Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mars 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 29. mars 2001 3 2 Nr. 62 - 29. mars 2001 gult cyan magenta svart 40 ára gamli tóna- smiðjurin av Sandi, Sunleif Rasmussen, hevur nú latið nýtt verk úr hondum. Tað hevur heitið Ferðin, og frumframførsla verður í Norður- landahúsinum leygarkvøldið. Íblástur hevur Sunleif fingið úr bókini Dýrmæta Lív við brøvum hjá Jørgen- Frantzi Jacobsen, og orðini til verkið eru tikin úr hesi bókini TÓNLEIKUR Stefan í Skorini – Tey, sum fara til konsert- ina, skulu fara við opnum sinni og leggja fordómarnar heima við hús. Tað ræður um at vera opin fyri nøkr- um nýggjum. Eg samanberi tað við at stíga í eitt ókent landslag, har tað er neyðugt at orientera seg í hesum nýggja landslagnum fyri at vita, hvar tú flýtur, sigur Sunleif Rasmussen um sítt nýggja verk. Hann dylur ikki fyri, at fólk skulu ikki fara til kon- sertina og vænta sær tón- leik, sum kundi verið gjørdur fyri øld síðani, tí hetta er nútímans tónleikur, sum er gjørdur í nútíðini. Tí skulu fólk sleppa øllum ímyndum um, hvussu tey halda Ferðin fer at vera. Tað er mæta skald okkara Jørgen-Frantz Jacobsen, sum eigur orðini til “Ferð- ina”. Orðini eru úr bókini Dýrmæta Lív, sum er ein partur av brævaskiftinum millum systkynabørnini og vinmenninar William Heinesen og Jørgen-Frantz. – Jørgen lýsir ofta sína sinnisstøðu við dómum úr tónleikinum, og bókin Dýr- mæta Lív er full av dømum úr tónleikinum. William sjálvur gjørdi eisini nøkur tónleikaverk, so teir hava báðir havt tónleikin og brúkt hann í skaldskapin- um, sigur Sunleif Rasmus- sen. Byrjaði í Heinesens húsum Sunleif fór undir at skriva hetta verkið í Heinesens húsum, har teir báðir hava ferðast sum ungir, og tónasmiðjurin sigur, at tað gav honum eyka íblástur at vera staddur í hesum hús- unum. – Drívmegin hevur verið sjálv bókin og teksturin, sum er einastandandi, skrivaður av einum 21 ára gomum manni ella ung- lingi. Teksturin rúmar holl- um lívsroyndum, so Jørgen hevur verið ómetaliga vitugut maður, tá hann megnar hetta á so ungum aldri, sigur Sunleif. Brævið, hvørs innihald verður nýtt í verkinum “Ferðin”, er eitt tað fyrsta, sum stendur prentað í bókini Dýrmæta Lív. Tað varð skrivað í 1921, beint eftir at Jørgen-Frantz hevur fingið staðfest sjúkuna á fyrsta sinni. Jørgen-Frantz hevur bygt brævði upp sum eitt tón- leikaverk. Ymisku brotini bera heiti sum Maestoso, Andante, Rondo Allegro, og Grave. – Teksturin er hóast alt 80 ára gamal, men hann viðgerð eitt tíðarleyst evni, so teksturin er eins aktu- ellur nú, sum hann er um túsund ár. Ljós og myrkur Sunleif greiðir frá, at grundelementini í tónleiki eru ljós og myrkur, og hetta er tað, sum ger tónleikin so universellan. – Ljós og myrkur er nakað sum menniskjað hugsar um og fæst við alt lívið í yvirførdum týdningi. Sunleif sigur, at tað kendist sum um brævið “Nýggjársouverturan” hjá Jørgen-Frantzi varð skrivað til hansara tónleik, tí tað viðgerð evni sum ljós og myrkur. Eitt stað í bókini skrivar Jørgen-Frantz, “Stundum klukkar innan í mær av øllum vitleysum blásturin- strumentum í steðgunum millum sorgar violinir!”. Í hesum verkinum eru tað blásturinstrumentini, ið eru vill og vitleys, meðan strúkiinstrumentini hava tann syrgna leiklutin. Sunnudagin gongur leið- in hjá Sunleifi til Paris, har eitt av hansara verkum verður framført mánadagin. Tað er forlagið hjá honum, sum hevur fingið hesa ferðina í lag. Hjálp úr Íslandi Tá tónleikarar og sangarar leygarkvøldið fara at trína fram á pallin í Norður- landahúsinum verður tað Bernarður Wilkinson úr Íslandi, sum skal dirigera. Tað verða bara áhuga- sangarar og –tónleikarar við á konsertini, men Sun- leif metir ikki, at hetta verður nakar vansi fyri góðskuna av framførsluni, men hann metir, at hetta verkið krevur nógv av tónleikarunum. Føroya Symfoniorkestur fer eftir Ferðina at framføra verkið “New World” eftir Antonin Dvorak. Bileftirlitið hevur latið politistøðunum kring landið 258 vegskattaeftirstøður fyri fyrra hálvár EFTIRSTØÐA Stefan í Skorini Løgreglan fer nú undir at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2001. Kann bileigarin ikki vísa fram kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, verða nummarspjøldrini tikin av bilinum. Fólk hava annars havt góða tíð at fáa avgreitt hesa rokningina. Bileftirlitið sendi rokningarnar út hálvan desember og gjaldið skuldi fella 1. januar. Hálvan februar varð ein áminning send til tey, ið enn ikki hava goldið. Hálvan mars fingu fólk enn eina áminning um, at gjalda tey ikki vegskattin, so verða pláturnar tiknar. Eina viku eftir hetta sendi bileftirlitið ein lista til løg- regluna, sum nú fer undir at taka pláturnar. Kanska nógv fara at gjalda, tá tey varnast, at bilurin ongar plátur hevur. Sunleif við nýggjum verki Sunleif Rasmussen hevur latið verkið Ferðin úr hondum, og tað verður framført í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Sunleif sigur, at áhoyrararnir skulu møta upp við opnum sinni Pláturnar verða kliptar 258 bileigarar hava ikki goldið vegskattin og kunnu tí vænta sær at missa nummarspjøldrini