Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 29. mars 2001 7 6 Nr. 62 - 29. mars 2001 –Vit hava gjørt púra greitt, at tað fer at fáa tær álvarsligastu avleiðingarnar fyri fólkaflokkin, um vit ikki fáa tað nýggja skipið til suðuroyar- siglingina, sum serkøna bygginevnd- in hevur mælt til, sigur Heri Hjelm, formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelag SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Tað kann als ikki góð- takast, um fólkaflokkurin ætlar, at tað nýggja suð- uroyarskipið skal vera verri enn tað, sum tann serkøna fyrireikingarnevndin hevur mælt til at byggja. Hesi greiðu boð hava bæði fólkaflokkurin og Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, fingið frá fólkaflokkinum í Suðuroynni. Suðuroyar Fólkafloksfe- lag hevur bæði tosað við landsstýrismannin og skriv- að flokkinum eitt kravskriv, nú tað er blivið tvídráttur í landsstýrinum um, hvussu tað nýggja suðuroyarskipið skal síggja út. Heri Hjelm, formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelag, sigur, at fáa suðuroyingar eitt verri skip enn tað, sum fyrireikingarnevndin hevur mælt til at byggja til suður- oyarsiglingina, fer tað at fáa tær álvarsligastu av- leiðingarnar fyri Fólka- flokkin. Hvørjar avleiðingar, hann hugsar um, vil hann ikki útgreina. Men tað, kann ein og hvør hugsa sær sjálvum til, sigur hann. Tað er landsstýrismaður- in í vinnumálum, sum er Bjarni Djurholm úr fólka- flokkinum, ið hevur á- byrgdina av málsøkinum og tí ger fólkaflokkurin í Suð- uroy serliga vart við seg. Hann hevur lagt málið fyri landsstýrið at taka støðu til. Í løtuni eru tað tvey skip, sum verða viðgjørd í landsstýrinum. Annað er skipið, sum tann serkøna fyrireikingar- nevndin hevur mælt til at byggja. Hetta er eitt skip, sum siglur 21 míl. Hetta skipið kostar 305 milliónir at byggja, men kann byggj- ast í Kina fyri 255 milli- ónir. Hitt skipið er eitt minnið skip, sum Bjarni Djurholm hevur mælt til. Hetta skipið siglur 19 míl og kostar 275 milliónir. – Vit hava onki ímóti at skipið verður bygt í Kina. Og tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at landsstýrismaðurin hjá fólkaflokkinum ætlar at byggja eitt skip sum er verri, men kortini dýrari enn tað, sum tann serkøna fyrireikingarnevndin hevur mælt til at byggja, stendur í kravboðunum frá Suður- oyar Fólkafloksfelag til Fólkaflokkin. Felagið heitir tí á Løg- mann og á fólkaflokkin um at syrgja fyri, at tilmælið hjá fyrireikingarnevndini verður fylgt. – Tað er altavgerandi fyri Suðuroynna at meinbogar ikki verða lagdir í vegin fyri nevnda projekti, tí nevnda skip er neyðugt um Suðuroyggin framhaldandi skal vera ein livandi partur í Føroyum, sigur Suðuroyar . – Fólkaflokkurin í Suður- oy kann ikki liva við lyftum og lovorðum, nú vilja vit hava hetta sýnt í verki, at fólkaflokkurin veruliga tekur okkum fyri fult, sigur Suðuroyar Fólkafloksfelag. Formaðurin í felagnum kallar hetta eitt framtíðar- skip til suðuroyingar. – Men endar tað við, at vit fáa eitt skip, sum teir vilja hava og ikki tað skip- ið, sum vit vilja hava, er fólkaflokkurin farin yvir um eitt mark, haðani tað ikki vendst aftur. So týdn- ingarmikil er hendan av- gerðin fyri Suðuroynna, sigur Heri Hjelm. Landsstýrið var so illa mannað týsdag- in, at tað bar ikki til at taka støðu til málið um tað nýggja suðuroyar- skipið SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Tað eydnaðist heldur