Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 111- 13. juni 2007 Á skattliga økin­ um mælir arbeiðs­ bókurin, ið hevur viðgjørt kunn­ ingartøkni í Visjón 2015, til serligar skattaskipanir til fólk við serligari vitan innan KT VISJÓN 2015 Leo Poulsen leo@sosialurin.fo At kunningartøkni er ein av grundsteinunum, sum Visjón 2015 skal byggja á, kann ikki koma óvart á nakran. Júst hendan vinnan er ein hin skjótast vaksandi og skjótast menta vinnan seinastu árini. Tí verður alneyðugt hjá Føroyum sum framkomið samfelag at vera í fremstu røð, hvat hesum viðvíkur. Arbeiðsbólkurin, ið hevur stungið út í kortið, hvussu vit menna hesa vinnu, hevur fleiri ítøkilig tilmæli um hetta. Og fleiri teirra rætti­ liga kollveltandi. Ikki minst tilmælið um, at serlig skatta­ skipan verður gjørd fyri fólk, við serligari vitan innan kunningartøkni. Í frágreiðingini verður sagt: »Skattareglurnar viðvíkj­ andi vællærdum skulu veðra eins lagaligar og í okkara grannalondum (ser­ skattaskipan til fólk við ser­ vitan). Eisini skulu lagaligar skipanir gerast til útlendsk­ ar, hátøkniligar fyritøkur, sum seta deildir á stovn her. Nyttan er, at vit skapa vit­ anartung arbeiðspláss bein­ leiðis og óbeinleiðis í undir­ veitaravinnu og avleiddari vinnu. Við hesum verða Føroyar eins væl sæddar og onnur Norðurlond, tá talan er um alheimsgerð av vinnu­ lívi og mentan, breiðbands­ nýtslu og lutfalsliga nóg nógv vinanartung arbeiðs­ pláss og tílíkt« Arbeiðsbólkurin mælir til, at hetta verður framt í verki innan 2009. Eisini verður roknað við, at inn­ tøkurnar av hesum fara at verða størri enn útreiðslur­ nar, tí menniskjaliga til­ feingið verður víðkað og virksemið í vitanartungum vinnum verður økt. Inn í skúlarnar KT­arbeiðsbólkurin mælir tískil til størri og fleiri stig til tess at fremja málið um øktar førleikar til ungfólk at virka í vinnukrevjandi vinnum. »Útbúgvingarstøðið er ein týðandi táttur í at menna og gagnnýta kunningartøkni í Føroyum«, verður sagt í frágreiðingini. Í tí sambandi verður beinleiðis mælt til: • í minsta lagi 12 ára skúlagongd • dagligt samstarv við útlendskar lærustovnar á øllum økjum – til dømis við vinaflokkaskipan millum føroyskar og útlendskar skúlar – við felags undirvísing • størri dentur skal leggjast á at býta næmingar upp eftir førleika • enska málið skal raðfest­ ast eins frammaliga og móðurmálið • fyritreytir verða skaptar fyri at seta á stovn og reka altjóða skúla í Føroyum. Skal hetta fremjast í verki er neyðugt, at lærarahópurin verður grundleggjandi broyttur eins og undirvísing­ arskipanin má tillagast. Tí skulu fólk við høgum og fjøltáttaðum útbúgvingum sleppa framat í skúlunum. Men hetta fer at kosta, tí »hægri førleiki og hægri løn hanga saman«, verður staðfest av arbeiðsbólkinum sum kortini metir, at hetta fer at koma føroyska undir­ vísingarverkinum og harvið samfelagnum tilgóða í longra enda. Serskattaskipan til servitan Landsstýrismenninir »på rad og række« til handanina. Allir vara av hvør sínum øki í sambandi við tey tilmæli, ymsu strategibólkarnir leggja fram Mynd: Jens Kristian Vang Fleiri politikarar vóru til handanina. Teirra millum Høgni Hoydal, floksformaður Mynd: Jens Kristian Vang Seinkingar í Keflavík Tað gongur ikki nóg væl at avgreiða ferðamanna­ flogførini, sum flúgva upp á altjóða floghavnina í Keflavík í Íslandi, skrivar Morgunblaðið. Blaðið veit at siga, at í seinastuni hava fleiri flogfør verið seinkað, tí trupulleikar hava verið, tá trappurnar hjá floghavnini skulu knýtast at flogførum, ið hava lent. Leiðslan ásannar trupulleikarnar, men sigur, at herd trygdarkrøv taka longri tíð, samstundis sum altsamt fleiri ferðast um floghavnina. Lækni mælir til fría sølu Økislæknin í Qaanaaq í Grønlandi, Hans Thorsøe, heldur, at tað var púra burturvið av landsstýrinum at steðga allari rúsdrekkasølu í bygdini, tí ein frágreiðing hevði avdúkað, at fólk har drukku so illa. Við útvarpið í Nuuk sigur læknin, at fólk í Qaanaaq drekka ikki verri enn aðrir grønlendingar, og hann mælir myndugleikunum til at skipa fría rúsdrekkasølu. So slepst undan, at fólk drekka heimabryggj og tað, ið verri er, sigur hann.