum hevur
arbeiðsgevarin loyvi at lesa privat teldubrøv hjá starvsfólki, men undir øllum umstøðum hevur
tað avgerðandi týdning, at hvørt virkið hevur greiðar reglur fyri, hvat starvsfólk kunnu loyva sær
og ikki
Kunning
alt at siga
fyri upp
søgn
Í sambandi
við rættin hjá
arbeiðsgevarum
at eftirkannað
teldusamskifti hjá
einstøkum starvs
fólkum, hevur Dátu
eftirlitið víst okkum
á tveir dómar, sum
siga eitt sindur um
støðuna
Tann fyrri dómurin er frá
Eystara Landsrætti, har
ein kvinna, sum arbeiddi
í einum fløgu- og video
fyritøku varð søgd úr star
vi, tí hon hevði sent og
fingið teldupost við seks
uellum innihaldi og við
niðrandi umrøðu av fyri
tøkuni. Hon hevði eisini
vitjað eina fúla heima
síðu.
Men niðurstøðan hjá
rættinum var, at uppsøgn
in var ólóglig, tí fyritøkan
hevði ongan greiðan poli
tikk um teldubrævasam
skifti og internetnýtsluna
hjá
starvsfólkinum
í
arbeiðstíðini.
Hetta kostaði fyritøku
yvir 200.000 krónur í løn
í uppsagnartíðini, sakar
málskostnaði og endur
gjaldi.
Í einum øðrum føri við
gjørdi landsrætturin eitt
mál, har ein starvsfólk
varð sagt upp fyri at hava
sent rasistiskt skemt til
nakrar starvsfelagar. Í
hesum føri var uppsøgnin
ílagi, tí hetta var í stríði
við orðaða KT politikkin
hjá virkinum.
Hesi bæði dømini vísa,
hvussu avgerðandi týdn
ing tað hevur, at fyritøkur
hava ein orðaðan KT poli
tikk sum setir greiðar
reglar fyri teldunýtsluni
hjá starvsfólki.
Nr. 111 - 13. juni 2007