ikki hesuferð at fáa mál- ið um nýggja Smyril av- greitt í Landsstýrinum. Annars bendi alt á, at málið skuldi avgreiðast á landsstýrisfundi. Hetta var fimtu ella sættu ferð, at málið stendur á skránni fyri landsstýrisfund, men heldur ikki hesuferð eydnaðast at taka eina avgerð. Orsøkin hesuferð var, at Landsstýrið var so illa mannað. Eitt nú bara tað ikki til hjá nøkrum av teimum trimum lands- stýrismonnunum hjá tjóðveldisflokkinum at vera á fundi. – Vit hildu ikki at tað var rætt at avgreiða mál- ið, tá ið so nógvir av landsstýrismonnunum vóru burtur. Tí varð málið um Smyril tikið av dagsskrá. Bjarni Djurholm roknar við, at málið verður fyri heilt vist av- greitt á næsta landsstýr- isfundi. Men nær hann verður, veit hann ikki. – Eftir at hava arbeitt í hálvtannað ár við spurninginum um, hvussu eitt nýtt suðuroyarskip skal síggja út, er okkara tilmæli skúgvað til viks, sigur Heri Hjelm, sum sat í nevndini SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Tað, sum Bjarni Djur- holm nú hevur gjørt, er at undirmeta arbeiðið, sum nevndin, ið hevur fyrireik- að byggingina av nýggjum suðuroyarskipi, hevur lagt úr hondum. Hetta sigur Heri Hjelm, sum sjálvur sat í nevndini, sum varð sett at kanna eftir, hvat skip var tað best egn- aða til suðuroyarsiglingina. Heri Hjelm umboðaði vinnulívið í nevndini, sum hevur fyrireikað nýggja suðuroyarskipið. Men hann er eisini formaður í Suð- uroyar Fólkafloksfelag og aðrastaðni í blaðnum í dag verður greitt frá, hvat fólkafloksmenn í Suður- oynni hava av framferð- arháttinum hjá Bjarna Djurholm. Heri Hjelm sigur, at skip- ið, sum fyrireikingarnevnd- in hevur mælt til at byggja til suðuroyarsiglingina, er eitt úrslit av einum ógvu- liga drúgvum og nágreini- ligum kanningararbeiði. Í nevndini sótu umboð fyri Strandferðsluna, mann- ingina á Smyrli, vinnulívið og kommunurnar í Suður- oynni. Saman við projek- teringsfelagnum Knud E. Hansen í Danmark, hevur nevndin mælt til at byggja eitt skip, sum siglur 21 míl, tí tað er tað best egnaða til endamálið. Kortini hevur Bjarni Djurholm mælt til at byggja eitt skip, ið er minni og sum siglur 19 míl. – Sostatt er tað fremsti serkunnleiki á økinum, sum mælir til at byggja eitt skip, sum siglur 21 míl. Harum- framt er tað søguligt, at allir suðuroyingar, bæði allar kommunurnar, sum umboða borgararnar og vinnulívið stendur øksl við øksl um eitt mál. Heri Hjelm heldur tað tí vera ikki sørt av eini undirmeting, tá ið Bjarni Djurholm kortini mælir til eina loysn, sum er verri. Hann vísir á, at tað var landsstýrismaðurin, sum tá sat við vinnumálum, Finn- bogi Arge, sum tók stig til at fáa kommunurnar og vinnulívið í Suðuroynni upp í nevndina til at finna eina loysn á málinum. Tí heldur hann, at landsstýrið átti at følt eina ávísa skyldu til at fylgt tilmælinum. – At byggja eitt skip til Suðuroyarsiglingina, sum ikki siglur skjótari, enn Smyril, sum er, er eitt veldugt afturstig. – Tá ið vit fara undir eina so stóra íløgu, mugu vit sjálvandi taka útgangsstøð- ið í tí nýggjastu tøknini, sum er. Tað kann ikki vera rætt at taka útgangsstøði í gamlari tøkni. Stórur munur Heri Hjelm sigur, at mun- urin á skipunum, sum fyri- eikingarnevndin hevur mælt til, og sum siglur 21 míl og tí, sum Bjarni Djur- holm mælir til, og sum siglur 19 míl, er rættiliga stórur. – Tað eru ikki bara hasi bæði mílini á muni. Skipið, sum siglur 21 míl, er nógv arbeiðsligari at lasta