mikudagur 13. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 111 - 13. juni 2007
Nýumvældi og ný
innrættaði Skansa
kjallarin undir
høvuðsbygninginum
í Tinganesi, varð
alment tikin í nýtslu
seinnapartin í gjár,
tá arbeiðsbólkarnir
handan »Visjón
2015 – mál og vegir«
handaðu løgmanni og
landsstýrismonnum
samlaðu frágreiðing
arnar
VISJÓN 2015
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Skansakjallarin var mest
sum á tremur av fólki, tá
arbeiðsbólkarnir
handan
»Visjón 2015 – mál og veg
ir« handaðu løgmanni og
landsstýrismonnum saml
aða verkið.
Arbeitt hevur í longri tíð
verið við at umvæla og inn
rætta kjallaran, sum í for
dums tíðum varð nýttur at
goyma brennivín, ið hald
var lagt á av tollvaldinum.
Summum høvdu helst dám
að betur at sloppið inn í
kjallaran tá, men einki er at
taka seg aftur í, at hølið,
sum nú skal verða kantina
fyri starvsfólkinum í Tinga
nesi til gerandis, er vorðið
sera snøgt og nossligt.
Sjálvandi er eisini ætlanin
at nýta Skansakjallaran til
móttøkur eins og hana, ið
var í gjár, og okkara hægstu
leiðslu nýtist ikki at smæð
ast við at bjóða fremmandum
statsleiðarum inn í hugna
liga umhvørvið.
Hetta við at starvsfólk
fáa mat á arbeiðsplássinum,
er nakað, i vindir upp á seg
í stórum. Tað er galdandi
fyri privatar, hálvalmennar
og almennar stovnar og fyri
tøkur. Hetta er helst ein
ásannan av, at trivnaðurin á
arbeiðsplássinum
hevur
alstóran týdning fyri starvs
fólkið, og at arbeiðsgevarin
fær mest effektiva starvs
fólkið á tann hátt.
Fremja visjónir
Sum nevnt var fitt av fólki í
Skansakjallaranum til hand
anina, men hetta var á ong
an hátt løgið ella óvæntað.
Marjun Hanusardóttir, løg
mansstjóri, ið bjóðaði væl
komin og greiddi eitt sindur
frá arbeiðinum hjá ymsu
arbeiðsbólkunum, upplýsti,
at áleið 160 fólk á ymsan
hátt vóru knýtt at arbeiði
num.
Bara talið á limum í ymsu
bólkunum er 149. Tó skal
viðmerkjast, at summi nøvn
ganga aftur í meiri enn tí
eina bólkinum. Men uttan
mun til tað sæst, at arbeiðið
hevur verið ógvuliga umfat
andi.
Eftir at løgmaður og
landsstýrismenn
høvdu
fingið handað eitt eintak av
bókini, fekk løgmaður orð
ið. Hann takkaði fyri eitt
vælaverk og ivaðist ikki í,
at henda bók fór at gerast
ógvuliga týdningarmikil í
arbeiðinum
at
fullføra
visjón 2015.
Eg rokni við, at ein
stórur partur av tilmælunum
í »Visjón 2015 – mál og
vegir« verða framd í verki.
Og eg ivist ikki í, at hetta
verður nýtt sum uppslagsbók
upp undir komandi løgtings
val – av øllum flokkum,
segði løgmaður, tá vit
spurdu hann um, hvat hann
væntaði av úrslitum av hes
um arbeiði.
13 grundarsteinar
Í bókini verða sum nevnt
frágreiðingarnar og tilmæl
ini frá øllum 13 grundar
steinunum savnaðar. Ógvu
liga lýsandi eru grundstein
arnir teknaðir sum ein varði
á forsíðuni. Hesin skal
ímynda, hvussu tær frágreið
ingar – strategiir – ið bólk
arnir hava lagt fram, skal
føra fram móti endaliga
úrslitinum, sum visjón 2015
leggur upp til, nevniliga, at
Føroyar skal teljast millum
heimsins fremstu lond ár
2015.
