hósdagur 29. mars 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 62 - 29. mars 2001
Í Býin
Manhattan pub í
Sverrisgøu í Havn er
vorðin eitt av væl
umtóktu støðunum í
býarlívinum í Havn.
Hetta er helst eisini
tað staðið, ið líkist
mest einari veruligari
pubb í høvuðs-
staðnum
UMMÆLI
John Johannessen
Skeinkistøðini eru vorðin
alsamt fleiri í føroyska
høvuðsstaðnum
seinastu
árini.
Eitt av nýggjastu skeinki-
støðunum er Manhattan
pub, sum liggur upp at
Matstovuni Rio Bravo í
Sverrisgøtu. Á jólum hevði
hetta skeinkistað eitt ár á
baki.
Manhattan er eitt snotu-
ligt skeinkistað, sum eigar-
in hevur givið undirheitið
pub. Hetta undirheitið hev-
ur staðið helst uppborið, tí
tað er í øllum førum tað
staðið í høvuðsstaðnum, ið
best kann samanberast við
eina bretska ella skotska
pubb.
Innbúgvið í Manhattan er
ógvuliga
snotuligt
Tað
skapar eitt umhvørvi, sum
fær teg at kenna teg væl
sum gest. Eisini er pláss
fyri tónleikarum, og eitt
klaver stendur í einum
króki, eins og á frægu
pubbunum úti í heimi.
Leggja botnin
Ein fyrimunur við Man-
hattan er, at tað liggur beint
upp at matstovuni, Rio
Bravo, við beinleiðis inn-
gongd í matstovuna.
Hetta gevur tær eitt frá-
líkt høvi at fáa eina kalda øl
ella ein góðan sjuss niður-
undir matin, meðan tú bíðar
efir borði inni á Rio Bravo.
Eisini er skjótt og lætt at
koma úr aftur matstovuni
og inn í pubbina, um tað er
vikuskifti og tú kanst loyva
tær eina øl ella ein góðan
viski oman á matin, áðrenn
farið verður víðari til dans
ella bara heim at sova.
Eftir mínum tykki er
hetta, umframt Café Natúr,
frægasta staðið at leggja
botnin, skalt tú út at mála
høvuðsstaðin reyðan.
Ov nógvur larmur
Eitt, sum eyðkennir nýggj
føroysk skeinkistøð, er ov
harður tónleikur. Hetta er
eisini galdandi fyri Man-
hattan.
Tá eg fari ein túr út at
drekka mær eina øl ella
báðar tvær, dámar mær væl
at sita við eitt borð í hugna-
ligum umhvørvi og práta
við fólk. Men ofta bert
hetta ikki til. Og orsøkin er
einføld. Dundrandi tónleik-
urin ger, at tú ikki hoyrir,
hvat tann yvirav tær sigur.
Tað er fleiri ferðir komið
fyri, at eg havi vent við aft-
ur í durunum á Manhattan,
eins og ørðum skeinkistøð-
um í Havn, tí eg ikki havi
tímað inn fyri larmi.
Tað er frálíkt, at skeinki-
støðini borðreiða við eitt
sindur av mentan umframt
rúsandi løgin. Men tað
kann ikki vera meingingin,
at oyruni skulu blásat út,
um tú ætlar tær at fáa eina
góða øl í hugnaligum um-
hvørvi.
Harði tónleikurin hóskar
væl í konserthøllum og í
ymsu dansistøðunum, men
ikki í smærru skeinkistov-
unum...
Við Sosialinum
Í BÝIN
Sosialurin fer í býin
hvørja viku
og tú sleppur at
fylgja við hvussu
hetta spælir av
Les í býin
næsta hósdag !
Les í býin
hvønn hósdag !
Botnurin verður lagdur á Manhattan