og tøma og tað er nógv skjót- ari at avgreiða. Tað nyttar lítið at byggja eitt fram- tíðarskip, har bilar fram- vegis skulu bakka umborð. Tó leggur Heri Hjelm stóran dent á, at talan er als ikki um nakað marglætis- skip. – Hetta er eitt praktiskt skip, sum er arbeiðsligt. Tað hevur teir hentleikar, sum eru neyðugur og ikki meiri enn tað, sigur hann. Hann viðgongur, at talan er um eina stóra íløgu. – Men tað kemst av, at Suðuroyggin liggur nú einaferð, har hon liggur og av tí at farleiðin er nú einaferð, sum tað er. Nú fáa vágafólk sín undirsjóvar- tunnil fyri útvið 300 milli- ónir og aftaná fáa norð- oyingar sín undirsjóvar- tunnil fyri meiri enn tvær ferðir tað, sum nýggja suðuroyarskipið kostar - og fólkagrundarlagið er tað sama. – Hesar báðar íløgurnar verða hildnar at vera púra natúrligar. Tí skilji eg ikki, at tað skal elva til slíkt stríð, tá ið suðuroyingar eisini vilja hava eitt hósk- andi samband við megin- økið, sigur Heri Hjelm. Onki hjartarúm Heri Hjelm heldur stutt og greitt, at suðuroyingar eiga ov lítið hjartarúm hjá teim- um ymsu politikarunum. – Vit máttu stríðast fyri at fáa 400.000 krónur til til at kanna málið um nýtt skip til suðuroyarsiglingina ímeðan landsstýrismaðurin uttan himpr ætlar at fáa milliónir eyka í ár til for- kanningar til undirsjóvar- tunnil til Norðoyggjar. – Tað er undarligt, at hetta málið verður útsett aftur og aftur, tí Smyril, sum nú er, er í sera ivasomum standi og kann liggja, áðrenn vit vita av. Smyril aftur útsettur Bjarni Djurholm undirmetir nevndina – At byggja eitt framtíðarskip til suðuroyingar, sum ikki siglur skjótari enn Smyril, sum er, er eitt veldugt afturstig. Smyril er okkara høvuðsvegur inn á meginlandið, eins og bæði vágafólk og norðoyingar nú fáa sín undirsjóvartunnil fyri bæl meiri enn tað, sum nýtt suðuroyarskip kostar, sigur formaðurin í Suðuroyar Fólkafloksfelag Fer at fáa álvarsligar avleiðingar – Endar tað við, at tað nýggja suðuroyarskipið verður sum Bjarni Djurholm vil hava tað og ikki sum suðuroyingar vilja hava tað, er fólkaflokkurin farin yvir um eitt mark, haðani tað ikki vendst aftur, sigur Heri Hjelm, formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelag Síðani Føroyar fóru upp í Schengen- samstarvið, skulu føroyingar ikki longur vísa pass, tá vit ferðast innan Schengen-økið. Men kemur tú úr einum landi, sum ikki er við í samstarvinum, skal tú gjøgnum gjølligt eftirlit PASSEFTIRLIT John Johannessen Føroyar eru nú innanfyri múrin, Evropa hevur gjørt kring seg við Shengen- samstarvinum. Løgtingið samtykti 21. mars, at vit skuldu fara upp í sam- starvið saman við Danmark 25. mars. Hetta samstarv inniber millum annað, at tað er vorðið lættari at ferðast millum londini, sum eru við í samstarvinum. Men samstundis er Schengen ein múrur um Evropa. Fólk, sum koma úr londum, ið ikki eru við í evropeiska Schengen-sam- starvinum, skulu gjøgnum eitt gjølligt eftirlit, áðrenn tey sleppa inn um múrin. Men tá tey eru komin inn um, kunnu tey afturfyri ferðast frítt. Brotsmannasavn Atlantsflog flýgur í løtuni regluliga millum Aberdeen í Skotlandi og Vágar. Frá 16. juni fer Atlantsflog eisini at flúgva regluliga millum London og Vágar. Bretland er ikki við í Schengen-pass samstarv- inum. Tí skulu ferðafólk, sum koma til Føroya við hesum flogrutum, gjøgnum gjølliga passeftirlitið, sum krevst fyri at koma inn um Schengen-múrin. Á flogvøllinum er sett upp