mikudagur 13. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 111- 13. juni 2007
Á skattliga økin
um mælir arbeiðs
bókurin, ið hevur
viðgjørt kunn
ingartøkni í Visjón
2015, til serligar
skattaskipanir til fólk
við serligari vitan
innan KT
VISJÓN 2015
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
At kunningartøkni er ein av
grundsteinunum,
sum
Visjón 2015 skal byggja á,
kann ikki koma óvart á
nakran. Júst hendan vinnan
er ein hin skjótast vaksandi
og skjótast menta vinnan
seinastu árini.
Tí verður alneyðugt hjá
Føroyum sum framkomið
samfelag at vera í fremstu
røð, hvat hesum viðvíkur.
Arbeiðsbólkurin, ið hevur
stungið út í kortið, hvussu
vit menna hesa vinnu, hevur
fleiri ítøkilig tilmæli um
hetta. Og fleiri teirra rætti
liga kollveltandi. Ikki minst
tilmælið um, at serlig skatta
skipan verður gjørd fyri
fólk, við serligari vitan
innan kunningartøkni.
Í frágreiðingini verður
sagt:
»Skattareglurnar viðvíkj
andi
vællærdum
skulu
veðra eins lagaligar og í
okkara grannalondum (ser
skattaskipan til fólk við ser
vitan). Eisini skulu lagaligar
skipanir gerast til útlendsk
ar, hátøkniligar fyritøkur,
sum seta deildir á stovn her.
Nyttan er, at vit skapa vit
anartung arbeiðspláss bein
leiðis og óbeinleiðis í undir
veitaravinnu og avleiddari
vinnu. Við hesum verða
Føroyar eins væl sæddar og
onnur Norðurlond, tá talan
er um alheimsgerð av vinnu
lívi og mentan, breiðbands
nýtslu og lutfalsliga nóg
nógv vinanartung arbeiðs
pláss og tílíkt«
Arbeiðsbólkurin
mælir
til, at hetta verður framt í
verki innan 2009. Eisini
verður roknað við, at inn
tøkurnar av hesum fara at
verða størri enn útreiðslur
nar, tí menniskjaliga til
feingið verður víðkað og
virksemið í vitanartungum
vinnum verður økt.
Inn í skúlarnar
KT-arbeiðsbólkurin mælir
tískil til størri og fleiri stig
til tess at fremja málið um
øktar førleikar til ungfólk
at virka í vinnukrevjandi
vinnum.
»Útbúgvingarstøðið
er
ein týðandi táttur í at menna
og gagnnýta kunningartøkni
í Føroyum«, verður sagt í
frágreiðingini. Í tí sambandi
verður beinleiðis mælt til:
• í minsta lagi 12 ára
skúlagongd
• dagligt
samstarv
við
útlendskar lærustovnar á
øllum økjum – til dømis
við
vinaflokkaskipan
millum
føroyskar
og
útlendskar skúlar – við
felags undirvísing
• størri dentur skal leggjast
á at býta næmingar upp
eftir førleika
• enska málið skal raðfest
ast eins frammaliga og
móðurmálið
• fyritreytir verða skaptar
fyri at seta á stovn og
reka
altjóða
skúla
í
Føroyum.
Skal hetta fremjast í verki
er neyðugt, at lærarahópurin
verður
grundleggjandi
broyttur eins og undirvísing
arskipanin má tillagast. Tí
skulu fólk við høgum og
fjøltáttaðum útbúgvingum
sleppa framat í skúlunum.
Men hetta fer at kosta, tí
»hægri førleiki og hægri
løn hanga saman«, verður
staðfest av arbeiðsbólkinum
sum kortini metir, at hetta
fer at koma føroyska undir
vísingarverkinum og harvið
samfelagnum
tilgóða
í
longra enda.
Serskattaskipan til servitan
Landsstýrismenninir »på rad og række« til handanina. Allir vara av hvør sínum øki í sambandi við tey tilmæli, ymsu strategibólkarnir leggja fram
Mynd: Jens Kristian Vang
Fleiri politikarar vóru til handanina. Teirra millum Høgni Hoydal, floksformaður
Mynd: Jens Kristian Vang
Seinkingar í Keflavík
Tað gongur ikki nóg væl at avgreiða ferðamanna
flogførini, sum flúgva upp á altjóða floghavnina í
Keflavík í Íslandi, skrivar Morgunblaðið. Blaðið veit
at siga, at í seinastuni hava fleiri flogfør verið
seinkað, tí trupulleikar hava verið, tá trappurnar hjá
floghavnini skulu knýtast at flogførum, ið hava lent.
Leiðslan ásannar trupulleikarnar, men sigur, at herd
trygdarkrøv taka longri tíð, samstundis sum altsamt
fleiri ferðast um floghavnina.
Lækni mælir til fría sølu
Økislæknin í Qaanaaq í Grønlandi, Hans Thorsøe, heldur, at
tað var púra burturvið av landsstýrinum at steðga allari
rúsdrekkasølu í bygdini, tí ein frágreiðing hevði avdúkað, at
fólk har drukku so illa. Við útvarpið í Nuuk sigur læknin, at
fólk í Qaanaaq drekka ikki verri enn aðrir grønlendingar, og
hann mælir myndugleikunum til at skipa fría rúsdrekkasølu.
So slepst undan, at fólk drekka heimabryggj og tað, ið verri
er, sigur hann.