Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mars 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 29. mars 2001 5 4 Nr. 62 - 29. mars 2001 Bólkurin, sum er settur at kanna ser- námsfrøðisliga virk- semið í Føroyum, kemur við lemjandi kritikki av verandi skipan. Bólkurin mælir til at upploysa skipanina og gera nýggja ístaðin SERNÁMSFRØðI Eyðun Klakstein Fakliga trúvirðið í sernáms- frøðini líður undir vantandi kunning og manglandi heildarætlanum. Brúkarin fær ov lítið burtur úr teim- um mongu milliónunum, sum verða brúktar innan sernámsfrøðiliga økið. Og bæði foreldur og børn verða ørkymlað av manna- gongdunum í verandi skip- an. Hetta eru nakrar av hørðu atfinngunum, sum ser- námsfrøðisligi arbeiðsbólk- urin kemur við í einum fyribils áliti. Ætlanin við hesum áliti er at lata fólk, sum hava áhuga fyri økinum, koma við viðmerkingum og hug- skotum, áðrenn álitið verð- ur endaliga skrivað. Alt álitið kann lesast á heima- síðuni hjá bólkinum (www.umms.fo/ser), og her ber eisini til at kjakast um álitið og senda bólkinum viðmerkingar. Arbeiðsbólkurin varð settur seint í fjør fyri at kanna alt tað sernámsfrøð- isliga økið í landinum, sum tað er vaksandi ónøgd við millum bæði brúkarar og starvsfólk. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Torbjørn Jac- obsen, mannaði nevndina við Hans Trygva Teirin, Tóru Tóroddsdóttir og Steintór Rasmussen, og tey eru komin væl ávegis við arbeiðnum, sum skal verða liðugt í seinasta lagi 1. oktober í ár. Pengar brúktir illa Arbeiðsbólkurin hevur kannað sernámsfrøðiliga økið og sigur mangt og hvat verða komið undan kavi, meðan tey hava kannað krókar og skot. Tey staðfesta, at heildar- veitingin til sernámsfrøðis- liga økið táttar í 90 milli- ónir krónur árliga. – Hóast hesar upphæddir kunnu tykjast høgar, eru mest sum øll samd um, at brúkarin – tað er barnið við tí serliga tørvinum – fær ov lítið burturúr, og at manna- gongdin í hesum sambandi er tung og strevin, sigur ar- beiðsbólkurin í fyribilsálit- inum. – Alt ov lítil orka verður løgd í skipaða greining av børnunum av fyrstan tíð, og tey fáa heldur ikki neyðugu tvørfakligu vegleiðingina í hesum sambandi. Endaliga greiningin av barninum tekur ov langa tíð, og upp- lýsingin til foreldrini stend- ur ov einsamøll og hongur ofta í leysari luft. Tað tekur í summum før- um fleiri ár at staðfesta, hvat er áfatt við einum barni, og nógv børn verða send til Danmarkar til kanningar hjá donskum læknum, sum vitja í Føroy- um. – Ofta verður borðreitt við fleiri enn einari sjúku- greining til somu familju og harafturat á donskum/- latínskum máli, ið ikki ein- faldar ruðuleikan, sigur ar- beiðsbólkurin. Broyta skipan Harði kritikkurin av ser- námsfrøðisliga økinum er umfatandi, og ein av aðal- tættunum í atfinningunum er, at ymisku eindirnar – stovnar og verk – sam- starva ov illa, og hetta ger støðuna hjá foreldrum og børnum sera trupla. Tað er alneyðugt fyri bæði brúkaran og avvarð- andi, at ein einfaldari heild- arkarmur verður gjørdur, sigur arbeiðsbólkurin. Bólkurin mælir til at av- taka verandi skipan og seta aðra ístaðin. Nýggja skipanin skal byggjast upp av eini grein- ingarstøð og fimm fakeind- um. Ætlanin er, at greining- arstøðin skal tryggja eina meira skipaða mannagongd á økinum og gera viður- skiftini einfaldari hjá børn- um, foreldrum og starvs- fólki. Tær fimm fakdeildirnar hava servitan á sínum økj- um, men starvsfólkini skulu samstarundis lutvíst arbeiða á greiningarstøðini. Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eina nýggja skipan við neyvum frágreiðingum um virksemi, og í fyribils álitinum ber til at lesa um hesa skipanina. Arbeiðsbólkurin vónar, at fólk vilja kjakast um álit- ið, og at tey koma við hug- skotum til bólkin. Álitið liggur frammi til 1. juni, tá bólkurin fer undir at leggja seinastu hond á arbeiðið, sum skal rundast av áðrenn summarferiuna. Lágkøkan, sum Símun Akursmørk gjørdi í 1989 er fram- vegis landsins størsta lágkaka MET Eyðun Klakstein Í 1989 gjørdi bakarin, Sím- un Akursmørk, heimsins størstu lágkøku. Hon varð gjørd í sam- bandi við 85 ára føðing- ardagin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, og alt var lagt soleiðis til rættis, at lágkøkan skuldi koma í Guiness metbókina. Hetta var tó av ongum, tí sama ár varð ein enn størri lágkøka gjørd í útlandinum. Men lágkøkan hjá Sím- uni er framvegis landsins størsta. Í sambandi við føðingardagin hjá Neistanum í farnu viku var ein veldug kaka gjørd, men hon var langt frá so stór sum tann í Klaksvík á sinni. Eitt sindur av róma Lágkøkan hjá Neistanum var um 12 fermetrar, meðan tann hjá Símuni var 46,3 fermetrar. Símun brúkti 3137 egg, 102,5 kilo av sukri, 102,5 kilo av mjølo, 3,4 kilo av bakipuvluri, 186 kilo av súltutoyi, 270 kilo av kremi, 250 litrar av róma, 30 kilo av kokusi og fjórðingslitur av fruktliti. Í umsøknini til Guiness metbókina váttaðu Óli Heinesen, sum tá var borgastjóri í Klaksvík, Karsten Hansen, sum var sýslumaður og John Reid Bjartalíð, heiðurslimur í KÍ, fyri, at lágkøkan var 46,3 fermetrar. Størsta lágkøkan Føroya størsta lágkøka varð gjørd í 1989 og var góðar 46 fermetrar stór Hvassar atfinningar ímóti sernámsfrøðisliga økinum Sernámsfrøðisliga virksemið í Føroyum er á markinum til ruðuleika fyri børn og foreldur, og tí mælir arbeiðsbólkur til at avtaka verandi skipan og gera nýggja og meira einfalda skipan ístaðin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Landsstýrið arbeiðir í løtuni við eini skipan, har tað ber til yvir fylgisvein at fylgja við fiskiskipum, hvar tey fiska, hvar tey eru stødd. Støðir á landi kunnu hava neyvt eftirlit við skipunum og tað positiva í hesum er, at trygdin á sjónum økist munandi. Tað verður tryggari hjá teimum sum heima sita, tá tey vita, at eitt tól er umborð á skipunum, sum fleiri ferðir um samdøgnið sendir eitt signal til ein fylgisvein, sum síðan boðar støðum á landi frá hvar skipini eru stødd. Hetta er nøkulunda tað sama sum við fløgførum, hvørva tey av radarmyndini, so verður farið at leita beinanvegin. Er einki tekin frá einum skipi, so verður farið at leitað beinanvegin og mannalív kunnu sparast á hendan hátt. Men vandi er í hvørjari vælferð. Fiskimenn spyrja seg sjálvar, er tað av trygdarorsøkum, at myndug- leikarnir vilja vita hvar teir neyvt eru staddir allan sólarringin? Er her ikki heldur talan um yvir- formyndari og at myndugleikarnir vilja við nýggju skipanin tryggja sær, at skipini halda lógirnar. Undir Føroyum er altíð illgruni um, at skip veiða ólógliga, Soleiðis hevur altíð verið. Øvundsjúkan er fastgrógvin langt inni í okkara genum, og fær eitt skip nóg,v so er ikki óvanligt at hoyra, at teir hava veitt ólógliga, hava veitt innanfyri. Tað sigst, at trolararnir sum royna á landnyrðingshorninum á Føroyagrunninum, við hvørt eru so innalaga, at teir mugu nýta fallhjálm á dekkinum, tí vandin er so stórur fyri at fáa leyst grót út berginum í høvdið.Veldan, tað er møguligt, men var tað ikki eitt hugskot, at skal eitt skip takast fyri ólógliga veiðu, so átti tað at verið tikið uppá feskan gerning, og ikki ala Star War verða