Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 112 - 14. juni 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Nú nærkast tíðin, tá fram­ sýningin av millum­ og real­ skúlanæmingum hjá Jórunn Dánjalsdóttir fer av bakka­ stokki um ólavsøkumundið. Framsýningin verður í Kommunuskúlanum í Havn og letur upp við eini kvøld­ setu tann 23. juli kl. 19.00 har m.a. fyrrverandi næm­ ingar koma at hugleiða um tíðina, tá tey gingu í skúla. Annars sigur Jórunn, at henni vantar enn fleiri real­ skúlamyndir, serliga frá síðst í 50­unum og fyrst í 60­unum. Hóast tíðarfreistin til at koma við myndum er úti, vónar hon at fáa allar myndirnar til høldar. Í dag hava vit eina mynd av teimum, sum fingu real­ skúlaprógv í 1964. Myndin er tikin tann dagin prógvið varð handað. Adressan hjá Jórunn Dánialsdóttir er Sílagøta 3, FO­100 Tórshavn. Tel. 316024/226024 ella 0045 30697792. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710). Myndaeigari: Margreta Clementsen Færøernes Mellem- og Realskole: Realskúlaflokkur í 1964 Aftara rað f.v.: Gunnar Olsen (seinni Reynslág), Óli Breckmann, Heri Simonsen, Hermann í Stórustovu, Ingun Rubek-Nielsen (gift í Danmark), Óli Mortensen, Per Persson, Signar Nicla- sen, Bjarni Vilhelm og Helgi Øre. Fremra rað f.v.: Margreta Thomsen (gift Clementsen) Jóhanna Maria Samuelsen (gift Durhuus), Poul Eide, lærari, Jakobina á Dul (gift Vang) og Bergljót Sandoy (gift í Danmark). Í sambandi við myndina vit høvdu í blaðnum av fimleikadegnum í Gunda­ dali í 1959, hava vit fingið at vita meira um húsini á myndini.. Fremst á myndini, við hondbóltsvøllin, er felagshúsið hjá ítróttarfel­ agnum Kyndil, sum varð stovnað í 1957. Húsið var nýtt tá. Aftan fyri sæst ein lágur betongbygningur frá krígsárunum (1940­45) – bygdur av eingilskmonnum. Í teimum húsunum búðu eina tíð kendu listafólkini Elinborg Lützen úr Klaksvík og Sámal Joensen Mikines úr Mykinesi. Ovasta húsið er snikkara­ verkstaðurin hjá Verlandi Johansen. Verland hevði havt snikkaraverkstaðin í einum kjallara í Sverrisgøtu (har sum matstovan Marco Polo er í dag), áðrenn hann flutti niðan á Háls. Húsini við hondbóltsplenuna