Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Sam Høgnesen, ættaður úr Elduvík, búsitandi í Esbjerg, andaðist mánadagin 11. juni 56 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Tøkk Eg vil á hendan hátt takka øllum tykkum, sum gleddu meg á 80 ára føðingardegnum. Tykkum, sum komu inn á gólvið, ringdu ella á annan hátt mintust til mín. Hjartans tøkk til børnini, sum gjørdu dagin so serstakan. Bestu heilsur Borghild Olsen, Sandur Dagurin 15. juni. Valdimarsdagur. Danski kongurin Valdemar Sigur vann í orrustuni við Reval í Estlandi 1219. Søgnin sigur, at tá illa stóð til, fell reyður dúkur við hvítum krossi niður av himni. 15. juni í 1912 varð kunngjørt, at hesin dagurin skuldi vera almennur danskur flaggdagur til minnis um sigurin við Reval. Navnið Valdemar er eftir russiska Vladimir, ið merkir mikil í sínum veldi. Dagurin eitur eisini Vitus, til minnis um ein 12 ára gamlan drong, sum saman við fleiri øðrum varð tikin av døgum í Róm umleið ár 300. Dagurin er annars merkis­ dagur í Noregs søgu. Á vitusarmessu ár 1184 vann Sverri úr Kirkjubø sigur í sjóbardaganum við Fimreiti í Sogn og gjørdist einakongur í Noregi. Tíðindaskriv Fríggjadagin 15. juni kemur út fyrsta bind í eini røð av bókum, sum Jógvan Zach­ ariassen, samkomuleiðari, skrivar um lív og læru sam­ komunar. Bókin hevur fingið heitið “SAM­KOM­­ AN – innlit í samkomu Kristusar og samkomulív í 21. øld” Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari, sigur um nýggju bókina, at hon er ein bók, ið hjálpir tær at síggja, at samkoman er ikki ein avoldað losja, ið er menniskjum í 21. øld týdn­ ingarleys og óviðkomandi. Nei, samkoman er ein sunn, lívfør og virkin lívvera, sum Gud við Heilaga And­ ans megi nýtir til at útinna arbeiði Sítt á jørð. Í fyrsta helminginum av bókini leggur Jógvan bíbilska grundarlagið fyri samkom­ uni og vísir á hvat eigur at eyðkenna eina samkomu. Í seinna helminginum av bókini tekur Jógvan hesar bíbilsku meginreglurnar og vísir á hvussu tær síggja út í dagliga lívinum í samkom­ unum kring heimin. Jógvan leggur stóran dent á at ein­ leiki eigur at eyðkenna samkomurnar hóast vit sum menniskju eru sera ymisk í meiningum og stíli. Hann tosar eisini um hvussu ymiskar samkomurnar eru, hvussu nógv ymisk sløg av fólkum koma í samkomur­ nar, týdningin av at hava hugsjónir og endamál, og hví samkomur vaksa og aðrar minka. Bókin er ikki um nakra einstaka samkomu, men umtalar øll endurfødd menniskju, sum samkomu Guds. Bókin svarar á ein einfaldan hátt spurningum, viðvíkjandi tí sum Bíblian lærir um samkomuna og um samkomulívið. Jógvan gevur eisini sera góðar og praktiskar vegleiðingar hvussu samkomur okkara kunnu vera meira viðkom­ andi á okkara døgum. Jógvan Zachariassen er føddur á Tvøroyri í 1967 og vaks upp í Hvalba og Gøtu. Hann fekk prógv sum fagottleikari frá hægra tón­ listaskúlanum í Reykjavík í 1989, gjørdist BA í bibliu­ vísindum frá Emmaus Bible College í USA í 1994 og cand.theol. (Th.M­) frá Dall­ as Theological Seminary í Texas í USA í 1997. Frá 1997 til 2000 starvað­ ist Jógvan sum leiðari og lærari á Tisley Bible College í M­otherwell í Skotlandi. Hann er í løtuni samkomu­ leiðari í Lívdini í Hoyvík, samstundis sum hann ferðast nógv sum talari og lærari í Føroyum og kring heimin. Bókin verður presenterað fríggjadagin kl. 17.00 í Páls­ stovu, M­ykinesgøta 7 í Havn. Tað er forlagið Leirkerið í Gøtu, sum gevur út bókina, ið er 400 blaðsíður og verð­ ur til keyps fyri kr. 350,­ í bókahandlum kring landið. Samkoman ikki avoldað losja Fríggjadagin 15. juni hevur Anna Weihe starvast á Ríkis­ umboðnum í 40 ár. Anna er ættað úr Tórs­ havn, dóttir Tórgerð og Hassa Kragesteen. Anna er gift við Hera Weihe, ið starvast sum sýns­ maður á Tryggingar­ felagnum Føroyum. Heri er ættaður úr Sørvági. Tey eiga tveir synir, Ivan, ið er maskinmeistari og búsitandi í Hósvík, og Allan, ið er byggifrøðingur, og er í ferð við at flyta aftur til Føroyar úr Danmark. Anna eigur 6 ommubørn. Á starvsdegnum hevur arbeiðspláss hennara innstillað Annu til at fáa handað Dronningens fortjen­ estemedalje. Familjan ynskja Annu hjartaliga tillukku við hes­ um stóra degi hennara. Anna Weihe 40 ára starvsdag