eit telduskipan, sum hevur samband við ein felags Schengen-dátu- grunn, ið kallast Schengen Information System. Hesin dátugrunnur er eitt slag av brotsmannasavni, har løg- reglan sær, um passið er stolið, ella um tann ferð- andi er útvístur ella eftir- lýstur í Schengen-økinum. Hetta kannar løgreglan við at trýsta inn passnummarið hjá tí ferðandi. Vísir tað seg, at tann ferðandi er útvístur úr ein- um av Schengen-londun- um, sleppur hann ikki víðari. Hann verður vendur í durunum og sendur av aftur landinum, sjálvt um hann ikki er útvístur úr Føroyum. Er persónurin út- vístur úr einum Schengen- landi, er hann útvístur úr øllum — eisini Føroyum. Tí eigur til dømis eisini Paul Watson at verða út- vístur úr øðrum Schengen- londum, tí hann er útvístur úr Føroyum. Eingi mørk til Evropa Tá vit hava ferðast úr Før- oyum til londini á evrope- iska meginlandinum, hevur verið neyðugt at vísa pass fyri at sleppa inn í londini. Hetta er ikki longur neyð- ugt. Skalt tú sum føroyingur ein túr til Fraklands at ferðast í summar, er ikki neyðugt at vísa pass á ferð- ini. Føroyar eru við í Schengen og Frakland er við í Schengen. Tí ber til at flúga til Danmakar og síðani koyra víðari gjøg- num Schengen-londini om- an til Fraklands ella flúgva beinleiðis úr Keypmanna- havn uttan nakrantíð at taka passið fram. Tú ert innan fyri Schengen-múrin og kann tí ferðast frítt. Men skalt tú ein túr suður til Turkalands ella møgu- liga til Ísrael, ferðast tú út úr Schengen-økinum og skal vísa pass bæði fyri at sleppa út og fyri at sleppa inn aftur. Vit skulu sostatt ikki vísa pass, tá vit ferðast um innaru mørkini í Schengen, men vit skulu vísa pass, bæði tá vit fara út um Schengen-múrin, og tá vit koma inn aftur. Løgreglan ræðir tó øllum til at hava passið við í skjáttuni, tá vit fara at ferðast. Vit skulu nevniliga kunna prógva samleika okkara, verða vit biðin um tað. Við innlimanini í Schengen-samstarvið fylgja stór krøv til føroysku havnirnar og flogvøllin í Vágum. Tí er tað einans Tórshavnar Havn, ið umframt flogvøllin er góðkend at taka ímóti útlendskum ferðafólki PASSEFTIRLIT John Johannessen Tað er nú bert loyvt flog- vøllinum í Vágum og Tórs- havnar Havn at taka ímóti regluligum ferðafólkaflutn- ingi uttan úr heimi. Hetta er ein avleiðing av, at Føroyar 25. mars fóru upp í Schengen-samstarv- ið. Á flogvøllinum er so- kallaða SIS-skipanin sett upp í passeftirlitsbúrinum hjá løgregluni. SIS skip- anin er ein felags dátu- grunnur fyri øll Schengen- londini, har brotsmenn og fólk, sum eru útvíst úr Schengen-londum, eru skrásett. Tá fólk koma á flogvøllin úr Skotlandi ella Onglandi, sum ikki eru við í Schengen, skal løgreglan sláa upp passnummarið hjá einstaka fremmand ferða- fólkinum og vita, um við- komandi kann sleppa inn í landið. Byggja um Farðstøðina Sama útgerðin skal setast upp á Farstøðini í Havn. Schengen-samstarvið krevur, at ferðafólkahavn- irnar í Schengen-londunum verða góðkendar sum Schengen-havnir. Tórs- havnar Havn hevur søkt um at verða góðkend og hevur fingið játtan treytað av, at Farstøðin verður umbygd. Tí arbeiða handverkarar í løtuni undir fullum trýsti at gera Farstøðina klára til Norröna fer undir summar- siglingina. Norröna siglir nevniliga til Hetlands, sum ikki er við í Schengen. Tí skulu ferða- fólk, sum koma úr Hetlandi við Norrönu, kannast í SIS- skipanini, sum verður sett upp í passeftirlitsbúrunum á