hósdagur 29. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
1. juni í ár verða allir
kvinnuligir løntak-
arar loksins javnsettir
undir barnsburðar-
farloyvi
BARSILSLØN
Turið Kjølbro
Nýggja
barsilsskipanin
varð samtykt á tingi týsdag-
in, men líka til tað síðsta
komu broytingaruppskot,
sum kortini øll fullu.
Skipanin varð samtykt við
teimum broytingum, sum
vinnunevndin hevur skotið
upp.
Tað var beint upp undir
jól, at landsstýrismaðurin í
vinnumálum
legði
fyri
tingið uppskot um nýggja
barsilsskipan galdandi fyri
allar kvinnuligar løntakarar
á
arbeiðsmarknaðinum.
Síðani hevur landsstýris-
maðurin heitt á nevndina
um at gera eina røð av
broytingum í lógaruppskot-
inum, í flestu førum eftir
tilmæli frá Arbeiðsloysis-
skipanini. Flest allar av
tekniskum slag, sum gera
innkrevjingarháttin einfald-
ari og minni arbeiðskrevj-
andi.
Fyrsta viðgerð av upp-
skotinum var miðskeiðis í
januar,
uppskotið
varð
beint í vinnunevndina og í
farnu viku legði ein samd
vinnunevnd álit fyri tingið.
Við triðju viðgerð varð
uppskotið samtykt, slakar
tveir mánaðir áðrenn tað
kemur í gildi.
Við nýggju skipanini fáa
allar kvinnur á arbeiðs-
marknaðinum fult endur-
gjald fyri lønarmiss í
sambandi við barnsburð.
Skipanin umfatar bæði
kvinnur og menn, soleiðis,
at kvinnum verður rindað
endurgjald í fýra vikur
áðrenn
barnsburð,
og
kvinnum og monnum í 24
vikur eftir barnsburð, um-
framt tvær vikur, sum ser-
liga eru tilskilaðar monn-
um. Við hesi skipanini hava
pápar tískil møguleikan at
vera heima hjá barninum
fyrstu tíðina, og tað er ein
stórur bati í mun til
galdandi skipan, tí tað hava
teir ikki havt áður. Foreldur,
ið ættleiða barn, hava rætt
til barsilsfarloyvi í sama
mun, sum tey hava rætt til
barsilspening.
Mett verður, at árliga út-
gjaldið frá skipanini vegna
barnsburð og ættleiðing til
mammur og pápar verður
uml. 44-46 mió. kr., ella
81.107,- fyri hvørt barnið.
Verða uml. 25 mió. kr.
fíggjaðar
yvir
vanliga
skattin, eru eftir at fíggja
uml. 21 mió. kr. Til fígging
av meirkostnaðinum verður
eitt prosentgjald lagt á A-
inntøkur uppá 0,25%, sum
løntakarar móttaka og sum
arbeiðsgevarar rinda, ella
tilsamans 0,50%. ALS skal
umsita barsilsskipanina, og
verður mett, at kostnaðurin
av umsitingini verður uml.
1,8 mió. kr. árliga. Fyrsta
árið verður kostnaðurin tó
uml. 2,8 mió. kr., við tað at
byrjanarkostnaðurin verður
mettur til 1 mió. kr.
Fyrsta altjóða vík-
ingalegan við luttøku
av handverkarum,
tónleikarum, bar-
dagamonnum,
inuittum og indián-
um verður hildin í
Havn á ólavsøku
STEVNA
Turið Kjølbro
Á ólavsøku í ár verður
stórur víkingamarknaður á
Glaðsheyggi í Havn. Hetta
stendur at lesa í blaðnum
hjá Føroya Heimavirkis-
felag, ið júst er komið. Tað
er føroyska samtakið Sið-
sam, ið stílar fyri saman við
fólki av Fjørukrónni í
Hafnafirði. Tiltakið er part-
ur av samstarvi millum
Grønland, Ísland og Føroy-
ar, og kemur at líkjast vík-
ingahátíðini,
ið
var
í
Grønlandi í sambandi við
stóra 1000 ára hátíðarhald-
ið.
Umleið 50 gestir úr 12
londum eru bodnir at taka
lut. Eisini fólkasløg, ið
høvdu samband við víking-
arnar fyri 1000 árum síð-
ani, verða við á leguni. Á
marknaðinum vera hand-
verkarar av ymsum slag,
tónleikarar sum framføra
upprunaliga
víkingatón-
leik, inuittar, sum framføra
trummudans, og kanska
eini indiáni eisini.