Teir 13 grundarsteinarnir
eru í raðfylgju, sum teir
verða presenteraðir í bókini
alheimsgerð. Her verður
víst á, hvussu neyðugt tað
er at Føroyar gerast partur
av alheiminum og tí alsamt
vaksandi alheims marknaði
num við øktum frælsi fyri
bæði vørur, tænastur, kapi
tal, fólk og fyritøkur.
Útbúgving er grundar
steinurin, ið Føroyar skulu
byggja á. Fleiri fólk skulu
útbúgvast longri, og størsti
parturin av ungdóminum
skal hava eina hægri útbúgv
ing.
Við
útbúgving
fylgir
náttúrliga gransking. Her
eiga føroyingar at ganga á
odda, ikki bara innan økir,
har vit náttúrliga hava bestu
fyritreytir, eitt nú matur úr
sjónum, men eisini innan
onnur øki skulu vit skapa
bestu fyritreytirnar.
Íverksetan er annar týdn
ingarmikil táttur í framtíðar
Føroyum. Hugskotsmenn
ing og nýskapanarkunnleiki
skal gerast náttúrligur part
ur av undirvísingini.
Framtíðar samfeløg mugu
eisini menna seg innan
kunningartøkni, sum er
ein avgjørdur partur av
alheimsgerðini.
Tilfeingið skal røkjast á
mest skynsama hátt soleiðis,
at øll tilfeingisvinna byggir
á burðardygga veiði.
Føroyski samfelagsbygn
aðurin skal byggja á burðar
dyggan marknaðarbúskap,
sum er grundfestur í væl
ferðarsamfelagnum. Við í
hendan samfelagsbygnaðin
hoyrir eitt sera framkomið
infrakervi,
sum
bindir
bygdir og oyggjar saman á
mest
samfelagsgagnligan
hátt.
Umhvørvið er av alstór
um týdningi, ikki bara fyri
okkara egnu vælveru, men í
líka stóran mun fyri at verja
okkara støðu sum veitarar
av fiski úr heimsins reinasta
havi.
Av tí at mentan og list nú
eru heiðurligur partur av
landsins
bruttotjóðarinn
tøku, og innbygdur partur
av okkara útbúgving, er
kappingarførleiki
Føroya
sterkur á hesum øki.
Málið er, at allar Føroyar
í 2015 skulu vera ein
arbeiðsmarknaður.
Tað
skal verða lætt at búgva í
einum øki av landinum,
men
arbeiða
og
nýta
tænastur í øðrum parti.
Vælferð hins einstaka er
aðalmálið við øllum fram
burði, og tískil eigur borg
arin at setast í miðdepilin.
Seinasti
grundsteinurin
er sjálvstýri. Hetta er ein
asti bólkurin, har limirnir
eru politiskir, formenninir í
teimum seks flokkunum á
tingi, umframt Jóan Paula
Joensen, ið var skrivari.
Visjónir fyri milliónir
Nýggjur formaður í FH
Føroya Handverkarafelag hevði aðalfund í Kvívík
leyðardagin har nýggjur formaður var valdur. Formaður nú
er Henry Olsen úr Rituvík. Nevndin skipaði seg annars við
Súna Simonsen úr Vestmanna sum næstformanni og Poul
Øregaard úr Kollafirði sum starvsnevndarlimi.
»Hatesphere« gera bart
Danski bólkurin, Hatesphere, sum verður at hoyra á G!
festivalinum seinni í ár, er í hesum døgum á konsertferð í
sambandi við spildurnýggju útgávuna »Serpent Smiles and Killer
Eyes«. Konsertirnar og harða arbeiðið sæst nú aftur í imponerandi
konsertavrikum. Ummælarar lata sera væl at, og lovorðini frá fleiri
teirra eru samsvarandi. Ró verður uppundir, at Hatesphere kunnu
standa frammanfyri einum möguligum altjóða gjögnumbroti. Bæði
ummælarar frá Gaffa og B.T. hava ummælt nýggju fløguna hjá
Hatesphere, og í báðum førum hevur fløgan fingið fimm av seks
møguligum stjørnum.
Vegna allar strategibólkarnar handaði Petur Petersen, aðalstjóri í Mantamálaráðnum, bókina við frágreiðingunum í. Her fær løgmaður fyrsta eintakið
Mynd: Jens Kristian Vang