Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Sam Høgnesen, ættaður úr Elduvík, búsitandi í Esbjerg, andaðist mánadagin 11. juni 56 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Tøkk Eg vil á hendan hátt takka øllum tykkum, sum gleddu meg á 80 ára føðingardegnum. Tykkum, sum komu inn á gólvið, ringdu ella á annan hátt mintust til mín. Hjartans tøkk til børnini, sum gjørdu dagin so serstakan. Bestu heilsur Borghild Olsen, Sandur Dagurin 15. juni. Valdimarsdagur. Danski kongurin Valdemar Sigur vann í orrustuni við Reval í Estlandi 1219. Søgnin sigur, at tá illa stóð til, fell reyður dúkur við hvítum krossi niður av himni. 15. juni í 1912 varð kunngjørt, at hesin dagurin skuldi vera almennur danskur flaggdagur til minnis um sigurin við Reval. Navnið Valdemar er eftir russiska Vladimir, ið merkir mikil í sínum veldi. Dagurin eitur eisini Vitus, til minnis um ein 12 ára gamlan drong, sum saman við fleiri øðrum varð tikin av døgum í Róm umleið ár 300. Dagurin er annars merkis­ dagur í Noregs søgu. Á vitusarmessu ár 1184 vann Sverri úr Kirkjubø sigur í sjóbardaganum við Fimreiti í Sogn og gjørdist einakongur í Noregi. Tíðindaskriv Fríggjadagin 15. juni kemur út fyrsta bind í eini røð av bókum, sum Jógvan Zach­ ari­assen, samkomuleiðari, skrivar um lív og læru sam­ komunar. Bókin hevur fingið heitið “SAM­KOM­ AN – innlit í samkomu Kristusar og samkomulív í 21. øld” Jógvan Zachariassen, sam­komuleiðari, sigur um nýggju bókina, at hon er ein bók, ið hjálpir tær at síggja, at samkoman er ikki ein avoldað losja, ið er menniskjum í 21. øld týdn­ ingarleys og óviðkomandi. Nei, samkoman er ein sunn, lívfør og virkin lívvera, sum Gud við Heilaga And­ ans megi nýtir til at útinna arbeiði Sítt á jørð. Í fyrsta helminginum av bókini leggur Jógvan bíbilska grund­ar­lagið fyri sam­kom­ uni og vísir á hvat eigur at eyðkenna eina samkomu. Í seinna helminginum av bókini tekur Jógvan hesar bíbilsku meginreglurnar og vísir á hvussu tær síggja út í dagliga lívinum í sam­kom­ unum kring heimin. Jógvan leggur stóran dent á at ein­ leiki eigur at eyðkenna samkomurnar hóast vit sum menniskju eru sera ymisk í meiningum og stíli. Hann tosar eisini um hvussu ym­iskar samkomurnar eru, hvussu nógv ymisk sløg av fólkum koma í samkom­ur­ nar, týdningin av at hava hug­sjónir og endamál, og hví samkomur vaksa og aðrar minka. Bókin er ikki um nakra ein­staka samkomu, men um­talar øll endurfødd menniskju, sum samkomu Guds. Bókin svarar á ein einfaldan hátt spurningum, viðvíkjandi tí sum Bíblian lærir um samkomuna og um samkomulívið. Jógvan gev­ur eisini sera góðar og praktiskar vegleiðingar hvussu samkomur okkara kunnu vera meira við­kom­ andi á okkara døgum. Jógvan Zachariassen er føddur á Tvøroyri í 1967 og vaks upp í Hvalba og Gøtu. Hann fekk prógv sum fagottleikari frá hægra tón­ listaskúlanum í Reykjavík í 1989, gjørdist BA í bibliu­ vísindum frá Emmaus Bible College í USA í 1994 og cand.theol. (Th.M) frá Dall­ as Theological Seminary í Texas í USA í 1997. Frá 1997 til 2000 starv­að­ ist Jógvan sum leiðari og lærari á Tisley Bible College í Motherwell í Skotlandi. Hann er í løtuni sam­komu­ leiðari í Lívdini í Hoyvík, samstundis sum hann ferðast nógv sum talari og lærari í Føroyum og kring heimin. Bókin verður presenterað fríggjadagin kl. 17.00 í Páls­ stovu, Mykinesgøta 7 í Havn. Tað er forlagið Leirkerið í Gøtu, sum gevur út bókina, ið er 400 blaðsíður og verð­ ur til keyps fyri kr. 350,- í bókahandlum kring landið. Samkoman ikki avoldað losja Fríggjadagin 15. juni hevur Anna Weihe starvast á Ríkis­ umboðnum í 40 ár. Anna er ættað úr Tórs­ havn, dóttir Tórgerð og Hassa Kragesteen. Anna er gift við Hera Weihe, ið starvast sum sýns­ maður á Tryggingar­ felagnum Føroyum. Heri er ættaður úr Sørvági. Tey eiga tveir synir, Ivan, ið er maskinmeistari og búsitandi í Hósvík, og Allan, ið er byggi­­frøðingur, og er í ferð við at flyta aftur til Føroyar úr Danmark. Anna eigur 6 ommubørn. Á starvsdegnum hevur arbeiðspláss hennara innstillað Annu til at fáa handað Dronningens fortjen­ este­medalje. Familjan ynskja Annu hjartaliga tillukku við hes­ um stóra degi hennara. Anna Weihe 40 ára starvsdag