adúkað einastaðni langt úti í rúmdini. Er tað ikki mannminkandi fyri ein fiski- mann, at hann verður avdúkaður av hátøkni úti í alheiminum, heldur enn at tann grái knappliga kemur um nesoddarnar. Danskir fiskimenn eru í øðini, nú fyrstu málini, har fylgisveinur hevur fanga fiskimannin í ólógligum ørindum, eru til viðgerðar. Tað fyrsta málið snýr seg um eitt krav millum eina hálva og eina millión. Danskir fiskimenn eru í øðini, tí teir finna hetta nýggja eftirlit mannminkandi og teir halda eisini at rættartrygnin er hótt. Kanska nakað at hugsa um hjá okkara fiskivinnuumsiting og hvat sigur vinnan? Fylgisveinaeftirlitið í Danmark er komið í lag eftir harraboðum frá ES. Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri hevur fleiri feriðir borið fram, at føroysku fiskimenninir eru millum heimsins erligastu.Teir hava einki at fjala. Er hetta so, so hevur føroyski fiskiflotin einki at óttast, um nú verður hugt eftir teimum allan sólarringin úr rúmdini við mannaskaptum tólum. DAGSINS MEINING Sosialurin Fylgisveinaeftirlit Fólk á Oyrarbakka hava skrivað undir eina áheitan á landsins myndugl- eikar um at fáa egið postnummar. Sum einasta bygd í Før- oyum hevur Oyrar- bakki nevniliga einki postnummar POSTNUMMAR Turið Kjølbro Onkusvegna varð bygdin Oyrarbakki sum tann ein- asta bygdin gloymd, tá ið bygdir og býir í Føroyum fingu nýggj postnummur fyri nøkrum árum síðani. Hetta voldar bygdarfólk- unum har stórar praktiskar trupulleikar, og nú heita tey øll á landsins myndugleikar við eini adressu um at síggja til, at bygdin fær egið postnummar. – Av tí at vit einki post- nummar hava, renna vit okkum í trupulleikar nógva staðni, tí postnummar krevst í øllum telduskip- anum. Eitt nú tá ið tú skalt leggjast inn á sjúkrahús, og tá ið tú skalt hava koyrikort. Býrt tú á Oyrarbakka, ert tú noyddur at góðtaka, at Oyri stendur á koyrikortinum. Í telefonbókini standa bæði bygdarnøvnini hvørt um annað, onkuntíð bæði, men oftast Oyri. Trupulleikin av vantandi postnummari er í øllum førum vorðin meiri sjónligur síðani alt verður skrásett á teldu, sigur Óla Jákup Kruse av Oyrar- bakka, sum hevur tikið stig til áheitanina. Eisini tá ið tað kemur til skiljingina av posti á post- húsum, er tað ein trupul- leiki, at Oyrarbakki einki postnummar hevur. Tí tekur Postverk Føroya væl undir við umbønini frá fólki á Oyrarbakka. Ikki minst nú posturin skjótt verður skildur elektroniskt. Bygdirnar Norðskáli, Oyrarbakki og Oyri liggja í longd av hvørji aðrari, og ert tú ikki staðkendur er ringt at vita, hvar markið gongur millum Oyrarbakka og Oyri eitt nú. – Oyrarbakki og Oyri verða blandað saman í heilum, og á brøvum, sum koma henda vegin standa ofta bæði bygdanøvnini á. Tað er bæði villeiðandi og keðiligt. Gamla markið gongur um bøgarðin á Oyri, men bygdin er nú við tíðini vaksin norðurum. Tað sum er norðan fyri Streym er Norðskáli, sunnan fyri er Oyrarbakki og síðani kemur tú til Oyrar. Bygd- irnar eru nærum saman- vaksnar, men eru kortini tvær bygdir við hvør sínum navni, sigur Óla Jákup Kruse. Oyri og Norðskáli hava ávikavist postnummar 450 og 460. Postnummarið 455 er tøkt og hetta nummarið ynskja fólk av Oyrarbakka. – Sum skilst á Postverk- inum er 455 eitt hóskandi nummar, sigur Óla Jákup Kruse. Óla Jákup Kruse hevur sent áheitanina við undir- skiftum til stjóran í Post- verki Føroya og eitt til landsstýrismannin við post- málum við vón um, at mál- ið verður skjótt avgreitt. Vit krevja egið postnummar Fólk av Oyrarbakka tíma ikki longur at finna seg í, at bygdin einki postnummar hevur