Fimtan
bardagamenn
vera eisini við. Hetta er ein
altjóða hópur, ið er vanur at
ferðast runt um í Europa og
berjast. Leggjast skal aft-
urat, at hesir eru vanir við
at hava ein høviskan atburð
eftir framførsluna. Før-
oyski dansurin verður eisini
umboðaður.
Víkingatiltøkini vórðu
upprunaliga gjørd út frá
teirri hugsjón at geva børn-
um innlit í søgu okkara, og
royndir frá hinum víkinga-
legunum vísa, at børnum
dámar ógvuliga væl at
royna seg á legunum. Tí
verður eisini undirhald,
serliga til børnini og tey fáa
høvi at royna seg í boga-
skjóting, teymaríðing, sigl-
ing, vápnaleiki, matgerð og
framleiðslu av prýðislutum.
Barsilsskipanin loksins veruleiki
Gott og væl 600 børn verða
fødd á hvørjum ári í
Føroyum, 13 prosent av teim
føðandi kvinnunum hava
ikki tilknýti til
arbeiðsmarknaðin, og
útreiðslugrundarlagið undir
nýggju barsilsskipanini er
sostatt uml. 550 kvinnur
Myndin er tilvildarliga vald
Víkingar hittast
á ólavsøku
Nr. 62 - 29. mars 2001
9
8
Nr. 62 - 29. mars 2001
Tað skulu vinnast
pengar burtur úr
fiskaslógvi. Høvd og
ryggir verða turkað í
Leirvík og seld til
Nigeria. Framleiðslan
byrjar væntandi í
summar
TURKIVIRKI
Edvard Joensen
Leirvík:
Eini
28.000-
30.000 tons av føroyskum
fiskahøvdum fara árliga
mestsum fyri einki, meðan
onnur lond flyta hesa vøru
út fyri hundraðtals millión-
ir. Men nú fara føroyingar
eisini at gagnnýta hesa
vøruna.
Beint norðan fyri brenni-
støðina hjá IRF á Hagaleiti
stendur ein virkisbygning-
ur, har nógv lív er í løtuni.
Ikki orsakaða av fram-
leiðslu, men tí at menn eru
við at gera hann kláran at
fara
undir
framleiðslu.
Nýggja framleiðslu her hjá
okkum.
Tað er virkið hjá felag-
num Atlantic Marime Pro-
ducts, sum fer at turka
fiskahøvd og ryggir til
útflutnings. Í sam bygningi,
sum fyri nøkrum árum
síðan
varð
bygdur
til
livravirkið hjá spf. H.
Konoy
Tað ganga menn og
stoypa gólv í ovaru hæddini
inni í bygninginum. Ein
betongbilur stendur uttan
fyri og letur betong renna
gjøgnum eina slisku inn
gjøgnum vindeyga, har
onkur spreiðir út við spaka,
meðan aðrir slætta við eini
fjøl.
Ígjøgnum eitt duraglopp
sæst inn í aðra høll, har bara
hálvt gólv er í ovaru hæddini.
Har eru nakrir mans í ferð
við at fylla okkurt upp á ein
lastbil í niðaru hæddini. Fari
oman um. Vænti at hitta
stjóran har.
Íslendskar royndir
Eirikur á Húsamørk situr
inni í húsinum á lastbilin-
um. Hann bakar bilin út um
og kemur so at práta.
Her larmar nakað illa til
at fáa eina líkinda samrøðu.
Onkur smiður gongur og
tekur sundur eitthvørt, sum
beinast skal burtur, so vit
fara upp í matstovuna at
seta okkum.
Eirikur
á
Húsamørk
greiðir frá, at hugskotið til
at fara at turka fiskaslógv
kom á eini marknaðarferð
hann var í Íslandi herfyri.
Har hitti hann menn, sum
hava turkað høvd og ryggir
í Íslandi í fleiri ár. Teir
komu á tal og hann greiddi
teimum frá virkinum, sum
stóð tómt í Leirvík.
Teir vóru sera áhugaðir,
greiðir hann frá, og longu
eina viku eftir vóru teir í
Leirvík og hugdu at virk-
inum.
Síðan hevur tíðin gingið
við at fáa fígging og gera
virkið klárt til framleiðslu.
Fígging er fingin frá Norð-
oya Sparikassa og Útnorð-
urgrunninum.