Farstøðini. Passeftirlitsbúrini verða í løtuni flutt, so løgreglan sær beint í andlitið á fólki, beinan vegin, tey koma inn á Farstøðina. Hetta er eisini eitt krav í Schengen-sam- starvinum. Áður hevur passeftirlitsbúrini staðið soleiðis, at fólk hava verið noydd at veda sær ímóti teimum, fyri at koma til passeftirlitið. Tað kostar millum 700 og 800 túsund krónur at gera Farstøðina Schengen klára. Linari krøv til fiskiskip Hóast tað nú bert er Tórs- havnar Havn, ið kann taka ímóti ferðafólki úr til dømis Hetlandi, merkir hetta ikki, at útlendsk fiski- og farma- skip ikki hava loyvi at leggja at aðrastaðni enn í Havn. Í Schengen-samstarvin- um verður nevniliga skilt ímillum ferðafólkahavnir og aðrar havnir. Kemur til dømis ein skotskur trolari inn á Tvøroyri, kann hann væl leggja at. Hann skal bara frammanundan boða havnarmyndugleikunum frá, hvør er umborð. Síðani gera myndugleikarnir á staðnum av, um neyðugt er við neyvari eftirliti. Sjálvt um tað ikki longur er neyðugt at vísa pass, tá vit ferðast í Evropa, er kortini umráðandi at hava passið við á ferðini PASSEFTIRLIT John Johannessen Føroyar fóru upp í Schengen-samstarvið 25. mars saman við Danmark. Ein avleiðing av hes- um er, at vit ikki skulu vísa pass, tá vit fara um mørkini til londini, sum eru við í hesum sam- starvi. Vit skulu tí ikki vísa pass, fara vit til Týsklands, Fraklands, Spania, Belgia ella okk- urt annað land, sum er við í Schengen. Men kortini er tað týdningarmikið at hava passið við á ferðini. Í S c h e n g e n - l o n d u m verður nevniliga kravt, at vit skulu kunna prógva okkara samleika, verða vit biðin um tað. Og í flestu londunum er passið einasta samleika- prógvið, ið verður góð- tikið. Á flestu hotellum í Evropa er passið einasta samleikaprógv, sum verður góðtikið, tá tú skrivar teg inn sum gestur. Tí kann tað í ringasta føri henda, at tú ikki sleppur at gista á hotellinum, hevur tú ikki pass við. Eisini kann koma fyri, at løgreglan steðgar tær, meðan tú ferðast í bili í Evropa, og krevur, at tú prógvar tín samleika. Tá er eisini neyðugt at hava passið hjá tær. Tískil ber til at stað- festa, at tað er eins týdn- ingarmikið at hava pass við á ferðini sum áður, hóast tú ikki longur verður biðin um at sýna pass við marknarliðini. Tað er nú lættari at ferð- ast um mørkini innan Schengen-økið. Men tú kanst fáa trupulleikar, um tú í eini tilvildar- ligari støðu ikki kann skjalprógva, hvør tú ert og hvaðani tú kemur. Schengen-samstarvið: Passið er framvegis neyðugt Schengen-samstarvið: Norröna kann bert leggja at í Havn Schengen-samstarvið: Hava fingið innaru og ytru mørk Schengen-samstarvið er ein múrur kring Evropa, ið ger lættari hjá evropabúgvum at ferðast í Evropa, men torførari hjá fremmandum at koma inn. Ljósagráu londini eru tey, sum eru við í Schengen-samstarvinum Grafikkur: Jón Einarson Fakta: • Skalt tú ferðast úr einum Schengen-landi í eitt annað, skalt tú ikki vísa pass. Tú skalt bert vísa pass, tá tú ferðast inn og út úr Schengen-økinum • Londini í Schengen-samstarvinum eru Ísland, Føroyar, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Týskland, Eysturríki, Belgia, Niðurlond, Luksemburg, Frakland, Spania, Portugal, Italia og Grikkaland • Schengen-samstarvið ávirkar ikki mannagongd- ina, tá vit ferðast til Norðurlond, sum hava verið við í norðurlendsku passsamgonguni. Øll hini norðurlondini eru, eins og Føroyar, farin við í Schengen-samstarvið