Talan er um eit felag,
sum føroyingar og íslend-
ingar eiga helvt um helvt.
Partapeningnurin er fýra
milliónir krónur.
Fyrimunurin við at ar-
beiða saman við íslending-
um á hendan hátt, sigur
Eirikur á Húsamørk, er, at
teir longu í nógv ár hava
turkað og selt fiskaslógv. Tí
ber til við hesum nýggja
virkinum bara at fara í
gongd og njóta gott av
royndunum hjá islending-
unum. Tað metir hann
sparir eini fimm ár ella so í
barnasjúkum.
Lidna vøran verður øll
seld til Nigeria, har hon
verður nýtt til at gera
fiskasúpan av. Hann væntar
ein umsetning upp á einar
20 milliónir krónur árliga,
sigur Eirikur á Húsamørk.
Tað byggir hann á, at tað
koma eini 28.000-30.000
tons av høvdum frá før-
oysku fiskavirkjunum ár-
liga. Hetta fer sum er mest-
sum alt í kvørnina hjá
Havsbrún.
Stjórin á nýggja turki-
virkinum í Leirvík heldur
tað vera ov vánaligt, at
føroyingar, sum siga seg at
vera
framkomna
fiski-
vinnutjóð, bara fáa eina
úrtøku upp á kanska eini 40
prosent burtur úr fiskinum.
Við at turka høvd og ryggir
til útflutnings, væntar hann
at hækka úrtøkuna mun
andi.
Virkið í Leirvík fer vænt-
andi at kunna taka í móti
umleið 6.000 tonsum ár-
liga, og tað fara eini 20 fólk
at arbeiða á virkinum. tá
tað fer í gongd vónandi i
juni, sigur Eirikur á Húsa-
mørk, stjóri.
Høvdini verða tikin ínn í
eina goymslu og løgd á
plastikkristir, sum settar
verða til turkingar hvør
oman á aðrari. Høvdini
verða so forturkað í tveir
dagar, fyri síðan at verða
stoytt í kassar við ótøttum
botni, sum aftur verða settir
hvør oman á annan í eini
stórari turkihøll. Alt veður
turkað við luft, og hitan fer
virkið at fáa frá brenni-
støðini hjá IRF, sum er
granni.
Men áðrenn byrjað verð-
ur, skal virkið eisini byggj-
ast út. Ein køligoymsla og
ein móttøka skulu gerast.
Hetta
kostar
nógvar
pengar, sigur Eirikur á
Húsamørk, uttan tó at vilja
út við, hvat samlaði kostn-
aðurin verður. Men bara
maskinurnar fara at kosta
hálvasjeyndu millión, sigur
hann tó.
Lýsivirkið fór
Vit standa í gamla lýsivirk-
inum, sum nú verður gjørt
til turkihús. Og tað, Eirikur
í áðni koyrdi út úr høllini í
lastbilinum, var partur av
lýsiverksmiðjuni, sum nú
bara veðrur niðurløgd.
– Amboðini verða beind
av vegnum. Men er onkur,
sum hevur hug at keypa,
selja vit beinanveg, sigur
Eirikur á Húsamørk.
Hann letur at, at hendan
royndin við lýsinum kost-
aði honum væl av pengum.
Men kortini hevur hann
áræði til at byrja aftur.
– Tann seinasti idioturin
er ikki føddur enn, heldur
hann fyri við einum skeiv-
um brosi.
Hann harmast tó um, at
ikki bar til at fáa lýsifram-
leiðsluna rættiliga í gongd.
Men tað var ikki nóg stórur
áhugi millum fiskimenn at
taka livur, og so var ikki
annað at gera enn at lata
aftur.
Tað var nú spell kortini,
heldur Eirikur á Húsamørk.
Tí teir komu ongantíð
rættiliga í gongd við at
góðska lýsið. Teir seldu
rávøru fyri átta krónur kg.,
sigur hann. Meðan tann
lidna vøran verður seld fyri
120,- kr, kg.
Men so langt kom virkið
í Leirvík ongantíð. Stutt og
greitt tí ov lítið av rávøru
fekst.
Slógvið til heiður og æru
Eirikur á Húsamørk fer við góðum treysti undir nýggju
framleiðsluna og væntar sær nógv av samstavinum við
íslendingar
Mynd: Edvard Joensen
Nakað væl av umbyging skal til, áðrenn virkið er klárt at byrja
Mynd: Edvard Joensen